Skip to main content

List í móðurmálsbókum

Ein rúgva av bókum eru komnar út í Námi í ár, serliga í rokning, men nú eisini í føroyskum við bókarøðini Nem, har tilsamans tólv bøkur eru komnar út, nú tann røðin er komin á mál.

Týsdagin 28. september kl 15:00 verður útgávutiltak í Námi.

Bókarøðin Nem, sum er til miðdeild í fólkaskúlanum, tað er 3.-6. flokkur, er nú fulfíggjað og klár at brúka til allar flokkar í føroyskum. Røðin er týdd úr danska tilfarinum Plot, og lagað til føroysk viðurskifti. 

- Nú er stuttligt at vera næmingur í føroyskum í miðdeild. Tað er ein góð kensla, at føroyskir næmingar í miðdeild endiliga hava fingið føroyskt móðurmálstilfar, og ikki bara lesibøkur, sigur Marjun Ziskason, sum saman við Gunvá Magnussen hevur rítstjórnað rúgvusmikla tilfarið.

- Eg vildi ynskt, at eg hevði hetta tilfarið, tá ið eg var næmingur í 3.-6. flokki. Lesing og skriving gongur hond í hond, og nógvar spennandi listaligar uppgávur eru í Nem bókunum, sigur Gunvá, nú allar tólv bøkurnar eru lidnar.

Gunvá og Marjun hava verið í pengaboksini hjá Bank Nordik, sum er í kjallaranum í nýggju politistøðini, at finna listaverkið, ”Regin Smiður ”, eftir William Heinesen, tí tær vildu brúka tað í fyrstu bókini, sum er Nem í triðja.

- Vit hava eisini tosað við Arnold Vegghamar, at finna eitt heilt serstakt verk, ”Hagi” frá 2005, sum tað vísti seg, at ein privatmaður í Havn átti. Har hava vit so avmyndað málningin og sett hann í Nem í bókina til fjórða flokk, siga tær báðar.

Nærum allar stuttsøgurnar eru nýskrivaðar til Nem-heildina, sum eisini er myndprýdd av føroyskum listafólkum.

Í bókunum eru nógv sløg av tekstum og fleiri nýggjar avbjóðingar eru til næmingarnar í málbólkinum.

- Tey átta árini, vit hava arbeitt við tilfarinum til allar bøkurnar, hava vit eisini fingið jaligar afturmeldingar um tilfarið í bókunum, sum longu eru komnar út, siga Marjun og Gunvá, og blaða upp í nýggjastu bókini, sum byrjar við málninginum ”Sjálvsmynd” hjá Ruth Smith frá 1955. 

- Vit hava longu hoyrt frá skúlum, sum arbeiða við hesum evni, at gera sjálvsmyndir.

- Bókaheildin Nem byggir á eina heildaráskoðan, har næmingurin mennir førleikar at tulka, at samskifta og at verða sosialur. Í lærarabókini verður dentur lagdur á undirvísing, sum bæði er fjølbroytt og virkin, siga Gunvá og Marjun, sum eru ritstjórar í Námi, og fara at lkeggja bøkurnar fram týsdagin.