Sunnudagin fær John Mikkelsen frámerkið ikon í nýggja ensk-danska bóklinginum Faroe Best , sum á 54 blaðsíðum hevur gjørt ein gjøgnumskurð í eini løtumynd av støðuni í føroysku matstovuvinnuni. Tað er hin royndi Bent Christensen, sum fyri fimtan árum síðan varnaðist tað serføroyska í altjóða matgerð, ella gastronomi, sum kanska nemur meira við list, matgerðarlist, enn tað gerandisliga, sum liggur í hugtakinum matgerð, ið er heitið á mest seldu kókibókini, Matur og matgerð . Fyri Bent Christensen skrivaði eg í 2017 hesa donsku grein um føroyska matstovuvinnu og kokkabókagerð. Í nýggja bóklinginum Faroe Best kemur navnið John Mikkelsen sjey ferðirnar fyri. John er matstovuleiðari, restaurationschef, í Áarstovu, Barbara Fish House og Ræst. Og so fær hann heiðurin sum ársins matstovuprofilur, restaurantprofile, í 2021 í kapping við Ólav í Búrstovu, í matstovuni Húsagarði á Hotel Brandan og Mike Uhre í matstovuni Munkastovu umborð á Norrönu. Men stuttligast haldi eg tað vera, at John,