Nám heldur fram at definera heimin á føroyskum. Hesu ferð er tað Evropa, ið er sett á eitt laminerað veggjakort, klárt at hanga á veggin.
Sólbjørg Lindenskov Magnussen hevur avmyndað Álv Danielsen á goymsluni hjá Bókamiðsøluni, sum selur allar útgávur hjá Námi. Álvur stendur á plattinum, sum júst er komin við bretska flutningsfelagnum, Davies Turner Ltd, frá forlagnum Harper Collins í Glasgow.
Fyrr hevur Nám gjørt eitt politiskt heimskort við øllum heimsins londum, klárt at seta á veggin. Eins og hesi bæði veggjakortini, er eisini Føroyakortið, sum Rói Højgaard teknaði til Atlasið í 2014, laminerað og hóskandi at tekna og strika á, til dømis um ein barnagarður ella skúli skal á útferð. Tá ber til at hava Føroyakortið liggjandi á borðinum sum dúk og skriva á tað við hóskandi tusjpenni, sum so kann turkast av kortinum aftur.
Nýggja evropakortið er eins og heimskortið, ”Heimurin”, umsett úr enskum úr kortum hjá Collins Bartholomew, ið er heimsins elsta og størsta kortasavn.
"Evropa" er laminerað hæddarkort við landamørkum, sum vísir nøvn á londum, høvum, fjøllum og landafrøðiligum fyribrigdum á føroyskum, eftir somu grundsjónarmiðum sum í atlasinum hjá Námi, ”Atlas til heim og skúla”. Støddin á kortinum er 1132x931 mm og lutfallið er 1 : 5 000 000.