Í ummæli av fyrstu sendingini av teim sjey í røðini Kulfaktor hjá Gunnari Nolsøe var eg so himmalsfegin um innihaldið og skipanina av útvarpssendingini. Gamaní er hon visuell til innihalds, tí hon viðgerð í estetikki og funktionaliteti, hvussu vit velja at byggja okkara hús og skipa okkara býlingar, og skilmarka okkum burturfrá bilum og ferðslu, og tó kunna taka okkum aftur og fram til arbeiðis, uttan at leggja okkum skerfløt fyri vinnulívi. Júst hetta seinasta forteljaramomentið í nýskapandi sendingini fekk borgarstjóran á Tvøroyri at fata alt øvut av allari skilvísi, so vit fyri opnara mikrofon kundu hoyra ótamda makt rulla seg út. Priceless og ikki hoyrt fyrr í føroyskum útvarpi. Tók sum givið, nú lok varð lagt á hetta nýskapandi útvarpsevni, at Havnin varð sett á skrá sum rosinan í pylsuendanum. Kanska Hoyvík burturav. Men gakk. Sum sligin á nevið má eg sanna, at her fall ikki eitt orð um Havnina. Hví? Er tað tí at hon varð ov trupul at lýsa, tí akademiski fakkunnleikin megnar i