Skip to main content

Posts

Heiðrikur vann alt

Á føroyska filmskvøldinum í Norðurlandahúsinum í kvøld vann Heiðrikur á Heygum (f. 1983) bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina. Myndina omanfyri tók eg í Norðurlandahúsinum á Geytakvøldinum í fjør. Fyrra virðislønin er 25.000 krónur, umframt tiltiknu Geytastandmyndina, sum Astrid Andreasen og sonurin David Geyti hava gjørt, og sum Norðurlandahúsið letur. Seinna virðislønin er 15.000 krónur, sum Tórshavnar kommuna letur. Helena Dam á Neystabø, ið er forkvinna í Mentanarnevndini, handaði Áskoðaravirðislønina, og mær fall í lut at handa Geytan. Og onkuntíð kann tað blív ov nógv at hava sæð besta føroyska film og beint aftaná grundgeva fyri upplivingini hjá allari dómsnevndini framman fyri fullsettum sali. Men Marjun Niclasen kom mær til hjálpar, og verturin Finnur Koba varð klárur at lofta mær, um eg fór um koll undir lovprísandi upplestrinum frá samdu dómsnevndini. Hetta var teksturin, sum eg stamaði meg í gjøgnum: Hugsanin hjá mammuni um barnið er miðdepilin í hesi klassisku og tó ný

Silje úr Tróndheimi vitjar

Norska Silje Engeness er innbodni dómsnevndarlimurin í ár, sum saman við Sif Gunnarsdóttir, Jan Berg Jørgensen, Marjun Niclasen og mær sjálvum, skal taka dagar í millum, hvør av teim tíggju stuttfilmunum, ið kappast um Geytan, er hin besti. Silje, sum hevur lisið dramaturgi í Aarhus, varð í januar í ár sett í starv at leiða altjóða filmsstevnuna Kosmorama í triðstørsta norska býnum, Tróndheimi, ið er vinabýur við Klaksvík. Norska filmstevnan, sum er á hvørjum ári í mars, hevur í ár tíggju ár á baki. - Her búgva 170.000 fólk, og vit hava selt tilsamans 18.000 atgongumerki teir seks dagarnar, filmsstevnan var í ár, sigur Silje, sum fegin vil hava samstarv við føroyingar innan film og grafikk. - Setningurin hevur verið at gera ein spælifilm í hesum øki og tað hevur eydnast eftir tíggju árum. Mín egni setningur verður nú, at klára at gera ein nýggjan spælifilm, sum kann verða frumsýndur til filmstevnuna fimta hvørt ár! Umframt norskan film, leggur filmstevnan Kosmorama seg eftir

Grønland og Føroyar nógv at samstarva um

Berit Mortensen, ritstjóri, sum er slektað av Bornholm, peikar á Føroyingahavnina í nýggja grønlendska atlasinum, sum eisini er knýtt at einum talgildum netstaði, Geotema . Jú, mín sann hava vit nógv at læra hvør av øðrum, nú ellivu fólk úr grønlendska systurstovninum hjá Námi, Inerisaavik, vitja í Føroyum . Fyri fýra árum síðani hevur fyrrverandi leiðarin knýtt samband við undirvísingarportalin hjá Námi, sum eitir Snar. Undir navninum Iserasuuat , sum merkir skjót inngongd , fara tey saman við grønlendska Digitaliseringsstyrelsen at gera ein portal til fólkaskúlan í Grønlandi. Fyrimyndin er føroyski Snar, sum Ole Thorleifsen her vísir fram í skeiðshølunum hjá Námi á Hoyvíksvegnum í Havn. Tey ellivu starvsfólkini eru partar av ymsum deildum, sum allar eru undir lærda grønlendska háskúlanum, og tilsamans telja fleiri enn hálvt hundrað starvsfólk, og hava eina árliga játtan, ið er 54 mió kr. Nógvar uppgávur eru líkar, men aðrar ólikar, serliga at samskifta við partar í so stór

Fyrsti jólakavin - og ein sloyfa

Í morgunljósinum, úteftir og inneftir, sást fyrsti nýfalni jólakavin í ár. So varð at starta bilinum og skava frostin av rútinum í gøuljósinum úr Tórsbyrgi. Í býnum glampa jólaperur í trøum og gluggum, og alt speglast á stillu miðbýarvágni. Heilt niðan á Trapputrøðna, sum Útvarpið segði fyrr um landsins størstu handilsmiðstøð, so eingin varð tikin fram onnur í hesi sælu lýsingatíð, eru vindeyguni skrýdd við perum og trøðum. Uppi á Oyggjarvegnum eru longu spor í nýfalna morgunkavanum, so her eru fleiri, ið longu hava koyrt og vent, summi at taka bíløt og fleiri, sum longu eru farin til arbeiðis á Brandstøðini, Hotel Føroyum og uppi á Húsareyni, har SEV hevur bygt allar vindmyllurnar og ymist betongarbeiði enn er í gongd. Lága loðandi ljósið spælir sær suðuri í havi millum Borðuna og Kirkjubøreyn. Eina løtu sæst hon sum ein reyðgløðandi kúla, so er hon burtur, sólin, og alt er grátt yvir transformatorum, fæi og fólki ein kavamorgun við Kleynsvarða. So

10 kappast um Geytan

Í Mentanarkaféini hjá Útvarpinum og Norðurlandahúsinum í dag varð kunngjørt, hvørjir føroyskir stuttfilmar á triðja sinni fara at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina hjá Tórshavnar kommunu hósdagin 11. desember 2014. Filmarnir verða sýndir í Høllini í Norðurlandahúsinum í hesi røð: 1 Risin og Kellingin, stop motion filmur, Helga Djurhuus 4:23 2 Det mand ikke taler om, hybrid-heimildarfilmur, Andrias Høgenni 25:00 3 Just another day, heimildarfilmur, Petra Eliasardóttir Mikkelsen, 5:51 4 Sum einglar vit falla, stuttfilmur, Maria Winther Olsen, 28:00 5 Autopilot, animatiónsfilmur, Rói Davidsen, 6:00 6 Gongdin, stuttfilmur, ung á Nollywood, 5:46 7 Kom og dansa, tragikomedia, Andrias Høgenni, 14:00 8 Fall for Ewe, skaldsligur heimildarfilmur, Høgni Mohr & Jens Jákup Hansen, 2:29 9 Podróżnik, stuttfilmur, Franklin Henriksen, 4:48 10 Skuld, art horror, Heiðrik á Heygum, 30:00 Atgongumerkjasølan til tiltakið er byrjað.

Geytin

Herálvur Geyti (1914-1985) Foto: Ditlev Jensen, Odense Eigari: Bjørki Geyti Á triðja sinni verður filmsvirðislønin Geytin handað á filmskvøldinum í Norðurlandahúsinum 11. desember. Tað er abbasonurin, David Geyti, og verðdótturin, Astrid Andreassen, ið hava gjørt virðislønina, sum er hin fyrsta av sínum slag í landinum. Tórshavnar kommuna letur eisini eina áskoðaravirðisløn, har tey møttu gera av, hvør vinnur. Geytin er navnið á høvuðsvirðislønini. Tey, sum stunda til 60 og hava búð á bygd, munnu øll kennast við Geytan. Og tá tosa vit ikki um sild, men um film. 16 mm film á tínum egna heimstaði. Í dag er bara ein biografur, Havnar Bio. Hann ger eisini av, hvat verður víst í Atlantis bio, so úrvalið er hin eini biografurin. Eftir ársskiftið víðkar Havnar Bio úrvalið til nýggjan arthouse film annanhvønn mikudag undir heitinum Filmsfelagið . Fyrstur er hin meistarligi svart-hvíti Ida (Pawel Pawlikowski) úr Póllandi. Gamla Filsmlistafelagið varð stovnað í Havnar Bio í 1962

Skapandi hendur í advent

Gundadalur hevur verið ein sjóðandi arkitektoniskur pottur í mong ár. Øðrumegin er ítróttarøki, hinumegin Listaskálin, sum nú vil byggja út, og á nýggja Tempulheygnum millum Meksiko og Konmansmýru ger Bank Nordik klárt hjá einum rúmdarskipi at lenda, sum rullaði tað beint inn úr  Independence Day hjá Roland Emmerich í 1996. Ófokuseraðu hendurnar høgrumegin eru av standmyndini Ítróttur (Hans Pauli Olsen 2005), sum skal markera høvuðsinngongdina til ítróttarøki í Gundadali. Hóast eg rættuliga sjálvdan eri til fyriskipaði tiltøk á hesum kommunala spælistaði, so er í mínum hugaheimi eingin ivi um, at inngongdin er longur niðri, har sum Hoydalsvegur natúrliga førir teg úr Havnini og niðan í dalin, sum nú letur seg upp. Men helst er ymsar meiningar um tað, og ikki minst, hvat er fram- og baksíða í hesum spæliplássi við so nógvum mastrum og veggum. Men ilt er at síggja eina eintýdda ella bara nøkulunda sjónliga farleið av skapandi hondum í hesum parti av Havnini. Tá er munin

Ekstrablaðið í nýpressaðum buksum

Ein av mest siteraðu miðlum í morgunsendingini í Útvarpinum, Ekstrablaðið , hevur nú funnið útav, hví vit pissa meðan vit skíta. Ja, tað er nokkso týðandi spurningur, nú rokað jólaborð eru fyri framman, og okkurt leskiligt lættliga kann koma tvørt fyri í svølgi, sodningarleið, landrás og endatarmi. Upplýsinartænastan við útberingarstuðuli í almannamiðilinum kann fyri advent borðreiða við einum vitugum svari, sum er vitalt  fyri fólkið. Fólkið, ið skal lesa, uttan at hugsa um skoynisopp. Fólkið, sum í pressuni lesur seg til vitan, so tað verður stuðulin undir vitanarsamfelagnum, tí pressan er fjórða samfelagsmaktin, sum altíð skal hava tamarhald á lóggevandi, útinnandi og dømandi valdinum. Tí skulu øll rista í brókunum, tá pressan er á gøtuni. So í navni upplýsingarnar lata vit hesa fyndaryvirskrift úr fólksins mektigasta blað á okkara leiðum standa enn eina løtu: