Mikudagin 25. september fer Filmsfelagið at frumsýna stuttrøðina "Eg reið mær avstað - ein søga um føroyingar og country" sum biograffilm í Havnar Bio. Suni Merkistein hevur gjørt filmin, sum varir 132 minuttir. Sýningin er fyrsta royndin í samstarvi millum Filmsfelagið, Kringvarp Føroya og Havnar Bio.
Hesa vetrarhálvuna fer Filmsfelagið at hava sýningar hvørt mikukvøld. Atgongumerkjasølan er byrjað.
"Sorgblíðu countrysangirnir um einsemi og longsul munnu hava borið við eina viðkvæma lind í føroysku fólkasálini longu frá fyrstan tíð, at sangirnir hava verið at hoyrt úti í Norðuratlantshavi. At vit flóna um hjartað av hesum tónleiki er ikki bara tí, at tað er ein søga um eina fremmanda tónleikamentan, sum føroyingar hava funnið aftur og sjálvir eru farnir at tulka, hon varpar eisini ljós á okkara samleika, søgu og tónamentan".
Soleiðis verður sagt í nýggjari stuttrøð um føroyingar og countrytónleik, sum Kringvarp Føroya fer at senda í sjónvarpinum í heyst. Men longu tann 25. september fer Filmsfelagið at frumsýna stuttrøðina sum biograffilm í Havnar Bio í einum nýskapandi samstarvi við Kringvarp Føroya. Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, fer at innleiða sýningina, sum er almenn.
Nýggi heimildarfilmurin, ”Eg reið mær avstað”, sum Suni Merkistein hevur lagt til rættis, og Rúni Friis Kjær hevur klipt og sett saman, varpar ljós á tvær føroyskar meginútrásir. Greitt verður frá, hvussu føroyskir langfarasjómenn, ið fiskaðu á fjarleiðum fyri á leið seksti árum síðani, fingu tokka til tann amerikanska countrytónleikin, sum teir bóru við sær heim undan Ný Foundlandi. Soleiðis birtist ansurin í Føroyum upprunaliga fyri hesum tónleiki. Hóast countrysiðvenjan man standa sterkari í Føroyum enn í londunum uttan um okkum, gingu kortini fleiri ár til country vaks fram sum ein føroysk tónlistagrein fyri seg.
Og her koma vit til aðru útrásina. Søgan byrjar í 1989 - fyri tretivu árum síðani. Tá fer hin tá 23 ára gamli tónleikaframleiðarin Jákup Zachariassen av sínum eintingum til Nashville. Ørindi hansara eru at vita, um áhugi er á amerikansku countryháborgini fyri føroyska sangaranum Alex Bærendsen.
Soleiðis byrjar ein næstan ævintýrlig søga um gávaðar føroyskar amatørar og hitt mæta A-liðið í Nashville.
Í higartil óbrúktum filmsupptøkum fylgja vit Jákupi Zachariassen í upptøkuhølum í Nashville saman við Halli Joensen og Kristinu Bærendsen - tveimum av best umtóktu føroysku countrysangarunum nú á døgum. "Eg reið mær avstað" lýsir í stórum søguna um hesi trý høvuðsnøvnini á føroyska countrypallinum, men í afturliti verður ljós eisini varpað á eitt nú Alex Bærendsen. Tónleikaframleiðarar og countrykennarar - nevnast kunnu Óli Poulsen, Niclas Johannesen, Birgir Kruse og Petur Rouch - greiða frá og bera fram sína hugsan í filminum.
"Eg reið mær avstað" er 132 minuttir til longdar, tá hann verður sýndur út í eitt í Filmsfelagnum í Havnar Bio 25. september.
Lagt til rættis, handrit og upplestur: Suni Merkistein
Klipping, myndaviðgerð, grafikkur og plakat: Rúni Friis Kjær
Ljóðviðgerð: Finnur Hansen
Upptøkur: Gestur Lómstein, Hallur Thomsen, Rúni Friis Kjær og onnur.
Framleiðsla: KVF 2019