Ein hin mest aktiva kommunan í landinum, Runavíkar kommuna, boðar nú frá, at hon heldur fram at avgreiða russisk skip og áhugamál sum fyrr, og sum um kríggið í Ukraina og staðfestu russisku krígsbrotsgerðirnar har eru aldri hendar, ella eru uttan týdning fyri føroysk vinnumál. Kommunan upplýsur , at: "Í vikuskiftinum kemur ”Kapitan Demidenko” á Runavík fyri at umskipa veiðuna umborð á farmaskipið “Silver Storm”. “Ester” sleipar “Baltiyskaya Kosa” til lands vegna maskinbrek og “Mekhanik Sergey Agapov” er eisini væntandi ein av fyrstu døgunum. Skipini hava fiskað í føroyskum sjógvi eftir tvílandaavtaluni, sum hevur verið galdandi millum Sovjet/Russland og Føroyar síðan fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar 1. januar í 1977." Kommunan, sum í dag er ein langur kaikantur, rættvísger framhaldandi samstarvið við krígstjóðina Russland við hesum orðum: ”Yvirhøvur hevur verið tøgn um málið síðan. Ikki eitt orð úr samgongu tíansheldur úr andstøðu og ikki eitt kis úr uttanríkisráðn