Skip to main content

Posts

Eina steikta við øllum!

Telduposturin, Sosialurin 17. mars 2000: ”En ristet med det hele” sigur hann og skutrar sær í hvassa mótljósinum. Teir tosa um fótboltsdystin herfyri og geva sangbrøðrunum Olsen besta viðmæli. Útvarpslurtið stendur frá og spælir Sound of Silence . Vit eru í fólksins templi, undir opnum hválvi á miðjum ráðhústorgi. To the neon God they bowed and prayed , syngja teir báðir Símun og Gorfuglurin, meðan pylsuroykurin stendur um næsarnar. “Den har eddermanemig et godt knæk,” sigur vælnøgdi pylsukundin. Innan eg verið avgreiddur, sigur útvarpslurtið frá um djóralæknar, sum í síðstu viku høvdu skeið í Keypmannahavn, har evnið var matur og trygd. Undir heitinum ”Fødevaresikkerhed - fra jord til bord” varð kjakast um mateitran. Ongantíð áður hevur ræðslan fyri mateitran verið so stór sum nú. Alt, tú etur, tykist vandamikið. Pylsur, ostur, egg og sanniliga eisini neytakjøt. Miðlarnir hava lopið slíkan hvøkk á fólk, at tey gloyma bæði ferðslu, morð og krabba. Nú er tað bert neytaøði. Hin minst

Faraway, so close

Brot úr: "Faraway, so close - identitet, køn og læring i børns chat" Birgir Kruse, PD afhandling medie- og kommunikationskundskab, mediesocialisation, Danmarks Pædagogiske Universitet, januar 2000: 1. Indledning Det er søndag aften i færøsk TV. Andakten er forbi og familien Færøerne sætter sig vel til rette i de små stuer for at nyde aftenens obligatoriske prime time hjemstavnsskildring. Men inden det smukt hjemmestrikkede program, der ubetinget har de højeste seertal, bringes på banen, er der reklamer. Fra bønhusets nøgne kalkvægge kastes vi ud i en commercial. Fra sekteristiske billedstormere til dagens digitale hurtigliv. Med chat som lystfyldt, intimflimrende tema, omkring en cola i ungdommens intimsfære. Vi er i pigeværelset, hun hedder Q for quinde, og er halvnøgen krybet under dynen med laptop modellen on the lap. Hun er koblet på nettet og chatter med drengen M, der sidder på sit værelse. Hun gør ham bekendt med, at sengekanten nærmer sig. ”Har du noget at jolle dig m

Summardagur í Havn 1999

FILMUR Brot úr samrøðu við seks 16 ára gamlar dreingir á miðlabreyt í stórum føroyskum skúla, summarið 1999. Umframt at rógva og spæla kurvabólt, møtast teir javnan at hyggja at splatterfilmi, ið er blóðdryppandi og ógvusligur ræðufilmur við einum farra av skemti. Dømi um tílíkan film er ”Braindead”, eisini kallaður ”Dead Alive” (Peter Jackson 1992). -Tá vit eru lidnir at rógva fara vit í videohandilin og leiga ein, ella tveir videofilmar, sum vit blíva samdir um. Helst splatterfilm. So fara vit heim til ein okkara og hava okkurt snask og cola við eisini. Hví splatterfilm? -Tí tá verða vit skjótast samdir. Hvønn film hava tit valt? -”Army of Darkness”, sum er ein splatter science fiction filmur. Hvat er tað? -Tað vil siga at tað er ikki ein gysari, men ein stuttligur filmur, sum vit kunnu skemta okkum við, grína eftir effektunum, ræðast og blíva kløkkir og grína í felag. Tað er alt. Eru tit bara dreingir? -Ja, altíð bara dreingir! Onkuntíð linka vit teldurnar, ístaðin fyri at hyggja e

Gott við einum steðgi frá tí vanliga

Turið Kjølbro, Sosialurin 10. november 1998: Tað er lætt at lata seg ávirka av fjølmiðlum, um man ikki veit nóg mikið um tað, men við at fáa undirvísing í miðlum læra vit, at vit skulu ikki trúgva øllum blint og at tað hevur týdning at duga at lesa millum reglurnar, sigur Leivur Persson, næmingur á miðlabreytini á Eysturskúlanum. Á Eysturskúlanum í Havn hava tey eina sera áhugaverda miðlabreyt. Sum orðið sigur er miðlabreytin frálæra í fjølmiðlum, tað vil siga frálæra í samskifti. Í hesum sambandi vóru báðir 10. flokkarnir á Eysturskúlanum við lærara teirra Birgiri Kruse á vitjan á Sosialinum, har tey fingu kunning frá blaðstjóranum um blaðarbeiðið, hvussu tað verður skipað og hvørji viðurskifti dentur verður lagdur á. Spurningarnir frá næmingunum vóru væl fyrireikaðir, nógvir og umfatandi, og blaðstjórin gav sær góða tíð at svara. Endamálið við undirvísingini í miðlum er at næmingarnir gjøgnum uppliving, framleiðslu og greinan menna persónliga eginleikanum at skilja og nýta miðlar. Fr

Føroyskt sjónvarp — fyri ein og hvønn prís?

Lesarabræv, Dimmalætting 5. november 1998: Í áhugaverdari sending hjá Ginnu Midjord í Útvarpi Føroya varð fríggjakvøldið kjakast um ungdómstilfar í føroysku miðlunum. Allir miðlanir, bløð, útvarp og sjónvarp, vóru umboðaðir. Harafturat var ein luttakari við, sum var serkøn í interneti og margmiðlum. Mikið áhugavert Sendingin varð endursend týsdagin, og mikudagin hevur Sosialurin í ungdómsískoytinum Yngd eina eins áhugaverda grein, sum er sprottin úr sama evni. Tað hevur mangan undrað meg, at ein so sterkur miðil sum Sjónvarpið aldri hevur tikið føroyska ungdómin í álvara. Eg meini á heimligum botni. Tað ber ikki til at skjóta seg undir, at øll eru ungdommilig, at flestu ung eisini finna frægd í tíðindum og harafturat dáma at hyggja at Baywatch og X-Files. Skal sjónvarp rekast eftir hesum parametrum, hava vit ivaleyst bara teknifilm eftir. Originalan Disney teknifilm frá 1935 til 1967. Tað fært tú helst fólk flest at verða samd um, fert tú at spyrja. Men flyta vit fjøll við tí? Tæna vit

Vit duga best at "spæla fólk í húsi"

Turið Kjølbro, Sosialurin 9. oktober 1998: - Føroyingurin verður á so nógvum økjum ruraður í blund og tað virkar við til, at vit bara "spæla fólk í húsi". Vit eru møguliga óviljað bundin at spæla tann leiklutin uttan at vit sjálv ynskja tað og eru klár yvir tað. Tí tað er so deiliga lætt og makligt. Eingin veit, hvat alternativið er, men tað kunnu vit ímynda okkum. Henda konservatisman er rættiliga rótfest í Føroyum. Vit halda aftur, vita hvat vit hava og tað er best at halda fast við tað, sigur Birgir Kruse í viðtali um útvarpssendingar sínar, um dýrgripin í kjallaranum í ÚF, føroysku fjølmiðlarnar sum heild, og fremmandagerðina av okkum sjálvum sum fólk, tí vit bara lata standa til. Hann er føddur sama ár sum Útvarp Føroya byrjaði at senda, og útvarpið hevur verið og er tann miðilin, hann fram um aðrar hevur arbeitt við. Hann hevur sent piratútvarp á Eiði og í dag situr hann í almennu loftmiðlanevndini. Og í vár fekk Birgir Kruse sum tann fyrsti føroyski journalisturin nakr

Grundgevingin hjá nevndini í Nordbok

Sveinur Tróndarson, Sosialurin 27 mai 1998: Tá ein virðisløn sum henda verður latin, liggur eitt kanningararbeiði aftanfyri sum prógvar at móttakarin hevur uppiborið at fáa virðislønina. Hetta kanningararbeiði verður samansjóða til eina motivering ella grundgeving. Grundgevingin hjá Nordbok er soljóðandi: "Birgir Kruse hevur í sendingini »Á vetrarbreytini« gjørt eina sera áhugaverda og upplýsandi mentunarsending síðan vetrarhálvuna 1996/97.Við einum tíma hvørja viku hevur hann megnað at geva lurtarunum innlit í m.a. tann fagurbókmentaliga heimin, kring okkum. Afturat tí føroyska innfalsvinklinum hevur hann alla tíðina hugsað um, at tað finst ein verð uttanfyri. Við góðari hjálp frá føroyskum rithøvundum, kritikarum og bókavørðum, sum hava verið við í sendingini, hevur hann greitt lurtarunum frá tí týdningarmesta sum fer fram innan norðurlendska prosa og poesi í løtuni. Nøvn sum Dorrit Willumsen, Anne Linnet, Michael Strange, Benny Andersen og Bo Green Jensen. Einar Már Guðmundsson

Hesaferð skreiddi Birgir av breytini

Jákup Fróði Djurhuus, lesarabræv, Dimmalætting 20. mars 1998 Tann til tíðir so frálíka útvarpssendingin hjá Birgiri Kruse, Vetrarbreytin, hevði ein serstakliga undarligan og patenttjóðskaparligan vinkul nú mánakvøldið. Til høvið hevði Birgir funnið sær tveir burðardyggar meiningsleverandørar, nevniliga Jonhard Mikkelsen, studentaskúlalærara og bókaútgevara, og Jóanes Nielsen, rithøvund og viðmerkjara. Veruligi spurningurin, settur bleiv, var, um tað funnust nakrir »sambandsrithøvundar« (hvat tað so er), nú 50 ára haldið fyri heimastýrislógini liggur fyri framman. Jonhard Mikkelsen segði seg hava sett seg at telja, um tað funnust nakrir sambandsrithøvundar, og hann var komin til ta niðurstøðu, at tað fanst eingin. Jóanes Nielsen segði trupulleikan vera, at tað fanst einki andaligt yvirskot á tí bógnum til at fáast við list. Eitt sindur seinni ivaðist Jóanes, sum rættari er, um tað einasta og týdningarmesta grundarlagið at byggja á er tjóðskapurin og málið, og vísti á tey viðurskifti, su