Skip to main content

Posts

Hansina Iversen: Purple Rain

Undir heitinum Purple Rain, ið sipar til kendasta sangin hjá Prince, sum nú hevur fjøruti ár á baki og rakk heilt inn í dansbanda sjangruna, bjóðar Steinprent til framsýning við nýggjum málningum hjá Hansinu Iversen (f.1966) fríggjadagin klokkan 16: - Til framsýningina Purple Rain hevur Hansina Iversen serliga arbeitt við kobolt violettum, ið er ein serstakur litur - kostnaðarmikil, tí hann er sera konsentreraður og ljósektaður. Við litinum arbeiðir listakvinnan bæði í dýpdini og á yvirflatanum á løriftinum. Purpurlitti, violetti, bláreyði, lilla liturin hevur sína egnu listasøgu, har hann gjøgnum øldur hevur verið knýttur at konga- og keisaratign, at kirkju og at gandi. Violett sameinir kalt og heitt, andligt og holdborið, bláan himmal og reytt blóð. Purple Rain merkir violett regn og er jú eisini heitið á eini slóðbrótandi poppútgávu hjá Prince í 1984. Gitt hevur verið um eksakta týdningin í sangheitinum hjá Prince (1958-2016). Orðabókatænastan YourDictionary , sum hevur verið á net

In restless dreams

Tá íslendski stjórin í Norðurlandahúsinum, Helga Hjörvar (f.1943) um aldarskiftið fann uppá Listastevnu Føroya, royndu fólk at fáa Paul Simon higar at syngja, eftir at Björk varð uppgivin, tí hon var ov kravmikil. Listarliga orsøkin, at fáa Paul Simon higar, hevði í nógv ár verið eyðsýnd, men praktiska orsøkin var, at Simon sjálvur nú var farin at siga, at hann bara sang á smáum støðum.  Ein lokalur sponsorur, eitt skeinkistað í Havn, legði eina risa upphædd á borðið, um vit eydnaðust at fáa Paul Simon higar at syngja.  Tá evropeiski umboðsmaðurin vildi hava at vita, hvat vit høvdu at rutta við, just for starters, at vita soleiðis á leið, hvar vit flutu, segði hann "Mister, I have to inform you, that that is not even within the interest of my client!" og smekkaði rørið á.  So lendu tey aftur á heimalandsstrond, og máttu taka til takka við logistikki, pallum og inntøkumøguleikum, sum ikki í huganum, men í peningastýrda veruleikanum eru og altíð fara at verða avmarkaður.  Vági

Ein stjørna í Nólsoy

Stóra stjørnan, á teim átta av tíggju stovukonsertunum, mær eydnaðist at hoyra og uppliva í Nólsoy í gjár, var Maria á Heygum, sum eisini ber millumnavnið Ronnisdóttir, ið avdúkar, at pápin er Ronny Nielsen, sum sæst við gittarinum, og at mamman er kenda sangarinnan Rúna á Heygum. Eg hoyrdi Mariu í stovuni hjá Gunnvør og Hilmar Joensen. Hóast allar konsertir á stOVEtónum verða borðreiddar í einum samspæli millum rúm og fólk, og høvdu hvør sín profil og upplivingareginleika, var júst henda konsertin við Mariu á Heygum hin besta, eg hoyrdi í gjár.  Umframt Brævið  frá Kemm Poulsen við lagnum hjá Kim Hansen og Føgru blómu hjá Poul F, sum í báðum førum longu eru klassiskir standards, ið hon lyfti upp til nýggjar hæddir - hin seinna við lagnum Silver threads among the gold,  sum í USA kann sporast til 1873 og í 1916 hevur verið ein svenskur friðarsangur  Varför skola männ'skor strida -  so sang Maria eisini Hallelujah  hjá Leonard Cohen í týðing hjá Georg Eystan Á, og eina nýggja nem

Heartist í Føroya einasta biografi

Marianna Mørkøre, Sigrun Gunnarsdóttir og Beinta á Torkilsheyggi í forhøllini í Havnar Bio mikukvøldið, tá Filmsfelagið skipaði fyri fyrstu føroysku biografsýning av nýggja heimildarfilminum "Heartist".  Filmurin, sum varir ein tíma, lýsir listakvinnuna á Eiði, Sigrun Gunnarsdóttir.  Tað var útselt í Havnar Bio, sum í dag er einasti biografur í landinum. Havnar Bio sýnir filmin aftur í dag, í morgin og ovurmorgin. Tað eru Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi, sum í fýra ár hava leikstjórnað filmin, sum Rógvi Rasmussen hevur fotograferað og felagið hjá Jón Hammer, KYK Myndir, hevur framleitt.  Á niðastu myndini síggjast øll tey, sum vístu filmin fyri innbodnum í Kolshøll í skúlanum á Eiði hin 11. mars. Undan sýningini innleiddi Ole Wich frá Filmsfelagnum við hesi heilsan til høvuðspersónin, Sigrun:  Jeg har kendt Sigrun i en årrække. Blandt andet gennem arbejdet i Føroysk Myndlistafólk, mens jeg var formand, hvor hun sad som vores repræsentant i Listasavn Føroyas bestyre

Nýggj kokkaútbúgving á Tekniska skúla

- Hetta er spennandi, og umstøðurnar eru góðar, sigur Andras Sigmarsson Jacobsen, lærari á Matvørudeildini, sum er avmyndaður í køkinum á Tekniska skúlanum, ið er bygdur til endamálið. - Nýggja kokkaútbúgvingin varð kunngjørd fríggjadagin í næstsíðstu viku, sigur Andras, og vísur spentur til Kunngerðarblaðið .   - Vit hava arbeitt við hesum í eina tíð, saman við umboðum frá vinnuni, matstovunum og hotellunum, Yrkisdeplinum og so framvegis, og nú er so komið hartil, at kunngerðin er lýst. Fer tíðarætlanin at halda, so fáa vit tann fyrsta fult føroyskt útlærda kokkin í 2025, sigur Andras vælnøgdur, og fer at greiða frá um innihaldið í nýggju føroysku kokkaútbúgvingini, sum varir 3 ár og 9 mánaðir. - Útbúgvingin er skipað á sama hátt sum tann danska, bæði í innihaldi og longd, soleiðis, at um ein næmingur hevur tikið okkurt av skúlaskeiðnum í útbúgvingini í Danmark, so kann hann saktans taka restina í Føroyum, ella umvent. Men hjá okkum er ein nýggj lærugrein komin afturat, sum eitur føro

Tá Soutine setir á borðið

Við støði í ekspressionistiskt kjøtiliga myndastílinum hjá franska Chaïm Soutine (1893-1943) hevur klóka myndaforritið á telduni fingið til uppgávu at lýsa fine dining í Føroyum. Úrslitið sæst omanfyri. Nú listinlærdi kjattbotturin chatGPT , sum við sjeymílaferð førir seg fram við meir og minni klókum teksti, er blivin kendur um allan heim sum hin nýggi HAL9000, vit sóu í framtíðarfilminum frá 1968 um rúmdarferðina í 2001, tað er líkasum vitlíki í núlidnari tíð, er javnlíkin í myndum, AI image creator og generator , komin á marknaðin við leitimaskinuni Bing hjá Microsoft.  Tá tú altíð hevur brúkt Google Chrom, heilt aftur til Internet Explorer og undan honum Netscape, fært tú ein so stóran bundinskap í grafikki og leitihistorikki, at tú illa fært teg at hálsa um til nakað heilt annað, so sum Bing, ið eg fái ilt í fingrarnar av, tá eg av misgávum villi meg inn har. Tað geri eg altíð, tá eg raki við kagan Edge, sum allir almennir stovnar tykjast krøkja í. So er spurningurin, um Google e