Skip to main content

Góður betri bestur


Einki er sum ein góður filmur. Men uppaftur betri eru fleiri góðir filmar á rað. Tað er best.

Nú er mikudagsskráin í Filmsfelagnum aftur dagførd við tí mesta áhugaverda á biografmarknaðin beint nú. Tað sigur profilurin á Facebook og heimasíðan hjá Havnar Bio.

Her eru besta gospelkonsertin nakrantíð (hon er 48 ára gomul), lívið hjá kendasta danska krígsfotografinum á hermótinum og heima við master class í Filmshúsinum, suðurkoreanski Oscarfavoritturin Parasite um æviga stættarsamfelagið, norski Disco, sum við vakra ungdómsleiðaranum førir okkum inn í eina fríkirkjumeinigheit, franskt portrett av eini kvinnu í flammum í Bretagne í 1760, eysturríkski militernoktarin Franz Jägerstätter, sum 36 ára gamal varð tikin av døgum í 1943, tí hann ikki vildi drepa fyri Hitler, men heldur vildi liva eitt stillislig lív, tað slapp hann ikki, um kvinnuliga læknan Amani, sum arbeiðir undir jørð í krígsherjaða Sýra - og at enda danska Krúttunnan, sum varð heimsókt av yvirgangsmanninum Omar stutt eftir hendingarnar á redaktiónini hjá Charlie Hebdo í Fraklandi. Tað tekur líkasum samanum filmsúrvalið beint nú.