Skip to main content

Posts

Sangur sum kúgan í konturleysum koronadøgum

Fríggjakvøldið vann filmurin Songs of Repression , Sangir sum kúga, altjóða virðislønina Dox:Award og Politiken:Danish:Dox Award í Keypmannahavn. Filmurin, sum er um eina anakronistiska týska niðursetubygd og restirnar av eini evangeliskari samkomu undir Andesfjøllum í Kili beint nú, sæst á cphdox.dk/online til og við 5. apríl. Tað er tey bæði Estephan Wagner úr Kili og Marianne Hougen-Moraga úr Danmark, sum hava gjørt filmin, ið er hálvan annan tíma til longdar. The Act of Killing og The Look of Silence eru millum mongu heimildarfilmarnar, sum sama danska framleiðslufelagið Final Cut For Real longu hevur gjørt, og bygnaðurin er stórt sæð hin sami, at fáa bøðil og offur at møtast, í stillum, men meðan upptøkutólið melur. Á einum slætta undir Andesfjøllum í Kili er ein hugfarslig bygd, sum klipt úr søguni um Heidi og fjallabban. Niðursetubygdin er týsk útí odd og egg, tey tala týskt og foredla alt, ið týskt er, ikki minst evangeliskan sálmasang til innvortisbrúk og oktobu

Hetta var ikki gott nokk

Havi verið framúr fegin um formidlingina av og um koronasmittuna í Degi og Viku seinastu tíðina. Men í gjárkvøldið gekk av skriðuni. Ein fakmaður tosaði um talvur og frymlar, men fotografurin á vaktini fangaði ikki talvurnar. Hvussu verturin so vildi, so krøkti faktalan ikki í myndirnar, tí tær vóru ikki har. Tá tær eina løtuni kortini vóru har, so var alt farið framvið og hevði fingið nýggjar útleggingar, tilsipingar og fótnotur, sum bara tey kønu í matametikk skilja, so vítt eg hoyrdi, fyri yvirhøvur at kunna skilja innslagið og fylgja við í fólksins almannamiðili. Í morgun hoyrdi eg tíðindaleiðaran í Pressuni í Kringvarpinum undirstrika, hvussu fegin hann var um innslagið, og hvussu redaktiónin hevði arbeitt við evninum allan dagin. Eg bleiv illa við og fór at hyggja aftur, um eg hevði hugt skeivt, misskilt, ella okkurt annað hevur forstýrað og ávirkað fakligu formdlingina úr tilbúgvingarvarpinum. Nei, eg dugdi ikki at síggja, at ein tíðindaredaktión kann verða nøgd við hett

Móðurmálsdagin: Ábyrgd

Móðurmálsdagin skrivar leikstjórin, Katrin Joensen-Næs, soleiðis um egna filmin Ábyrgd, sum skuldi havt verið frumsýndur í Filmsfelagnum í kvøld, men er útsettur í óvissa tíð, tí biografurin er stongdur av vanda fyri koronusmittu: Filmur hevur altíð havt ein stóran týdning í mínum lívið, sum fer langt út um undirhald. Tá eg hyggi eftir einum filmi, verða míni sjónarmið víðkað og míni evni, at seta meg inn í støðurnar hjá mínum medmenniskjum, betur. Søgan, ið vit vilja siga, er um, hvussu tað er at vera avvarðandi at sálarliga sjúkum. Eg havi sæð nógvar filmar, ið snúgva seg um sálarliga sjúk, men tá hevur tann avvarðandi aloftast hjáleiklutin. Eg saknaði ein film, har støðan hjá tí avvarðandi er høvuðskonfliktin. Ábyrgd snýr seg í stuttum um Ró, eina unga gentu, sum hevur ein sálarliga sjúka mammu. Mamman brúkar Ró sum heilivág, og má hava Ró hjá sær alt døgnið. Tá ið Ró fer undir at taka koyrikortið, verður hon drigin at frísku luftini og orkar ikki aftur til køvandi

Púra forelskaður í Føroyum!

- Hann er púra forelskaður í Føroyum, sigur bókhandlarin Kári Árting, sum hevur lisið nýggju bókina hjá Tim Ecott The Land of Maybe - a Faroe Islands Year . Omanfyri sæst høvundurin í lokala bretska bókahandlinum, har konan Jessica tók myndina. Legg til merkis klistrimerkið local author á fyrstu bókini ovast til vinstru. Í ellivu ár hevur Tim Ecott javnan vitjað í Føroyum, fyrstu ferð sum gestur hjá Atlantsflogi. Tað er forlagið Short Books í London, sum hevur givið nýggju ferðabókina út. Greitt er at høvundurin, sum hevur arbeitt fyri BBC og givið bøkur út á Penguin forlagnum, hevur serligan áhuga fyri smáum samfeløgum, kanska serliga oyggjasamfeløgum, so sum Seyskelloyggjar, men eisini fyri stóra Afrika. Í hesum koronatíðum hevur Kári Árting sjálvur borið mær bókina, og ger vart við, at sama tænasta, ókeypis útkoyring av nýggju bretsku ferðabókini, er galdandi fyri allar kundar í Føroyum. Kári hevur varnast, at Tim Ecott og eg eru í sambandi um Facebook og messenger.

Ravnur - føroyski talukennarin

Ein føroysk teldutala av tekst-til-talu slagnum varð ment í 2005. Teldutalan hevur verið virkin í mong ár og semja er um, at hon hevur verið til stóra nyttu hjá blindum, sjónveikum, lesiveikum og orðblindum. Teldutalan varð eisini roynd við tekstum á hesum bloggi. - Tað er serliga frá hesum brúkarabólkum at ynski hevur verið frammi um, at vit nú eisini fáa ein føroyskan talukennara, tala-til-tekst, sum tey siga, har tosað verður á føroyskum, og at hetta kemur á skrift. Tað vil siga, at vit her tosa um teldu, telefon ella aðrar pallar, har hugsandi er at samskifta, siga málfrøðingarnir Annika Simonsen, Sandra Saxov Lamhauge og Iben Nyholm Debess. Heitið á verkætlanini er Ravnur . Teksturin á hesum bloggi verður framhaldandi eitt støði í arbeiðnum við nýggja føroyska talukennaranum. Í fjør summar savnaðist arbeiðsbólkurin at seta sjøtul á tankan um ein føroyskan talukennara. - Við teldutaluni, sum lesur allan skrivaðan tekst upp, og nú við talukennaranum, kunnu bæði blind

Kringvarp av fyrstu parkett

Kringvarpið av fyrstu parkett, bæði í útvarpi og sjónvarpi, tað havi eg ikki roynt í mong ár. Men í dag varð tað. Og tó byrjaði tað við eini fyriboðan í gjárkvøldið, tá danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen, hevði eina statesman røðu, sum fekk meg at støðga á, hóast eg var á veg í biograf at síggja nýggja danska terrorfilmin Krudttønden . Heimliga støðan, mest sum undantaksstøða, gav filminum ein brodd, sum gjørdi hann autentiskt viðkomandi millum Charlie Hebdo í París og hendingina í Keypmannahavn fyri bara fimm árum síðan. Tí vóru vónir og væntanir til løgmansrøðuna til fólkið í morgun sera stórar. Men innan vit komu so langt, skuldu vit dragast gjøgnum morgunprát í útvarpinum um Tattoo Óla í Nýhavnini, sum kundi halda fram, tað var einasta prát fyri klokkan átta, og eitt illusoriskt prát um eina framsýning ella ráðstevnu um dálking, sum ikki bleiv í grannahúsinum. Sindur mattur, ófokuseraður og lítið viðkomandi tómgangsmorgun í útvarpinum, munin verri enn tað, eg pla

Er filmurin góður ella týdningarmikil?

Inngangsorð til filmin "A Hidden Life" (Terrence Malick 2019 USA 173 min) í Filmsfelagnum 26. februar: Er filmurin góður ella er hann týdningarmikil? Tað er so ymiskt, hvussu vit fata film ella bara hyggja eftir filmi. Tað er eisini so ymiskt, hvussu vit síggja ein film, hvussu kringumstøðurnar eru, ella hvussu vit minnast ein film, sum vit kanska alt okkara lív hava borið uppá. Kanska rivnar minnið, tá vit síggja filmin umaftur. Og lat meg beinanvegin siga, at tað var her inni at eg sá “In The Heat of the Night”, helst 12 ára gamal í 1969. Tá var filmurin tvey ára gamal. Havi nýliga sæð hann aftur meir enn einaferð, og hann stendur skærari enn nakrantíð. Fyrst tónleikurin hjá Quincy Jones og so hin tyggigummityggjandi suðurstatsflødabollin Rod Steiger í gulum brillugløsum, móti svarta Sidney Poitier, ið má berjast fyri sínum persóni, sínum rættindum, sínum faki, sínum fólki, sínum egna myndugleika, ið verður pilkaður niður, innan hann talar at, ella kundu hav

Nógvar dyr latnar upp, nú Sakaris ger nýggjan film

Sum filmsleikstjóri kennir Sakaris Stórá seg heima í Berlin. Her var hann fyrstu ferð í 2010 á talent legu í eina viku fyri ung fólk, ið hava kosið sær film sum listagrein. Á myndini niðanfyri sæst hann longst til høgru. - Tað var læruríkasta vikan í lívum, sigur Sakaris í Kaffihúsinum í Havn í dag, júst afturkomin úr týska høvuðsstaðnum, sum hýsir heimsins stórstu filmsstevnu mált eftir áskoðaratali. - Hugsa tær, hvussu nógv føroyskur filmur hevur flutt seg hesi árini síðan 2010. Tá varð filmur fyri meg nakað ræðuliga fremmant, og føroyskur filmur var í og fyri seg rættuliga fremmandur, hóast vit í mong ár hava átt Katrina Ottarsdóttir. - Eg var akkurát liðugur á filmskúla í Noregi, og visti ikki, um eg skuldi verða verandi har, ella flyta heim til Føroya. Tí fyrst filmur og síðan Berlin vóru so stór upplivilsi fyri meg, og knappliga er mann partur av einum altjóða netverki, at tú verður í iva, sigur Sakaris, leggur telefonina á borðið og tekur kaffikrússið í hon