Skip to main content

Bilisma fer at taka lívið av okkum


Nú er aftur kjak um, hvar Tjóðleikhúsið skal verða. Áki, sum situr í Suðuroy, skrivar á portalinum In.fo í dag, at 2400 borgarar hava mótmælt, at ein Tjóðpallur skal vera har, sum bæði kommuna og landstýrið hava peikað á í fleiri harrans ár, nevniliga á Skálatrøð í Havn.

Men út til ovurhondsstóra parkeringsplássið, sum kommunan umsitur av einslistum fyri okkara skattapening, er ein handil, sum eigur mest sum allar bygningar, ið longu verða leigaðir út til ymisk privatpeningalig og profittmaksimerandi endamál, eisini til tað almenna skattasystemið. Í hesum eina handli hava viðskiftafólkini um skivuna fingið høvið at skriva undir eitt kræddarseymað mótmæli, nú tey kortini vóru har og keyptu, innan tey settu seg aftur í bilin, sum stóð á vælhildna kommunala parkeringsplássinum uttanfyri.

Henda atferð gevur mær enn einaferð høvi at grunda yvir, hvør bestemmar í Havn. Eirindaleysa handilslívið ella fólkavaldi kommunali myndugleikin.

Samstundis sum vit fyri somu skattakrónur, ella í hvussu er skattakrónur úr somu lummum, hava bygt og støðugt byggja út samferðslukervið, verða fólk minni og minni mobil. Hóast hundraðtals brúktar skattamilliónir, skal alt verða á heimrustini, har tey sjálvi búgva. Nú verður tað gudhjálitúmær ein øvutur trupulleiki, at vit hava og fara at bøta um samferðsluviðurskiftini.

Í somu grein hjá Áka í dag verður sagt: "Røddir hava eisini verið frammi um at byggja tað (Tjóðleikhúsið, red.) onkustaðni í Eysturoynni, beint við tunnilin. Mett verður, at har liggur tað líka væl fyri sum á Skálatrøð, tí tað verður líka skjótt hjá nógvum fólki at koyra hagar, sum tað verður at koyra oman ígjøgnum býin í Havn, og oman á Skálatrøð."

Tað vil siga, at bleyta menniskjan verður ikki sett í miðdepulin, tá býarplanlegging verður hugsað og framd. Nei, tað eru hørðu ferðslulutirnir, bilarnir, sum skulu hertaka og eiga rúmið, antin teir eru elektriskir, bensin ella diesel drivnir. Bilar fram um alt. Koyrandi ella støðlaðir.

Bilurin skal gera av, hvar føroyingurin skal søkja sær uppliving. Bilurin skal gera av, um vit yvirhøvur fáa eitt tjóðleikhús í Havn ella aðrastaðni. Bilurin. Ikki eingang borgarliga atkvøðan fjórða hvørt ár, ella professionella býarfyrisitingin og allar minst mentalívið.

Nei, bilurin skal bestemma. Eisini tá hann ikki verður brúktur. Tá skal hann parkerast. Ókeypis á kommunala økinum, sum bæði land og komuna hava peika á í áratíggju. Gott at vit, sum velja og betala, eru tolnari enn tey, sum kradda.

Men eg má so siga, at eitt tjóðleikhús hevði verið stuttligari enn eitt parkeringspláss. Ja, allur miðbýurin hevði verið stuttligari, um størri fyrilit varð víst teim bleytu trafikantunum, heldur enn einsíðugt bara at taka hædd fyri hørðu trafikantunum og teirra goymsluplássi.

- Nakrantíð hugsað um tað, at bilurin hevur so sterkar fastatøkur á okkum, kvinnum og monnum, at hann helst fer at taka lívið av okkum?

Hugsað um tað. Stilla upp, og tú fært mína atkvøðu.

PS! Verkætlanin við Tjóðleikhúsinum ber í sær 12 (tólv) fleiri parkeringspláss enn tey núverandi. Eisini er ætlanin háttað soleiðis, at tú koyrir inn, parkerar og kanst koma turrskødd ella turrskøddur úr ómissandi bilinum, og ganga inn í Tjóðleikahúsið. Nú verður bara bíðað eftir Mentamálaráðnum.