Í báðum teimum donsk-føroysk orðabókunum stendur blaðdeyði fyri føroyska endanum, tá tú leitar eftir avisdød . Blaðdeyðin, sum hevur verið serliga sjónskur her hjá okkum, er eisini eitt faktum á donskum, sum í fólksligu orðabókini er synonym við úti í heimi . Fyri áratíggjum síðan, tað mundi vera í 1980’unum, teknaði eg hald, so eg fekk donsku Weekendavísina við postinum, sum tá varð borin út leygardag. Orsøkirnar til haldið vóru tvinnar. Fyrst hin góða uppsetingin, ið mettaði estetiska sansin, so hvørt tú blaðaði gjøgnum innihaldsríku avísina, við fáum vælvaldum og enn betri plaseraðum myndum, og teksti, sum grein fyri grein er settur upp við øllum hugsandi lesivegleiðingum, fyrst eitt einsamalt tematiskt stikkorð, ið er manchett, so ein sentrerað undiryvirskrift, sum altíð er omanfyri yvirskriftina, og so breyðteksturin, ið grafiskt er settur upp við sama skilvísi, millumyvirskriftum, sitatum og faktaboksum, sum ovasti partur av greinini leggur upp til, sum var tað eitt tónleikaver