Eftir Oscarhandanina eri eg sannførdur um, at meginparturin av altjóða filmiska mentanararvinum er komin aftur til Evropa, har hann upprunaliga hoyrir heima. Bíligu Hollywoodeffektirnar, ella tju-bang-filmarnir, sum Pauli Olsen plagdi at taka til í Sjónleikarhúsinum, eru sleptar. Og friður verið við teimum. Fremsta eyðkenni er dvalandi myndatøkan og klippirútman, og ein sjáldsamur estetiskur sansurin fyri tí farna og djúpt forfalna í lívinum á bygd. Akkurát so sum tað er, ótilgjørt og ektað á dustutu heiðini. Langt frá metropolunum, men við sterkum kenslum, ið bylgjast undir yvirflatuni og skapa ein seregnan dramatikk. Bestu Oscarúrtøkuna fingu amerikansku Coenbrøðurnir, sum hesuferð lívgaðu okkum við “No country for old men”. Gamaní, ein harðrendur filmur, fjart frá tragikomisku bygdamyndini í “Fargo” og hinum góðlynta “The Big Lebowski”. Men sansurin fyri smálutunum, burturi í óbygdum, er har. Sum eitt ekkó av týska Wim Wenders í “Paris, Texas”. At vera nær og tó so fjar. Harðrendi l