At spæla fólk í húsi, tað dámar okkum væl. Tað segði ein maður einaferð. Tiltikin stílistikari, var hann. Eg havi hug at sitera hann aftur. Tað er ikki fyrstu ferð, at eg geri tað. Tí vit elska at spæla fólk í husi. Tað er óforpliktandi og vit vita, at vit koma ongantíð á mál. Tað er tað perfekta set-uppið hjá einum troyttum livibreyðspolitikara. At spæla fólk í húsi er sum ein road movie, bara uttan mál og innihaldi. At spæla fólk í húsi er at traðka upp á eina karrusell í einum sirkus, blunda og ímynda sær, hvussu húsið kundi verið meðan alt snurrar. Hvørt ár eru politikarar til dýstin fús at loysa billett til sirkussýningina. Hvør billar teimum inn, at svarið verður annarleiðis enn tað varð í Degi og viku í kvøld, og at tað nakrantíð verður annarleiðis enn tað altíð hevur verið? Vitlíki hjá Microsoft, Copilot, gjørdi myndina.