Farin í friðsæla feriu, tendraði eg fyri morguntíðindunum. Tey vardu tríggjar minuttir, tíðindini. Í hesar morgunsælu tríggjar public service minuttir hoyrdi eg tvær ferðir um hendingar í London. Fyrst um ein bil, ið hevði rent á fólk, so ein doyði, og so um klædningin á brendu íbúðarhúsunum, har fleiri doyðu. Skakandi summarhendingar báðar, men skakandi var eisini, at í báðum førum kundi føroyski journalisturin ikki siga mær søgurnar úr London, uttan at nevna Danmarks Radio. Tvær ferðir í tríggjar minuttir og galdandi fyri 100% av kringvarpstíðindunum úr London. Sum eg skilji, so verða morguntíðindini úr útlondum uppfunnin og staðfest inni á DR redaktiónini. Og so lisin av einum ekspedienti á føroyskum. Hevur Kringvarpið eitt tíðindagentur, sum einsíðugt er bygt upp saman við DR? Er agenturið boðið út í almenna lisitatión, so NRK, RÚV og SVT eisini kundu havt bjóðað? Fyri ikki um at tala BBC Shetland og KNR? Ber ikki til at framleiða føroysk tíðindi úr allari verðini til føroyska lurtaran á heimligum kringvarpsbotni, uttan at referera til eina úrvalda radiostøð, sum endaliga keldu og einasta sannleiksvitni? Nei, hetta var ikki gott feriuútvarp. Eg haldi eg skifti kanal.