Skip to main content

Posts

Tórsbyrgi besta átak

Tíðindaskriv, Eigarafelagið í Tórsbyrgi 28. juni 2006: VIRÐISLØN Tiltakið Best røkta bygd var fyrstu ferð hildið í 1997. Skipað hevur verið fyri tiltakinum annað hvørt ár. Í mun til undanfarin ár varð tiltakið broytt í 2006, tó við gamla leistinum sum grundarsteini og við sama endamáli Í 2006 var fyri fyrstu ferð møguligt hjá metingarnevndini, at lata ein serprís fyri besta átak. Øll kunnu verða innstillaði til hendan prísin; bæði privat, feløg, stovnar, kommunur v.m. Tað góða, positiva og framskygda átakið innan náttúru- og umhvørvisvernd, burðardygga menning í lokalsamfelagnum og/ella burðardygga ferðavinnu skal verða avgerandi fyri hvør fær prísin. Metingarnevndin nevndi hesi viðurskifti, tá virðislønin Besta Átak fyrstu ferð varð latin: Hetta er ein serlig virðisløn, sum verður latin fyri eitt serstakt átak í Føroyum. Hon kann verða latin einstaklingum, felagsskapum, virkjum, stovnum, kommunum ella øðrum. Nógv uppskot vóru tikin fram í hesum sambandi, men hevur metingarnevndin valt

Mentanin góð kor?

Lesarabræv, Dimmalætting 17. juni 2003: Í blaðgrein í Dimmu týsdagin 17. juni vil blaðmaðurin Heini Gaard verða við, at mentanin hevur góð kor í Føroyum. Alt er relativt og kann diskuterast, lukkutíð eisini mentanin. Men lesur tú greinina, fært tú ein varhuga av, at helst er pástandurin – og yvirskriftin – av allari leið. Samanumtikið hevur mentanin ikki góð kor í Føroyum. Og listin so slettis ikki. Men støðan er í batningi. Mentamálaráðharrin gav í talu greiða ábending um nýggja strategiska hugsan, tá umræður mentan her á landi. Upplýst varð eisini, at í Írlandi er listarlig starvsløn skattafrí. Tí har er eitt framúr gott samstarv millum list, lóggávu- og skattavald. Í Hetlandi er harafturat tætt samstarv millum vinnu og listarligt virksemi, altsamalt við oljupengum sum støði. Í Skotlandi á sama hátt. Her hava vit nógv at læra. Og blaðmaðurin blakar sjálvur lærdóms-eplið inn á mentanarliga vøllin. Tað er fótbólturin. Heini vil hava fótbóltin viðgjørdan í mentanarliga kjakinum. Tað er

Kjølstrektur longsul

Petur Rouch heima í stovuni við klassiskum countryplátum á borðinum og uttanfyri á Spógvavegi 51 í Havn. Meistarligu svørt-hvítu myndirnar tók Thomas Koba til greinina, sum stóð í Dimmalætting í juni 2006. Dimmalætting juni 2006: Norrøna hevur loyst og countryfólkið veittrar farvæl til oyggjar og land. Í tríkvartstakt stevna vit út á hav, leggja alt aftur um, njóta lívið, vinfólkini og sameinandi tónleikin Rannsóknarferð Birgir Kruse Skúlaflokkar, lærarar og foreldur tyrpast í fráfaringarhøllini, har covboyhattar hómast sum ýti, fremst í røðini. Fyriskiparin Fimmboði Lisberg titar millum fólkið og tosar fram fyri seg. Neyvan hevur nakað amboð sum fartelefonin eftir so stuttari tíð broytt atburð á allari klótuni. Hóast tronga plássið og stóru mongdina, eini 500 fólk, henda annan hvítusunnumorgun, gongur tað sum eftir ánni, og brátt eru vit umborð. John B tekur fryntligur ímóti við reseptiónina, og har situr Jákup Isaksen, lærari á Fossanesi, sum var við á fyrsta countrytúrinum. “Hetta v

Gene Pitney úr tíðini

»If I only had time«, sang amerikanski Gene Pitney einaferðina. Mikudagin doyði hann, 65 ára gamal á konsertferð í Cardiff. Í 1989 hoyrdist hansara ekkó á Oyggjarvegnum Minnisgrein, Dimmalætting 6. apríl 2006: Amerikanski sangarin Gene Pitney, sum yrkti »Hello, Mary Lou« og »He’s a Rebel« og í 1963 sjálvur sang »24 hours from Tulsa«, doyði meðan hann var á konsertferð í Cardiff í Wales. Jene Levy, ið umboðar Pitney sigur, at 65 ára gamli sangarin við teirri snjallu røddini, varð funnin deyður mikumorgunun á hotellkamarinum í Cardiff, har hann kvøldið fyri hevði hildið konsert, ið BBC metti sum hansara alrabestu í áratíggju. Gene Pitney, sum hevur sungið nógvar kendar plátur og eisini skrivað sangir til onnur, var javnan á konsertferð. Bara í Bretlandi stóðu 23 konsertstøð á plakatini, nú hann doyði.James Kelly, ið stóð fyri konsertum Pitneys í Bretlandi, var saman við sangaranum týskvøldið. – Eg havi aldri sæð hann so væl fyri á palli áður, andbráður og sprækin. Við Reuter sigur Kelly,

Morgunbitar á vári

Viðtal, Dimmalætting apríl 2006: Meðan Kári Svensson arbeiðir við framsýning til Den Frie í Keypmannahavn 27. mai, hevur hann fingið tillutað hvíta veggin í Klingruni, tá Summarframsýningin letur upp í Norðurlandahúsinum 7. juli. »Eg var í gongd við ein stóran málning, sum eg tí valdi at gera enn størri, so hann nú er 7 metrar langur. Inspiratiónin er upplivingar á Norðhavinum, tá morgunsólin brýtur fram úr skýnum og kvikar ternur og dølskar likkur skjóta seg eftir einum morgunbita, meðan vit kryvja,« sigur Kári Svensson, sum hevur ateliér á Velbastað Samrøða Birgir Kruse Við Hestfirði í brøttum bakborði, snúgvi eg inn undir Borgarháls á Velbastað. Í skýmingini, eitt kvink til vinstru, hómast Koltur, balstýrna oyggin, ið Ingálvur tamdi og setti á løriftið. Koyri fram við nýbygdu húsunum, har dreingirnir spæla bólt í innigyrdum túni, so hann ikki endar á streymasjógvi og hvørvir eins og Magnus á sinni. Miðskeiðs í røðini finni eg tey. Húsini hjá Kára Svensson, har hann í ovara enda hevu

Mál og myndir

Viðtal, Skúlablaðið apríl 2006: Tosað verður um tekst, mál og máliskur í móðurmálinum. Men rúmast myndir í móðurmálsundirvísingini? Við støði í nýggju bókini Les 1 hjá Føroya Skúlabókagrunni tosa vit við Kinnu Poulsen um móðurmyndir Myndlistin er ung Tekstasavnið Les 1 gongur nýggjar leiðir og nýtir myndir í móðurmálsundirvísingini. - Hugtakið móðurmynd er áhugavert at halda upp móti móðurmáli, sigur Kinna Poulsen, men ger vart við, at føroyska myndlistin er ung og røkkur ikki eins og kvæðini aftur í miðøld. - Myndlistin hevur heldur ikki fevnt allar føroyingar eins og tjóðskaparyrkingarnar, fá hava dyrkað hana, og hon hevur ikki á sama hátt sum kvæði, yrkingar og Kingo verið avgerandi fyri at mynda okkara samleika, sigur Kinna, ið fegnast um tann stóra áhugan sum í løtuni er fyri myndlistini. - Men hesin áhugin kemur eftir at okkara mentan er ávirkað av altjóðagerð, interneti, nógvum sjónvarpsrásum og er í einum syndrandi ráki, sum lagar seg eftir einstaklinginum, heldur enn almennar

Bilar í lendi og læru

Dimmalætting 31. mars 2006: Seks heimagjørdir lendisbilar hava í hesum døgum koyrt í Havnargøtum og heilt út á Glyvursnes. Tað eru næmingar á Tekniska Skúla í Havn, sum undir kønari leiðslu koyra, smíða og sveisa. – Teir hava verið toppmotiveraðir, sigur ein vælnøgdur skúlastjóri um næmingarnar. Motorlæra Í grótbrotinum á Glyvursnesi er innrás av larmandi tøkni. Millum sprongdu klettarnar ganga ungir næmingar av Tekniska Skúla í Havn klæddir sum rúmdarmenn, skrúva, snara og seta saman. Undir hjálmi gera teir tekin sínámillum, til ein peikar ótolin á klokkuna, fer burtur frá og tekur flaggið. Hetta er tað tekin, øll hava bíðað eftir. Teir renna til bilarnar, ið eru sum tiknur úr einum Mad Max-filmi. Leypa tveir og tveir í hvønn av teim seks heimagjørdu bilunum, sum Akstovan hevur góðkent við fyribils spjøldrum. Flaggberin Motorarnir rumla ótolnir meðan teir tólv lærlingarnir hyggja trøllabundnir upp á flaggið, ið enn lavar stillan í lotinum. Og so hendir tað. Við vandnum handalagi, sum

Buck Owens deyður

Kantrí: Leygardagin andaðist kantrísangarin Buck Owens, 76 ára gamal. Kantrístjørnan, ið eisini rak útvarps- og sjónvarpsstøðir, hevði 16 milliónir plátur í umfari og grundaði kantrí sum sjónvarpsevni. Fleiri enn tjúgu sangir gjørdust nummar eitt og í 1996 varð hann innlimaður í the Country Music Hall of Fame. Minnisgrein, Dimmalætting 27. mars 2006 Mynd: Buck Owens á palli í Crystal Palace í Bakersfield í juli 2003. "Such dark and lonely people" segði hann um føroyingar, sum við hetta høvi ynsktu ein sang. Buck hevði millumlent í Íslandi einaferðina. Hann helt, at veðrið og fjarstøðan til grannan ávirkaði sinnalagið hjá norðbúgvum. Umframt at syngja, spældi Buck Owens á ein elektriskan Fender Telecaster gittara, sum gjørdist ímyndin av the Bakersfield Sound, ið er eitt hvast aftursvar til sukursøta kantrítónleikin úr Nashville og í dag telur Dwight Yoakam sum fremsta forsprákara. »Samlibandstónleik, sum robottar gera, dámar mær ikki«, segði Owens og gjørdist ein hetja hjá fø