Í nýggjasta Netflixfilminum, Ehrengard: The Art of Seduction , samstarvar Oscarvirðislønti leikstjórin Bille August við Drotning Margrethu um pallmyndir og búnar, production design, tey kalla. Hon er 83 og hann er 74. Ungdommiliga filmiska samstarvið tekur støði í samnevndu søguni hjá Karen Blixen, einari tale , sum hon skrivaði á enskum í 1952, og skrivaði umaftur, beint innan hin doyði. Men tá hon fór úr tíðini, 77 ára gomul í 1962, var søgan ongantíð komin fyri nøkur eygu. Ikki fyrr enn í 1963 bleiv hon almenn, í USA undir navninum Isak Dinesen, og í Danmark í týðing hjá skrivaranum, Clara Selborn, Ehrengard: Forførelsens kunst. Hetta er annar filmurin frá Bille August í ár. Hin fyrri var Kysset , sum bygdi á søgu hjá Stefan Zweig. Bille August, sum árini 1989-1992 vann fremstu altjóða filmsvirðislønir, hevur verið sjáldsama virkin seinastu árini. Í 2021 gjørdi hann filmen Pagten , ið var um aldrandi Karen Blixen og unga yrkjaran Thorkild Bjørnvig. Fyri Nordisk Film gjørdi Bille Au