Í nýggjasta Netflixfilminum, Ehrengard: The Art of Seduction, samstarvar Oscarvirðislønti leikstjórin Bille August við Drotning Margrethu um pallmyndir og búnar, production design, tey kalla. Hon er 83 og hann er 74.
Ungdommiliga filmiska samstarvið tekur støði í samnevndu søguni hjá Karen Blixen, einari tale, sum hon skrivaði á enskum í 1952, og skrivaði umaftur, beint innan hin doyði. Men tá hon fór úr tíðini, 77 ára gomul í 1962, var søgan ongantíð komin fyri nøkur eygu. Ikki fyrr enn í 1963 bleiv hon almenn, í USA undir navninum Isak Dinesen, og í Danmark í týðing hjá skrivaranum, Clara Selborn, Ehrengard: Forførelsens kunst.
Hetta er annar filmurin frá Bille August í ár. Hin fyrri var Kysset, sum bygdi á søgu hjá Stefan Zweig. Bille August, sum árini 1989-1992 vann fremstu altjóða filmsvirðislønir, hevur verið sjáldsama virkin seinastu árini. Í 2021 gjørdi hann filmen Pagten, ið var um aldrandi Karen Blixen og unga yrkjaran Thorkild Bjørnvig. Fyri Nordisk Film gjørdi Bille August í 2018 stórfilmin Lykke-Per eftir søguni hjá Henrik Pontoppidan.
Nýggi Netflixfilmurin, Ehrengard: The Art of Seduction, fer fram í ríkinum Babenhausen, har stórhertogafrúan (Sidse Babett Knudsen) fær portrettmálaran og samlívsterapeutin, Cazotte (Mikkel Boe Følsgaard), at tryggja, at kongaliga ættin verður førd víðari á besta hátt.
Meðan Cazotte hyggur eftir konufólki til egið brúk, verður krúnprinsurin Lothar upplærdur í hesum fjøltáttaða kynstri, ið ikki er so beint fram, sum í øðrum morreyðum filmum úr landinum, sum var fyrst at geva porno frítt. Slettis ikki. Drotningin er jú við í filmsgerðini, so her skulu aðrir sublimitetir brúkast.
Púra óvæntað verður eitt objekt við barn, og tað skal dyljast og ikki hoyrast úr kongshúsinum. Søgan verður ein fólkakomedia við ullintum skemti, men baksýnið, luftin og fjøllini, standa framúr væl, so sum Drotning Margretha hevur gjørt av.
Stevið er lætt og elegant, sum at hoyra taffelmusikk meðan tey eta fínt á tíðarleysu ævintýraborgini, og filmurin glíður væl niður hjá teim, ið eru áhugað í forvekslingskomedium, har tað mesta verður sett skeivt saman, so komikkur stendst burturúr, men í hesum føri av tí meira hugsunarsama slagnum, fyrst og fremst um kynsleiklutir. Ikki óinteressant í so máta.
So fær okkara fremsti forsprákari, Cazotte, eyga á hovfrúnna Ehrengard (Alice Bier Zanden), ið er meira maður, enn hann er, denn kventil. Hetta er mest áhugaverdi partur í søguni.
Ein elegant komedia, púra opin, mitt á Netflix.
Myndirnar av Bille August tók eg á filmstevnu í Svendborg.