Skip to main content

Posts

Himmal Heim Hammond - og Hans

Undir heitinum Himmal Heim og Hammond var konsert í Løkshøll í gjárkvøldið. Stúgvandi fult, og tá liðugt var, vildi eg ynskt, at hetta bara var ein steðgur, og hálvrunna konsertin helt fram eins leingi. So forvitnisliga innbjóðandi og fylt av spæligleði var konsertin. Hans Poulsen var kapellmeistari, sitandi við urguna, sum Evangeliihúsið keypti fyri lutfalsliga nógvar pengar í 1961, og Hjalmar Hvíklett keypti fyri ongar pengar, fýrahundrað krónur, sigst, eini fimtan ár síðan. Aftanfyri Hans var snurrandi Leslie hornið, sum kompletterar A100 urguna, ið svarar til B3 klassikaran. Kenni á mær, at salurin er um at bresta av spenningi at hoyra hvussu eitt ljóðføri kann verða miðdepilin í eini konsert, sum er ein tvørskurður av tónleikarum og sangarum í Føroyum í dag. Rógvi Langgaard tók myndina av Hans eins og allar hinar fyrimyndarliga góðu myndirnar frá konsertini, sum eg eri sloppin at brúka, sum var tað ein sunnudags eykakonsert.  Urd Johannesen bjóðaði vælkomin í Løkshøll og a...

Løk til lík - kvinnan ger munin

Átta fóru í flogvanlukkuni í Mykinesi. Føroya størstu katastrofu í okkara útvarpstíð. Í Hesti fóru ellivu mans í bátsvanlukku eftir einum degi í 1919. Tá vóru 25 hús í lítlu bygdini. Samtíðarmiðilin, Dimmalætting, sigur, at fýrs fólk búðu í Hesti hetta árið. Í dag búgva seytjan. Aðrar báts- og skipsvanlukkur eru, sum gjøgnum tíðirnar hava merkt bygdasamfeløg og elvt til tignarligar minnisvarðar og -talvur. Var tað útvarpsuppslestur av tí vanliga slagnum ein sunnudag seinrapart um hetjumerktar lagnusøgur av teim sjey høvunum, so rak hann helst framvið, lesturin á tíðarinnar havi, meðan eg ypti øksl um aftur eina søgu av slagnum, sum menn meitla í stein, tí søgusýnið er mannligt, úr mannligum keldum, har menn vóru í vanda, og lisið upp av monnum í mandigum útvarpi. Annarleiðis er í hesum føri. Her er søgusýnið kvinnuligt og sett í karm av the female gaze , sum tey siga í filmiskum ástøði. At kvinnur eiga søguna. Stillisliga taka hana við einum greiðum og sannførandi uppleggi, sum a...

Aðru ferð í Ísrael

  Sum skrivari í føroyska Miðflokkinum varð Ólavur í Geil í døgunum 23.-29. august í ár boðin til Ísraels at vitja. Ísraelska sendistovan sendi innbjóðingina, sum Hannah Goldshmidt, ið hevur norðurevropeisk sambond um hendi fyri ísraelsku uttanríkistænastuna, hevði lagt til rættis. Innbjóðingin varð send til Political Staffers Delegation From the Nordic Countries, tað vil siga starvsfólkum hjá politiskum flokkum í Norðurlondum. Nógvir føroyingar hava vitjað í Ísrael. Hetta var onnur ferðin hjá Ólavi í hesum landi, ið fleiri av heimsins rithøvundum seta, ikki bara ovarlaga, men eisini á ein heilt serligan stiga.  Vit kunnu nevna okkara egna Kristian Osvald Viderø, sum í ”Ferð mín til Jorsala” skrivar um ferðina, hann gjørdi til Jorsalir, tað er Jerúsalem, í 1952 og fimm ár seinni gav út í bók. Svenska Selma Lagerlöf gav fyrst í 1900talinum út Jerusalem, har hon í tveimum bindum letur karga veruleikan heima í Dalarna renna saman við ein bíbilskt poetiskan frælsisdreym í Heilag...

Brecht og pallar í Havn

Tað eru pallar í Havn, sum ongan góðan eiga, hóast tey evarska fáu, ið næst eru at virkseminum, hjúkla um og kýta seg til tað ýtarsta, at standa saman um viðkomandi pall. Summi meira enn einastaðni. Men tað er ikki nóg mikið. Havnin skal vera ein mentabýur eins og í teim metropolum á evropeiska meginlandinum, vit kunnu og vilja bera okkum saman við. Men politikarar fata ikki henda veruleika og hava aldri gjørt tað, hvussu nógv skriviborðsálit og tankaspøl við orðum, teir og tær leggja í skuffurnar við 99 pappírum í hvørjari skuffu, í besta føri at brúka til skáltalur, og tá ítróttarhetjur koma heim. Nú burdi verið payback time. Tann stundin, at mentanin ger krav uppá sítt. Kanska eigur heystið at byrja við tí, payback time. Hvørt heyst. Tað havi eg hug at siga nakað um, nú hann heystar og eg enn ikki síggi nakran mentapolitikara gera annað enn hyggja eftir skýggjunum, sum Prædikarin ávarar ímóti, nú tað er ”tann tíðin, tá ið teir, sum sita um húsið, skelva, og maktarmenninir verða krop...

Fótbóltschester

Fyrrárið var eg á fótbóltsferð í Liverpool og nú var eg í somu ørindum í Manchester, ið er nakað størri enn fyrri fótbóltsbýurin. - Eg visti ikki at tú hevði áhuga fyri fótbólti, sigur Mortan Enni, nýlendur í Edinburgh, og vil hava meg at siga inngangsorðini uppaftur, sum vóru í Náttarravnssendingini í 1992. Hann er ein av teim væl meir enn tretivu, sum nú fara í bussin til Liverpool, meðan eg eri í meira avmálda bólkinum, sum fer í minna bussin til Manchester, í báðum førum framvið Lockerbie og við steðgi í giftingarbýnum Gretna Green. Vit tosa um influensarar, sum missionérar í dag kalla tey, ið skriva á netið og ikki í inbundna bók við ryggi og nummari. Eins og Poul hava vit grønt pass, og eg sigi Mortani, at fyrsti fótbóltsinfluensari eg minnist, var læknin Petur, ið fremmandur kom til bygda, fekk fólkið at taka undir við abstrakta tankanum um Norðís, og seinni, tað mundi vera í 72, knógvaði u-matic upptakaran og sjónvarpið, sum stóðu fyri einki í heimastovuni og vigaðu sum sement...