Onkuntíð brúka vit frámerkið vitanarsamfelagið, sum um vitan er eitt nýtt samfelagsligt fyribrigdi og ikki var til fyrr, vitanin. Wikipedia fekk meg at venda hesum tanka eina ferð eyka í morgun. Orsøkin er, at nú eru ikki færri enn 6 milliónir greinar at finna á ensku Wikipedia. Tað var í gjár, at høvundurin Rosiestep skrivaði eina grein um eina kanadiska lærarinnu í 19. øld, sum eg einki visti um. Tað var grein nummar 6 millión. Hvat er vitan? Hvør nytta er í henni, vitanini, og hvat gagn hevur tú sum brúkari av vitanini um eitt ávíst evni til eitt ávíst høvið? Og er vitan eitt definitivt fyribrigdi, sum ikki er til diskussión, men bara er dosering niður í høvdið á næminginum, um hon yvirhøvur er atkomulig, vitanin? Ella er hon innilæst í einum okkultum munkakleystri fyri vaksin, har bara tey skriftlærdu, ið hava rætta lykilin, sleppa inn at lesa og ogna sær vitanina? Og krevur hon hald fyri at verða umsetilig, vitanin, eitt peningaligt hald, ið føðir eina merkantila algorit