Skip to main content

Hanne Marit, Anna Magdalena - og Bach

Aftanfyri ein stóran mann stendur ein sterk kona. Tað verður sagt í nógvum mentanum. Á týskum Hinter jedem erfolgreichen Mann steht eine starke Frau, og á enskum Behind every great man is a great woman

Innan vit bakka í hesum kynsbundna uppáhaldi, um týska húskið hjá gamla Bach, fara vit fyrst eitt av tveimum leggum til Noregs. Har er ein, ið eisini eitir Bach, sum í bók frá 1982 brúkar x-faktorin at lýsa yrkjaran André Bjerke, tá hann sigur ”Det er sagt at bak enhver stor mann står en forundret kvinne og ofte flere forbløffede venner”. 

Hvussu er og ikki, týskvøldið var eg púra paff av 26 ára gomlu norsk-føroysku sopransangarinnuni, Hanne Marit Mordal Iversen, sum sang í ólavskirkjuni, hinari elstu í landinum, undir hevdvunnu yvirskriftini Bach í kertiljósi, sum úrvalssolistar saman við Aldubáruni, hava framført, eftir at Meinhard Bjartalíð, prestur, hugleiddi so hugfarsliga um júst Bach, so tað ljómaði gjøgnum øldir, tríggjar minst, meðan vit í tí fjara hoyrdu sogið av sjógvi og aldu beint uttanfyri aldargomlu múrarnar.

Ólavur Jakobsen, sum spæld gittar, hevði skipað fyri saman við Johan Mortensen. Umframt Ólav, spældu hini trý úr Aldubáruni - Andrea Heindriksdóttir, floytu, Sámal Petersen, violin og Kristina á Váli, sello - meðan fólk komu inn og settu seg í skerinum av kertuljósi, so karmurin longu tá tú trínir inn um kirkjugáttina, ja longu tá tú sært kirkjuna frá steinsetta parkeringsplássinum við Sugguna, er guddómligur her við søguligu strondina í jólamykrinum, har Bach strálar upp á veggin.  

- Slíka inniliga og rørandi konsert unni eg øllum at uppliva, sigur mentamálaráðharrin, Sirið Stenberg, á Facebook. Og eg eri púra samdur. 

Tey fýra úr Aldubáruni innleiddu við sálmum úr Jólaoratorium, solo-cello úr fyrstu sello-suitu, floyta og gittari spældu O, Jesulein Süss og so var sologittari, Sarabande, úr lutt-suitu í e-moll. Síðan segði skráin Aria til Goldberg-variatiónirnar, Polonaise eftir Carl Philipp Emanuel Bach, og so skyldi eg mínum gamla týsklærara, Jóannes Nolsøe, at stava hetta rætt: Erbauliche Gedanken eines Tabackraucher, sigur ein informativt ertandi Ólavur, og hyggur upp úr skránni. Og so Polonaise, sum aftur er eftir Carl Philipp Emanuel Bach.

Tónleikurin frá teim fýra úr kamarorkestrinum Aldubáruni er úr 300 ára gomlu nótabókini hjá Onnu Magdulenu Bach, sum Ólavur fortelur okkum um, so væl, at eg fari at sakna hann sum frásøgumann á Nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri. Tjúgu ára gomul giftist hon við seks og tretivu ára gamla Bach, sum seytjan mánaðir innan varð vorðin einkjumaður við fýra børnum. Við Onnu Magdalenu fekk hann ikki færri enn trettan børn, men eisini eina musikalska konu, sum dugdi at skriva nótar og er upphavið til nótabókina, sum spælt varð úr hetta kvøldið í Kirkjubø. 

Hanne Marit úr Molde er dóttir Marit Mordal og Hans Iversen úr Kvívík. Hon lesur á masterlinjuni á Norsk Musikkhøgskole í Oslo og var eitt skifti solistur í München, tá hon las har, og hevur eisini verið solistur á Nýggjárskonsertini her hjá okkum. Eftir ársskiftið verður hon ein av teim 26 professionellu og úrvaldu sangarunum í Det Norske Solistkoret, sum bleiv til í 1950. Í mars fer hon at syngja solo í Brahms Requiem í Føroyum.

Saman við georgiska pianistinum, Revaz Abramia, vann Hanne Marit fyrstu virðisløn í kapping við 32 aðrar duettir í Nadiu Boulanger-lied-kappingini, sum var á Centre international Nadia et Lili Boulanger í París. Boulanger var franskt tónaskald, pianistur, dirigentur, tónleikateoretikari og kendur tónleikalærari. 

Við norsku heimasíðuna klassisk musikk sigur Hanne Marit, at til hesa tólvtu og stak krevjandi lied kappingina høvdu tey sent upptøkur inn, og vórðu boðin at verða við í kappingini, sum eisini kravdi, at tey sendu ein lista við 34 sangum, har eitt úrval so varð gjørt. Hon sang á fronskum, týskum, norskum og russiskum.

- Den ene lieden var forutsigbar sangmessig. Den andre var en klassiker som «alle» har sunget. Så det var fint at vi fikk supplere med egne valg. Vi fremførte ni sanger i løpet av 30 minutter. Det var en voldsom prosess å øve inn stoffet. Revaz er helt fantastisk, både teknisk og musikalsk. Vi brukte mange timer bare på å innstudere poesien. Vi fremførte musikk av både Grieg og Kvandal, sigur Hanne Marit við norsku heimasíðuna, har upplýst verður, at fleiri, sum hava hoyrt tey í París, longu hava bílagt framførslur. Virðislønin er 6000 evrur. 

Á konsertini í ólavskirkjuni sang Hanne Marit fyrst Eg standi tíni krubbu hjá, sum Hans Andrias Djurhuus týddi til føroyskt og er gamalt føroyskt sálmalag, sum Ólavur spældi á gittar eftir talsetingum hjá Johan Sebastian Bach. Annar sangur var Bist du bei mir, við lagi eftir Stölzel, útsett eftir generalbassi, talsetingum, hjá Johan Sebastian úr nótabókini hjá Onnu Magdalenu. Triði sangurin var Tiefe gebückt in voller Reuse, Boygdur, í miklari iðran og í harmi, ið Ólavur sigur vera mest operakenda arian, ið Bach, ið onga operu gjørdi, skrivaði. Ólavur veit at siga, at hetta var eitt yndislag hjá Bach og teimum, í øllum førum tríggjar ymsar útgávur. Seinasti sangur var Ave Maria, við grundarlagi í Preludium í C, sum eisini er tikin úr nótabókini hjá Onnu Magdalenu. Charles Gounod legði eitt lag á í 1853, og nevndi tað Meditation yvir Preludium. 

- Útsetingin týskvøldið hevði støði í nótabókini, har Anna Magdalena hevði skrivað alt lagið niður, sannlíkt til børnini, og seg sjálva, at venja. Johann Sebastian skrivaði eisini í bókina, umframt at børnini, ið øll vóru sera gávað, hava krutlað smærri løg niður. Greitt er, at fleiri av børnum teirra tónleikaliga leitaðu heilt aðrar leiðir, og at tónleikurin leiðir okkum úr barokkini og inn í tað klassiska tíðarskeiðið, har ið upplýsingartíðin, tað kensluliga og galanta vann frama. Løg eru eisini í bókini eftir onnur tónaskøld, løg sum vóru frammi tá í tíðini, umframt brot úr stórverkum hjá gamla Bach, sigur Ólavur Jakobsen, sum hevði lagt tónleikin og skránna til rættis, so vit hesa frágera løtu í kertiljósi sluppu at vitja musikalsku familjuna við púra óvæntaðum musikalskum nútíðar førningi og avsetti, so tekjan í løtum tyktist lyfta seg í himmalskum ljóma her við havið í Kirkjubø.

Eftir konsertina vórðu øll boðin til samveru í Roykstovuni. Bæði konsert í ólavskirkjuni og samveran í Roykstovuni vóru ókeypis.

Eitt nemandi tiltak og besta upptakt at syngja Gleðilig jól í felag. Takk fyri løtuna.