Skip to main content

Í fyrstuni var myndin


Aftur í dag var eg mintur á ósvitaligu styrkina í myndini. Ein so ósvitalig styrki, at í minsta lagi eftirlit má til, og hjálpir tað ikki, so er tað fyrst ávaring og síðan fullkomið bann, eyðablikkiligt myndabann.

Tað minti Facebook meg á í dag, nú kjøt verður selt frá bóndanum í Búðini úti á Heyggi á Velbastað.

Tað púra gerandisliga, sum er í matsølu, og tað púra natúrliga, sum er í heimligum slakti, verður skrásett sum vandamikið og niðurbrótandi í altjóða eygum.

Í einum automatiseraðum snareftirliti fer pengasterkasta fyritøka í verðini instantly eftir føroysku myndini, at rætta staðbundna forfallið inn til altjóða standard.

Men havi eg dirvi, so kann eg klikkja og taka hana fram undir egnari ábyrgd, demoraliserandi myndina.

Herrópið og stavnhaldið hjá pengasterkastu fyritøkuni, sum varð stovnað í 2004 og hevur adressu á Hackergøtuni í Menlo Park, er enn sum áður Give people the power to build community and bring the world closer together.

Men henda myndin er ov sterk og ágangandi fyri felagsskapin.

Kanska tí at altjóða og serliga amerikanska krígs- og dreparamentanin ger myndafatanina óunnuliga, tí vit onga PISA kanning hava at stuðla okkum til tá umræður mynda- og propagandabrúk.

Bókstavamentanin stendur sterk, men tey sum lesa minst hava betri uppiborið. Tí í fyrstuni var myndin. Ikki orðið.