Skip to main content

Posts

Nýtt álit skal hjálpa politikarunum

Tíðindagrein, Sosialurin 26. apríl 2000: - Virki mentanarlív kostar. Men játtaði peningurin er kortini ikki ein útreiðsla, men heldur ein innløga í samfelagið, segði Gunnar Hoydal millum annað, tá mentanarálit varð handað býráðsformanninum í Havn í gjár. »Havnin - livandi, kveikjandi skapandi«. Hetta er heitið á nýggjum áliti um mentanarpolitik í høvuðsstaðnum. Álitið er gjørt av mentanarbólki mannaðum við átta fólkum, sum Tórshavnar býráð í januar í fjør setti. Bólkurin hevur havt 35 fundir síðani hann varð settur, og í gjár kundi formaðurin í bólkinum, Birgir Kruse, handa býráðsformanninum álitið. Mentanarálitið telur 63 síður og viðgerð 10 høvuðsevni innan mentanina í høvuðsstaðnum. Hesi høvuðsevni eru býráðið og mentanarmál, skúlarnir, ítrótturin, børn og ung, tónleikur, myndlist, sjónleikur, bókmentir og skaldskapur, søvn og stovnar og síðani onnur mentanarmál, sum til dømis bygging, livandi myndir og telda og tøkni. Áðrenn sjálva viðgerðina av ymsu evnunum, verður greitt frá megi...

Spælistøð í Havn

Úr mentanarálitinum hjá Tórshavnar kommunu "Havnin, livandi, kveikjandi, skapandi" (apríl 2000): Spælistøð Góð konserthøli eru í býnum, men hesi høli er ikki altíð tøk og verða nýtt til mong onnur endamál. Saknur er á hølum, sum burturav kunnu brúkast til venjingar og samanspæl, og saknur er á veruligum spælistøðum. Eitt spælistað er hús ella høli við dagligari leiðslu og skiftandi skrá, har fólk kunnu koma meira óbindandi enn til almennar konsertir og hoyra góðan tónleik. Eitt spælistað krevur hugnaligt umhvørvi fyri áhoyraran og skal liggja væl fyri miðskeiðis í býnum. Tað er arbeiðspláss hjá tónleikarum ella bólkum, sum eina tíð kanska kundu spælt hvør sítt kvøld í viku. Spælistaðið kundi skipað fyri samstarvi við matstovur og kaffistovur í býnum, hópur av góðum tónlistafólkum eru tøk og bíða bara eftir at verða boðsend at spæla. Spælistaðið er eitt vakstrarhús fyri tónleik og aðrastaðni ein partur av vanliga býarlívinum. Ynski og ætlanir Teir longu bíðilistarnir geva eina...

Kære dansker!

Kronik, Information 22. april 2000: Af: Birgir Kruse Vi færinger er i øjeblikket for meget "både og" og "hverken eller". Vi ønsker en afklaring af vores fremtid, men ikke at bryde de kulturelle bånd til danskerne Selvstændighed Der er megen baggage, vi har med os, når vi begiver os over hinandens grænser - geografiske, såvel som historiske og rent mentale. Men foruden eget gods fra egne skattekister, har vi også et fælles gods, der rækker langt tilbage og har antegnet vidt forgrenede former i dagens samfund. Det europæiske, nordiske - og derunder danske, såvel som det færøske. Tag nu f.eks. min egen familie. Mine æt-fædre på min fars side med navnet Kruse. Mens den kongelige monopolhandel på Færøerne - vort øje ud i den store verden - endnu var i fuld sving i midten af 1800-tallet, da var de fleste sømænd og skippere på kongens forsyningsskibene, der sejlede til Færøerne, bornholmere. Fra egnen omkring Snogebæk, Balka og Nexø. En af disse brave mænd var Jens Jørgen ...

Eina steikta við øllum!

Telduposturin, Sosialurin 17. mars 2000: ”En ristet med det hele” sigur hann og skutrar sær í hvassa mótljósinum. Teir tosa um fótboltsdystin herfyri og geva sangbrøðrunum Olsen besta viðmæli. Útvarpslurtið stendur frá og spælir Sound of Silence . Vit eru í fólksins templi, undir opnum hválvi á miðjum ráðhústorgi. To the neon God they bowed and prayed , syngja teir báðir Símun og Gorfuglurin, meðan pylsuroykurin stendur um næsarnar. “Den har eddermanemig et godt knæk,” sigur vælnøgdi pylsukundin. Innan eg verið avgreiddur, sigur útvarpslurtið frá um djóralæknar, sum í síðstu viku høvdu skeið í Keypmannahavn, har evnið var matur og trygd. Undir heitinum ”Fødevaresikkerhed - fra jord til bord” varð kjakast um mateitran. Ongantíð áður hevur ræðslan fyri mateitran verið so stór sum nú. Alt, tú etur, tykist vandamikið. Pylsur, ostur, egg og sanniliga eisini neytakjøt. Miðlarnir hava lopið slíkan hvøkk á fólk, at tey gloyma bæði ferðslu, morð og krabba. Nú er tað bert neytaøði. Hin minst ...

Faraway, so close

Brot úr: "Faraway, so close - identitet, køn og læring i børns chat" Birgir Kruse, PD afhandling medie- og kommunikationskundskab, mediesocialisation, Danmarks Pædagogiske Universitet, januar 2000: 1. Indledning Det er søndag aften i færøsk TV. Andakten er forbi og familien Færøerne sætter sig vel til rette i de små stuer for at nyde aftenens obligatoriske prime time hjemstavnsskildring. Men inden det smukt hjemmestrikkede program, der ubetinget har de højeste seertal, bringes på banen, er der reklamer. Fra bønhusets nøgne kalkvægge kastes vi ud i en commercial. Fra sekteristiske billedstormere til dagens digitale hurtigliv. Med chat som lystfyldt, intimflimrende tema, omkring en cola i ungdommens intimsfære. Vi er i pigeværelset, hun hedder Q for quinde, og er halvnøgen krybet under dynen med laptop modellen on the lap. Hun er koblet på nettet og chatter med drengen M, der sidder på sit værelse. Hun gør ham bekendt med, at sengekanten nærmer sig. ”Har du noget at jolle dig m...

Summardagur í Havn 1999

FILMUR Brot úr samrøðu við seks 16 ára gamlar dreingir á miðlabreyt í stórum føroyskum skúla, summarið 1999. Umframt at rógva og spæla kurvabólt, møtast teir javnan at hyggja at splatterfilmi, ið er blóðdryppandi og ógvusligur ræðufilmur við einum farra av skemti. Dømi um tílíkan film er ”Braindead”, eisini kallaður ”Dead Alive” (Peter Jackson 1992). -Tá vit eru lidnir at rógva fara vit í videohandilin og leiga ein, ella tveir videofilmar, sum vit blíva samdir um. Helst splatterfilm. So fara vit heim til ein okkara og hava okkurt snask og cola við eisini. Hví splatterfilm? -Tí tá verða vit skjótast samdir. Hvønn film hava tit valt? -”Army of Darkness”, sum er ein splatter science fiction filmur. Hvat er tað? -Tað vil siga at tað er ikki ein gysari, men ein stuttligur filmur, sum vit kunnu skemta okkum við, grína eftir effektunum, ræðast og blíva kløkkir og grína í felag. Tað er alt. Eru tit bara dreingir? -Ja, altíð bara dreingir! Onkuntíð linka vit teldurnar, ístaðin fyri at hyggja e...

Gott við einum steðgi frá tí vanliga

Turið Kjølbro, Sosialurin 10. november 1998: Tað er lætt at lata seg ávirka av fjølmiðlum, um man ikki veit nóg mikið um tað, men við at fáa undirvísing í miðlum læra vit, at vit skulu ikki trúgva øllum blint og at tað hevur týdning at duga at lesa millum reglurnar, sigur Leivur Persson, næmingur á miðlabreytini á Eysturskúlanum. Á Eysturskúlanum í Havn hava tey eina sera áhugaverda miðlabreyt. Sum orðið sigur er miðlabreytin frálæra í fjølmiðlum, tað vil siga frálæra í samskifti. Í hesum sambandi vóru báðir 10. flokkarnir á Eysturskúlanum við lærara teirra Birgiri Kruse á vitjan á Sosialinum, har tey fingu kunning frá blaðstjóranum um blaðarbeiðið, hvussu tað verður skipað og hvørji viðurskifti dentur verður lagdur á. Spurningarnir frá næmingunum vóru væl fyrireikaðir, nógvir og umfatandi, og blaðstjórin gav sær góða tíð at svara. Endamálið við undirvísingini í miðlum er at næmingarnir gjøgnum uppliving, framleiðslu og greinan menna persónliga eginleikanum at skilja og nýta miðlar. Fr...

Føroyskt sjónvarp — fyri ein og hvønn prís?

Lesarabræv, Dimmalætting 5. november 1998: Í áhugaverdari sending hjá Ginnu Midjord í Útvarpi Føroya varð fríggjakvøldið kjakast um ungdómstilfar í føroysku miðlunum. Allir miðlanir, bløð, útvarp og sjónvarp, vóru umboðaðir. Harafturat var ein luttakari við, sum var serkøn í interneti og margmiðlum. Mikið áhugavert Sendingin varð endursend týsdagin, og mikudagin hevur Sosialurin í ungdómsískoytinum Yngd eina eins áhugaverda grein, sum er sprottin úr sama evni. Tað hevur mangan undrað meg, at ein so sterkur miðil sum Sjónvarpið aldri hevur tikið føroyska ungdómin í álvara. Eg meini á heimligum botni. Tað ber ikki til at skjóta seg undir, at øll eru ungdommilig, at flestu ung eisini finna frægd í tíðindum og harafturat dáma at hyggja at Baywatch og X-Files. Skal sjónvarp rekast eftir hesum parametrum, hava vit ivaleyst bara teknifilm eftir. Originalan Disney teknifilm frá 1935 til 1967. Tað fært tú helst fólk flest at verða samd um, fert tú at spyrja. Men flyta vit fjøll við tí? Tæna vit...