Skip to main content

Satira, ein føroysk statusrapport


Í ein sólarring ella so havi eg hildið, at hetta var ein nýggj satirustjørna, sum Føroya fremsti útvarpssatirikari, ið hevur ligið í dvala síðan seinastu øld, hevur borið fram, nývaknaður.

Enn eri eg ikki sannførdur um, at hetta innslag er satira, hóast figururin sipar beint til Pipar & Salt úr farnu øld. Men eg haldi ikki at aktuella innslagið er komið har upp enn. Tað er í hvussu er ikki góð satira, tí hon inniheldur ikki forteljaraelementini í góðari satiru, sum teir báðir kryddarnir hava gróðursett fyri nokk so langari tíð síðan.

Hinvegin, góðar satirustjørnur liva ikki í Føroyum, tær eru flóttar, sum liva í Argentina. Tað siga hesir báðir.


Eftir fimm mánaða bíðitíð eru teir aftur við so drúgvari føroyskari satiru, at bíðitíðin er sum einki at rokna. Ein tími og eitt korter. Kryddað í fimm mánaðir.

Byrjanin er tættpakkað við aktuellum tilsipingum, eisini um Holocaust, tað mátti koma, men tað allar besta er móti endanum, har teir herja á ein ungan journalist, sum púra óroyndur sleppur til útvarpsmikrofonina at lesa tíðindi, tí eingin lærir hann upp.

Tá kemur tað til mín, so segði hann, hvør kraft býr í saftigari satiru, og hvussu nógv satira kann flyta, og í seinasta og mest sannførandi enda: hvussu stóran samfelagsligan tørv vit hava á satiru. Satira burdi verið fyrsta konto hjá Mentanarnevndini og øllum skattafíggjaðum grunnum, sum stuðla mentnarligum framsetingum á livandi nútíðarføroyskum.

Og so má eg siga, at tað var VP, sum í sama sólarringi, sum almannavarpið fór aðrar vegir, upplýsti meg um, at satiran er ikki deyð í Føroyum. Tað var VP. Hon hevur fingið eitt risakombakk úr Argentina, satiran. Jú, har siga teir seg sita og skemta við satiru fyri føroyingum. Tað er nokk so langt vekk, men lad gå, teir eru óalmindeliga stuttligir og beinraknir, teir báðir satirikararnir, Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen. Me has alegrado el día!