Skip to main content

Frælsisdagur í Ukraina


Í dag er frælsisdagur í Ukraina, størsta landinum innan markið av okkara heimsparti, Evropa. Myndina tók eg í pólska býnum, Krakow, har eg ferðaðist fyri tveimum árum síðan og vitjaði Auschwitz. Árið fyri høvdu Mariia Shvets og Ken Lindenskov Olsen bjóða til kaffi í Rituvík og prát um Ukraina.

Eins og at ferðast kann vera ein avslappandi dagdvølja, har tú í summarhitanum betalir teg frá øllum, kanst tú eisini leggja teg á ein annan meira eygleiðandi bógv, har tað verður spennandi at síggja, hvussu grannalond stuðla, minnast søguna, og ikki støkka undan, tá neyðugt er. Sum í hesum søguríka marknabýi, Krakow.

Hinvegin eru tað fleiri, sum hálsfevnandi í semju við russisku álopsmaktina fegnast um gongdina, at niðurlaga og tileinkisgera unga ukrainska fólkaræðið, og innlima tað aftur í sundurdotna stórríkið fyri eystan, sum einaferð kallaði seg Sovjetsamveldið og tók Kuba við í fallinum.

Eisini á botninum í Miðjarðarhavinum, har gamla og óneyva heitið Levantlond hevur verið brúkt, helst fyri at sleppa undan at nevna Ísrael og Palestina, tørna polariseringar saman, nú tey hava fingið eitt ágangandi ísraelskt stýri, sum søkir sær stuðul og undirtøku á ytsta høgraveingi, og hava sum lívsendamál at forða fyri eini tveyríkasemju millum palestinar og ísraelar.

Polariseringin er ongantíð størri enn beint nú.

Og í bólkingum á sosialu miðlunum og í gøtumyndini í høvuðsstaðnum merkist hon hvønn dag herheima, púra ósmæði eisini við óneyðuga ágangandi fløggum, úti og inni. Frælsisfløgg verða polariserandi fíggindamyndir.

Polarisering er blivin ein konstantur, sum nógv trívast við og hava sum lívsendamál, ikki bara við at fá rætt og vinna eina diskusjón við borðið her heima, men fyri at halda hugsaða fíggindan burtur og minna øll onnur á, hvør fíggindin er, og hví hann er ein fíggindini.

Vit liva í eini tíð, sum ikki bara er merkt av, men borin uppi av polariseringum.

Amerikanski granskarin, Gregory Stanton, er í summum førum støðið, tá skúlafólk varpa ljós á holocaust, bæði í søguligum ljósi, men eisini í eini víðkaðari fatan, sum ger greitt, at fólkadráp er ikki ein kapittul, ið endaði í 1945 og bara viðvíkti einum fólkaslagi. Nei, fólkadráp er eitt støðugt og áhaldandi fyribrigdi, sum ongantíð er steðgað og altíð fer at halda fram, leyst av øllum markaskjalssetingum.

At gera greitt, hvar á fólkadrápsstiganum, vit eru, hevur sami Stanton sett fram eitt hugsað mát, sum í tíggju stigum sigur, hvar vit eru, tá stríðsstøður eru úti í heimi.

Og tá vit kanska nakað óforpliktandi og abstrakt siga úti í heimi, eru hesar tíggju tesur ikki so langt frá teirri happing, ið nær sum helst kann taka seg upp í eini skúlastovu. Hóast tað ikki endar við fólkadrápi, er karmurin hin sami. Byrjað verður við at peika eftir tí, sum er øðrvísi, forfylgja og at enda avnokta vit alt, sum gjørt varð.

Í dag, frælsisdag Ukraina, fari eg at heilsa ukrainum og ynskja ein góðan og framgangsríkan dag.