Átta fóru í flogvanlukkuni í Mykinesi. Føroya størstu katastrofu í okkara útvarpstíð. Í Hesti fóru ellivu mans í bátsvanlukku eftir einum degi í 1919. Tá vóru 25 hús í lítlu bygdini. Samtíðarmiðilin, Dimmalætting, sigur, at fýrs fólk búðu í Hesti hetta árið. Í dag búgva seytjan. Aðrar báts- og skipsvanlukkur eru, sum gjøgnum tíðirnar hava merkt bygdasamfeløg og elvt til tignarligar minnisvarðar og -talvur. Var tað útvarpsuppslestur av tí vanliga slagnum ein sunnudag seinrapart um hetjumerktar lagnusøgur av teim sjey høvunum, so rak hann helst framvið, lesturin á tíðarinnar havi, meðan eg ypti øksl um aftur eina søgu av slagnum, sum menn meitla í stein, tí søgusýnið er mannligt, úr mannligum keldum, har menn vóru í vanda, og lisið upp av monnum í mandigum útvarpi. Annarleiðis er í hesum føri. Her er søgusýnið kvinnuligt og sett í karm av the female gaze , sum tey siga í filmiskum ástøði. At kvinnur eiga søguna. Stillisliga taka hana við einum greiðum og sannførandi uppleggi, sum a...