Var tað Johnny Cash, sum gjørdi tað? Grasiøst at grána við stíli og syngja, so hvørt ørindi ber boð um eitt knortlut lív, har tað uttan peningaligar spekulatiónir verður sungið úr nýggjum bókum, meinlikar fúnaðum sálmabókum, har yrkjarar heldur eita Cave enn Kingo, og gerontinski sangurin gellir, sum var tað seinasta ferðin innan ferjumaðurin tendrar The Mercy Seat ? Ikki veit eg, men her er ein nýggjur stílur, sum hevur tikið seg upp. Sangarar, ið eldast við virðing. Fyrr drukku teir seg í hel, nú vilja teir liva og syngja um eitt langt lív. Eisini sangir hjá øðrum blaðungum yrkjarum. Við lívsklókari, og ikki altíð so sterkari og reinari rødd. Undurbært. Tom Jones, sum sæst omanfyri og í hesum døgum fyllir 73, gevur út "Spirit in the Room" og byrjar við at staðfesta Well my friends are gone and my hair is grey. Orðini eru úr Tower of Songs hjá 77 ára gamla Leonard Cohen, sum Tom Jones messar, hugtakandi einfalt, og loyvir sær at tillaga í einari r