Fríggjakvøldið varð Varpið á tremur av fólki, sum í tveimum umførum vildu sleppa at hoyra býarbarnið, sangaran og orkesturleiðaran, Hall Joensen. Eg var til fyrru konsertina, og um eg so valdi fimm parametur sum ýti, so kundi eg ikki annað enn verða nøgdur, ja meir enn tað, himmalskliga fegin, at uppliva Hall á heimavølli í Varpinum í kvøld. Parametrini eg setti mær fyri, vóru fimm; í fyrsta lagi persónurin Hallur, í øðrum lagi sjangran country og tað, sum staðbundið hongur uppi við, í triðja lagi lokala mentanarhúsið, sum er nýggjur pallur og savningardepil á hesum stað, í fjórða lagi fjøltáttaða skráin við sangum, og í fimta lagi manningin, og hennara instrument, sum skapti variatión huglag og úttrykk framman fyri og í resonansi við teim møttu. Konsertin er skift í tvey sett, fyrst tólv og síðan trettan sangir í tíðarrættari røð eftir útgávunum hjá Halli. Byrjað verður serstakliga virðiliga til minnis um vinin og tulkingarfelagan, Petur Rouch, við Hank Williams sanginum frá 1948 Heav...