Skip to main content

Posts

Showing posts with the label public service

Satira, ein føroysk statusrapport

Í ein sólarring ella so havi eg hildið, at hetta var ein nýggj satirustjørna, sum Føroya fremsti útvarpssatirikari, ið hevur ligið í dvala síðan seinastu øld, hevur borið fram, nývaknaður. Enn eri eg ikki sannførdur um, at hetta innslag er satira, hóast figururin sipar beint til Pipar & Salt úr farnu øld. Men eg haldi ikki at aktuella innslagið er komið har upp enn. Tað er í hvussu er ikki góð satira, tí hon inniheldur ikki forteljaraelementini í góðari satiru, sum teir báðir kryddarnir hava gróðursett fyri nokk so langari tíð síðan. Hinvegin, góðar satirustjørnur liva ikki í Føroyum, tær eru flóttar, sum liva í Argentina. Tað siga hesir báðir. Eftir fimm mánaða bíðitíð eru teir aftur við so drúgvari føroyskari satiru, at bíðitíðin er sum einki at rokna. Ein tími og eitt korter. Kryddað í fimm mánaðir. Byrjanin er tættpakkað við aktuellum tilsipingum, eisini um Holocaust, tað mátti koma, men tað allar besta er móti endanum, har teir herja á ein ungan journalist, sum p

Einarin í einingi, sum eg einki visti um

Var hetta besta útvarpssendingin í ár? Tankin kom aftur til mín, nú fjórða og seinasta sending hjá Høgna Mohr í røðini Gamli maðurin og vatnið varð endursend í dag. Í hvussu er, var hetta tann einasta útvarpssending, sum í ár fekk meg at googla leingi eftir heimildarmanninum í sendingini, Tórfinni Hansen, hvar hann býr og hvørjum fólki hann er av. Á heimasíðuni Porkeri.info gevur Torgir Strøm eitt greitt innlit í ættina hjá Tórfinni Hansen . Ann Marie Mersohn tók báðar myndirnar av Tórfinni Hansen, sum ovast og niðast sæst í hvítari troyggju, og hon skrivaði um hann fyri Lake Superior Magazine í 2014 undir yvirskriftini That Old Boulder-Jumper, Finn. Fyrst er at siga um miðlaframleiðslur, at tað, sum eg óforvarandi fái innlit í, og sum eg einki visti um frammanundan, oftast er besta søgan at raka við, óansæð hvør miðilin er. Er miðlaða innlitið harafturat menniskjansliga meiningsfult, fyri ikki at siga eksistentielt, og leyst av tíðarbundnum spillingspolitikki, fæst neyvan be

Dagmar dugir

- Tú kennir okkum ikki, tað einasta tú kanst verða keddur av er, at personalið hjá tær ikki hevur gjørt tað, sum tey skuldu. Tað er tað, tú kanst vera keddur av. Soleiðis fullu orðini um telefonina til danska fangavørðin í Nyborg Statsfængsel, tá 22 ára gamli ommusonurin hevði tikið sítt egna lív í danska vetrarkuldanum, og varð funnin klokkan níggju null trý, hangandi undur loftinum í klivanum. Kaldur. Klokka og kalendari, tað riggar í almenna geiranum. Men ikki so nógv annað. Enn einaferð hevur Dagmar Joensen-Næs prógvað, at eingin dugir sum hon at varpa ljós á avbjóðingar í Kafkaska samfelagnum, so almenningurin er við og skilir boðskapin. Og verður førdur inn í kompleksa problematikkin í søgugongdini og lívsrenslinum hjá einum livandi menniskja úr kjøti og blóði.  Narrativið er einstaklingurin móti maktini. Og tó, annað gerst ikki í einum opnum fólkaræðisligum samfelag. Eisini tá gjørt verður upp við ábyrgdarhavandi landstýriskvinnu, sum ein mánað eftir at høvuðspers

Gakk undir Jesu kross at stá

Krossmerkið , kristna ímyndin og fremsta eyðkennið, hevur aldri verið sjónligari í almenna rúminum enn nú. Danska avísin Kristelig Dagblad fekk almannavarpið at byrja tíðindavikuna við eini søgu um ein 58 ára gamlan danskan neyðtøkubrotsmann, sum fangavørðir ikki vistu, hvat teir skuldi gera við, tí hann hevði verið gjøgnum eitt løgfrøðiligt kynsskifti. Harðskapshendingin, hann var kendur sekur í, var farin fram fyri 29 árum síðan. Ikki fyri at tileinkisgera framdan harðskap og undirgrava seinastu bastiónina í rættarsamfelagnum, dómsvaldið sjálvt, men hesa somu viku er miskunarsami minnilutafestivalurin aftur í Havn, har viðurskifti hjá teim veikastu í samfelagnum, transpersónum, eisini verða havd á lofti í filmi, list og happenings. Tí er tað hugvekjandi, at kristiliga tíðindakeldan verður brúkt í almannavarpinum í hesi vikuni, sum enntá eisini er vikan, tá friðarvirðisløn Nobels verður kunngjørd. Tað er fríggjadagin klokkan tíggju, at kunngjørt verður, hvør fær friðar

Hvat er gott útvarp?

Hesa tíðina byrjar Vetrarútvarpið, sum altíð hevur verið tað ordiliga, tí Summarútvarpið er ein gjøgnumførd spariætlan við tunnum soð og nógvum gomlum endursendingum, líkasum fyri at siga, at nú leggja vit stilt, deyðsiglarastilt á summarvágni. Fyrst er at siga, at gjørt úr ljóði, er Útvarpið miðilin, sum ber av øllum, tí hann er bygdur á heimligum botni og aldri hevur verið ein útlendsk undirdeild, so sum Sjónvarpið altíð hevur verið, tí hugsjónarloysingar settu tað so skeivt í føroysku verðina. Fast takið teimum fyri tað. Men í dag gerst ikki nakað við sokallaða føroyska Sjónvarpið, burtursæð frá Degi og Viku, sum á skránni er stutt og pinkulítil og burdi verið bygd út og floygd, so hon møtti einum gerandis tíðindatørvi hvønn dag í vikuni, twentyfourseven. Heimildarfilmarnir eru eisini eitt stórt Sjónvarpsaktiv, men annars er soltið, serliga við margháttliga norska tilfarinum. Tíðarinnar tonn hevur slitið Útvarpið, sum í dag kappast við bæði tøkni og innihald frá øðrum vei

Bangilsi sum vinnuvegur

Í morgun brúkti nývaldi mentamálaráðharrin senditíðina í almannamiðilinum at ávara foreldur um “ Ónormalar filmar í Norðurlandahúsinum” . Eg fylgi væl við, hvat fyriferst á filmiska økinum og serliga væl, tá onkur hendingafilmur kemur higar at verða vístur í einum høli, sum ikki eingang er biografur, men drivin av áhuga og ongum øðrum. Hví henda gleði hjá eldsálum at skipa fyri skal sláast niður á henda diktatoriska hátt í einum rættarsamfelag undrar meg. Ikki minst tá almannamiðilin gongur fremst og heldur mikrofonini. Eg freistist at spyrja: Havi tit lagt tað fram fyri Harran í morgun? Gera tit tað hvønn morgun, at leggja dagsins bangilsi fram fyri Harran, og befalla tykkum í Hansara hendur, innan tit fara til arbeiðis, ella lata tit heldur bangilsi stýra tykkara degi - og tað til forbannilsi fyri allar starvsfelagar? Herfyri var ein týskur skermgranskari í landinum og slapp at seta bangilsi á skránna. Hann vildi taka allar skermar frá børnum og fólki yvirhøvur, eins og

Alttilølluppáeingang

Í morgun hoyrdi eg Útvarpið siga frá um nýggja Gøtuskipið Gitte Henning1 , sum í einum háli kann fáa fýrahundrað tons. Bara soleiðis í einum slurki. Fýrahundraðtonsíeinumtáegtímioghavigjørtmegút. Samstundis fái eg at vita at barnaútvarpið er ikki komi úr feriu enn, so nú fáa vit tónleikfyriølluppáeingangeinamánamorgunsmorgunstund. Ja, ikki sannheit, tað er eitt sundur trunkerað og trupult at røkka og náa inn til øll uppá eingang. Tann tíðin er farin. Tíðin tá postmaðurin við einari skjáttu kom við øllum til øll í einari útbering í einum distrikti ein Gudagivnandag, sum Ludvig segði. Tann tíðin er farin. Tí velja vit tað, sum flestu kunnu kaperað uttan at fáa tannkremið í rangastrúpan, so alt verður spruttað upp á speglið. So sosialrealistiskt vildi eg ikki at morguntoilettið skuldi verða afturvið Útvarpinum í morgun. Fyrst norski Grieg við morningmood’inum og síðan okkara egni Martin við Morgun – hann høvdu vit longu hoyrt undir morgunlestrinum við meistarliga sálminum

Savningarmegi

Nú gevst hann, ímyndin av einum sonnum og slitsterkum akkersmanni í landsins førandi tíðindasending í sjónvarpi, Johnsigurd í Degi og Viku. Perman á skúlabókini um fjølmiðlar og á forsíðuni á dagsins Sosiali. Ein tjóðarsavnandi ímynd, sum er trygg og slitsterk, sjálvt tá heimligu tíðindini fáa óvæntaða vend, sum kann verða torskild hjá meiniga føroyinginum at fata, tíansheldur at hava eina meining um. Hann, Sigrún og Bogi verða nú loyst av og yngri kreftir koma til eftir nýggjum skipanum. Frálíkt tekin um ein stovn, sum stillført arbeiðir við sær sjálvum, okkum at frama. Tó, einki er sum at hoyra gamlar útvarpssendingar. Endursendar matsendingar frá kreppuárunum, tá eg sjálvur stóð á høvdinum og gjørdi Náttarravnssendingar, og sum júst í morgun, nú eg lurti eftir fuglaláti omaná morgunlesturin, og so við mergjaðum fosturlandsangi, meðan Johan gongur í fjøllunum og er skóti um ups og ás. Eitt konsept, sum eg enntá minnist frá Janusi Mohr langt, langt undan Johan. Halt kjaft sum

Við Kringvarpinum í biograf

Mikudagin 25. september fer Filmsfelagið at frumsýna stuttrøðina "Eg reið mær avstað - ein søga um føroyingar og country" sum biograffilm í Havnar Bio. Suni Merkistein hevur gjørt filmin, sum varir 132 minuttir. Sýningin er fyrsta royndin í samstarvi millum Filmsfelagið, Kringvarp Føroya og Havnar Bio. Hesa vetrarhálvuna fer Filmsfelagið at hava sýningar hvørt mikukvøld. Atgongumerkjasølan er byrjað. "Sorgblíðu countrysangirnir um einsemi og longsul munnu hava borið við eina viðkvæma lind í føroysku fólkasálini longu frá fyrstan tíð, at sangirnir hava verið at hoyrt úti í Norðuratlantshavi. At vit flóna um hjartað av hesum tónleiki er ikki bara tí, at tað er ein søga um eina fremmanda tónleikamentan, sum føroyingar hava funnið aftur og sjálvir eru farnir at tulka, hon varpar eisini ljós á okkara samleika, søgu og tónamentan". Soleiðis verður sagt í nýggjari stuttrøð um føroyingar og countrytónleik, sum Kringvarp Føroya fer at senda í sjónvarpinum í h

Nú strika vit danskt

Sjónvarpsaltarið eftir formansrunduna týskvøldið Enn einaferð minnir føroyska almannavarpið okkum á sniðfundiga snedigu sendingarnar hjá Anders Lund Madsen úr Fugloy. Tíðarleysar í nógv størri mun enn tær grynru hjá íslendska Andra, í løtum skemtiligar, ja galgenhumoristiskar , fyri at brúka eitt danskt orð. Tí danskt er tað, hóast almannavarpið í arbeiðs- og virkishugsjón sigur, at tað er fremsti mentanarberi, sum arbeiðir fyri at varðveita føroyskt mál, almannavarpið. Hvørja ferð eg hoyri og síggi Anders Lund Madsen beundri eg hansara tosingarlag, evnisval og almenna stíl, ikki minst hársniðið og klædnastílin. Men stílurin er onga løtu borin av føroyskum máli, heldur ikki tá hann vitjar tann kunngjørda partin av Danmark (sic!), sum er Fugloy har úti í donsku havsbrúnni. Við sínum danska máli møtir hann fugloyingum í túninum, sum eisini svara aftur á hansara máli - donskum. Sum dansktlærari má eg siga, at alla mína tíð havi eg hugsað um danskt í føroyskum skúla sum eitt vagl

Tað er nú gott við eini journalistiskari yvirfriðingarnevnd

Í flaggskipinum hjá almannavarpinum, Degi og Viku, var í gjárkvøldið eitt sjáldsama nýupplýsandi innslag um stættarsamfelagið Føroyar. Eitt starvsfólk á Hagstovuni segði greitt frá tølum, sum eru dagførd so nær okkara nútíð, sum Hagstovan megnar, at stættarsamfelagið, tað er gjógvin millum rík og fátæk, veksur í framlagda tíðarskeiðnum og ikki er ein saga blott. Ójavnin veksur. Eftir sjáldsama innslagið varð eg stórliga bilsin, at tað ikki var ein annar starvsmaður á Hagstovuni, sum varð fakligur framsøgumaður í almannavarpinum í júst hesum máli. Men hyggasíggj, í stundini var starvsfelagin, eg hugsaði um, á Føroya fremsta palli at rætta fyrra starvsfelagan fyri almanna eygum - á Facebook . Ikki bara rættar hann sarvsfelagan, sum hevur dirvið at siga løgmanni mitt ímóti, men hesin senni, sum ikki slapp til orðana í Degi og Viku, nevnir eisini upp í saman navnið á sjónvarpsjournalistinum, sum ger sítt góða, kritiska og vælfunderaða gerandisarbeiði á einum fakliga góðum og ko

Skal eg hava sleggju við, næstu ferð eg vitji eina katólska kirkju?

Í kjalarvørrinum av tveimum drúgvum heimildarfilmum um eina industriella poppstjørnu, sum almannarásirnar DR og NRK hava víst púra ókeypis inn í hvørja føroyska stovu, og í norska førinum við einum reklamuskilti í endanum fyri einum hjálparfelagsskapi, eru krøvini til miðlabrúkaran vorðin so hvøss, at nú má visuelli førleikin flyta inn í skúlarnar ájavnt við gamla maktbókstavin. Bókstavamentanin er um at hokna undir visualiseringum, sum í mínum eygum - og oyrum - eru kortsluttandi egosentriskar. Sosialu miðlarnir blíva so ágangandi, og mentanarliga frísetingin hjá týska Thomas Ziehe, sum vit, ið eru eldri, nógv eldri, vuksu upp við, er blivin eitt haft um beinini, tí øll fríseting er flutt inn á sosialu miðlarnar, sum umframt at vera ein miðsavnað pengamaskina, ið mergsýgur alt lokalt, er eitt bergljóð, eitt afturljóð, eitt ekkókamar, har vit bara hoyra og kunngera egnar meiningar, ja og so partvís meiningarnar hjá viðhaldsfólkum, treytað av at vit kenna tær frammanundan, meiningarn

Góð røða - ring pallseting

Gamlaárskvøld helt løgmaður eina framúr góða nýggjársrøðu . Ja, hina bestu eg minnist meg at hava hoyrt, hóast minnið ikki er tað, tað hevur verið. Hoyrdi nýggjársrøðuna í Útvarpinum meðan ræsta kjøtið kom inn á borðið. Ein fín røða, borin á nýggjárslógvum afturvið ræsta deyminum, beint til innara biografin. Men bara so leingi eg blundi og lurti eftir útvarpi. Í dag sá eg útvarpsrøðuna, so sum hon eisini varð sjónvarpað. Upptøkan var brilljant fokuserað við føstum kamera, tveimum lampum, tvær ferðir tveimum ljósum - og so tveimum hondum. Og hondina á slipsið. Reyða slipsið. Hetta var ein ørkymlandi ring pallseting. Trettan minuttir við løgmanshondum festum á borðið, hvør í fratan hevur funnið uppá hatta? Hetta var ein so persónlig og engasjerað røða, at fast sjónvarpskamera og fastnegldar hendur rigga ikki. Hetta verður ein óbehagilig togtogan millum tað sagda og tað filmaða, sum hvørki er í synk ella dialogi. Vendingin “heitar hendur” meðan hansara høgra tykist sveitta í hvassa ljó

Fake News er ársins orð

Millum fajitas og fakement finni eg fake news í nýggjastu útgávuni av stóru ensku orðabókini hjá Collins, Collins English Dictionary . Tað er ársins orð, siga tey, og greiða soleiðis frá nýggja navnorðinum: Grundgevið verður soleiðis fyri, hví hetta er ársins orð í enska heiminum í undanfarna ári: It has been derided by the leader of the free world and accused of influencing elections, but ‘fake news’ is today legitimate news as it is named Collins’ Word of the Year 2017. The word saw an unprecedented usage increase 365% since 2016. As defined by Collins, ‘fake news’ means “false, often sensational, information disseminated under the guise of news reporting”...The associate of ‘fake’ with ‘news’ started out in the field of comedy, as exemplified by shows such as Jon Stewart’s The Daily Show and Chris Morris’s The Day Today, but around 2005 the term began to be applied to false news stories that were circulated with malicious intent rather than as satire. During the 2016 US

Hvar fór Útvarpið?

Tveir tímar eftir at valhølini í Katalonia skuldu havt latið upp, hevði Bogi Norðurkorea sum høvuðstíðindi í Útvarpinum í morgun, hóast Uni úr sama húsi er sendur hagar at boða frá støðuni, og allir miðlar, til dømis BBC og TV2, sum eg beint nú hyggi eftir, júst høvdu ætlaðu fólkaatkvøðuna í Katalonia í dag ovast á breddanum. Annað innslag í heimlandstíðindunum var um eitt airbus 380 flogfar við brotnum motori. Triðja innslag var - einki. Veðrið og so liðugt. Ikki eitt orð frá Kringvarpsredaktiónini í morgun um ella úr Barcelona. Hvussu órørd kunnu vit verða av støðuni uttan um okkum? Hetta er altso ikki gott nokk. Uni hevur havt fínar og livandi frásagnir úr Katalonia, onkrar órógvaðar av ringum ljóði gamaní. At forstokkað fólk í skemtitekningum finnast at, at Útvarpið er á staðnum og ger sína sjálvsagdu skyldu at siga livandi og beinleiðis frá gongdini í Katalonia, er mær óskiljandi. Sjálvandi skulu vit vera á staðnum. Orsøkin er ikki bara at Atlantsflog onkuntíð flýgur hagar, og

Útvarpið eigur at fara í tvey

Eftir at hava boðað frá Summarfestivali í meginpartin av farnu viku, meðan festivalurin varð hildin og framhaldandi, nú festivalurin er av, so sendir Útvarpið í triðja giri enn frá festivalinum. Tí hesir útvarpsmorguntankar. Mong ár eru liðin síðan Útvarpið misti rættin at senda einsamalt. Tá vónaðu og væntaðu lurtarar, at útvarpsmiðilin fór at verða fluttur langt fram í tøkni og innihaldi. Men gakk. Síðan heimliga miðlamonopolið varð tikið av, og tøknin hevur ment seg á øllum økjum, er føroyska innihaldið og ambitiónin at røkka øll og alt í einum, bara verið verri. Alt til øll alla tíðina. Tað riggara bara ikki. Nú er tíðin komin at Útvarpið fer í tvey. Eina rás, sum sendir fótbólt og annað spæl, ið bara hevur til endamáls at skjóta í sama mál, og fáa øll við máloyra at geyla tað einasta, tey duga – mál – og so eina aðra rás, sum við greiðum redaktionellum frámerkjum kann dyrka og menna hinar góðu sendingarnar í útvarpinum, sum duga at fara afturum eitt torskilt evni,

Føroyakortið ongan politiskan áhuga

Nú skrivar danska avísin Politiken um eina dansk-grønlendska avtalu, um at tekna sjókort í Grønlandi. Orsøkin til at blaðið varpar ljós á hetta at síggja til ótýdliga kolonievni er, at nú er avtalaða arbeiðið steðgað. - Tað er ein skandala, sigur danska avísin. Men er kollsiglda sjókortaavtalan ein skandala í Grønlandi, so er hon eins stór í Føroyum. Tí málið at tekna okkara egna øki á klótuni er aldri yvirtikið og komið á føroyskar hendur, so tú kanst fara inn á ein navnsnevndan stovn at fáa nýggjasta kort í hondina, ella bara til pynt á vegginum. Alt tað eg veit, hevur eingin politikari sýnt tí áhuga. Heldur ikki landstýrismáðurin við ábyrgd fyri Føroyakortinum, sum eg bjóðaði uppá besøk við skrivstovustjóra á heysti í 2012, tá tveir metrar vórðu kliptir av okkara hægsta fjalli. Tí er støðan í Føroyum enn soleiðis, at hvørja ferð ein almennur upplýsingarstovnur vil prenta eitt ókommersielt kort av okkara egna landi í okkara egnu bókum á okkara egna máli í okkara egna skú

Det er DR sigur KvF!

Farin í friðsæla feriu, tendraði eg fyri morguntíðindunum. Tey vardu tríggjar minuttir, tíðindini. Í hesar morgunsælu tríggjar public service minuttir hoyrdi eg tvær ferðir um hendingar í London. Fyrst um ein bil, ið hevði rent á fólk, so ein doyði, og so um klædningin á brendu íbúðarhúsunum, har fleiri doyðu. Skakandi summarhendingar báðar, men skakandi var eisini, at í báðum førum kundi føroyski journalisturin ikki siga mær søgurnar úr London, uttan at nevna Danmarks Radio. Tvær ferðir í tríggjar minuttir og galdandi fyri 100% av kringvarpstíðindunum úr London. Sum eg skilji, so verða morguntíðindini úr útlondum uppfunnin og staðfest inni á DR redaktiónini. Og so lisin av einum ekspedienti á føroyskum. Hevur Kringvarpið eitt tíðindagentur, sum einsíðugt er bygt upp saman við DR? Er agenturið boðið út í almenna lisitatión, so NRK, RÚV og SVT eisini kundu havt bjóðað? Fyri ikki um at tala BBC Shetland og KNR? Ber ikki til at framleiða føroysk tíðindi úr allari verðini til føroyska l

KvF er størsta avbjóðingin

Kringvarpið veit nú at siga Føroya fólki, at ferðavinnan í Íslandi er ein stór avbjóðing. Tað veit Kringvarpið frá føroyska sendimanninum, sum hevur verið í Reykjavík í tvey ár. Tað er ikki eingang feyk njús. Sum lurtari og rindari haldi eg, at ikki bara størra, men størsta avbjóðingin hjá Kringvarpinum er at brúka sendimenn. Ikki teir, ið gera sendingar, ella arbeiða á Sendistovuni, men útsendingar landsins, ið eru bundnir at tí arbeiðsgevara, sum einaferð sendi tey á embætisferð, og helst skal tilbereiða teimum ein betri stað eftir lokna og trúgva tænastu. Faktiskt haldi eg, at her eru størri møguleikar fyri skitnari tónum enn í nøkrum feyk njús broti. Og tað púra uttan journalistiska nyttu. Latið vera við at brúka sendimenn landsins. Vaksið heldur um óhefta journalistiska førleikan við at brúka eitt fakfólk til reportasjur, tá okkurt leikar á í okkara grannalondum. Ein sendimaður er aldri ein journalistur. Stendur hann einsamallur sum kelda, er hann í mínum høvdi longst v

Fado ella f...?

So var aftur ein fallin kvinna í hondunum á einum vemmiliga sjavinstiskum mannfólkakapitalisti til okkum menn at hyggja eftir. Ger so væl. Kasia Mos úr Póllandi. Sum sangarinna sigur hon mær einki, men nógvum mannfólkum sigst hon hava gjørt stóran mun á permuni á pólska Playboy. Gjøgnumgangandi var júst hetta stílurin á ársins evropeisku sangkapping, Eurovision Song Contest. Kvinnur við slissið í kjólanum. Mannfólkagjeikarin, sum peysar tær fram á pallin, vil hava tað soleiðis. Og so er fýrverk fyri rest. Og hví Avstralia er sloppið við í Evropa veit eg ikki. Men teir, gjeikararnir down under, áttu ein hin besta sangin í ár. Og hetta við sangi, palli og sjovi, hevur skapt nýggjar avbjóðingar í pallmentan á okkara leiðum við so stórum áskoðaraskara sum hesum. Skeggjutar kvinnur og dansandi gorillur bara fyri at nevna tvey frásøgusnildi á public service palli. Og so fornermaðir russar, sum í ár valdu kappingina frá og ikki sluppu at atkvøða. Umframt grunt gjeikaraglimmur er eisi