Skip to main content

Ber til at gera satiru úr Holocaust?


Fyrsti almenni føroyski dagur til minnis um Holocaust nærkast. Dagurin er 27. januar og skal eftir samtykt í Løgtinginum hereftir haldast í Føroyum. Orsøkin til at júst hesin dagur er valdur er, at 27. januar fyri 75 árum síðan bjargaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødum og øðrum kúgaðum fólkum úr týningarleguni Auschwitz-Birkenau.

Sum upptakt til fyrsta Holocaustdagin í Føroyum fer Filmsfelagið at vísa spildurnýggja filmin Jojo Rabbit, sum nýsælendski Taika Waititi hevur gjørt úr søguni Caging Skies. Taika Waititi er jødi og maori.

Hanna Jensen fer at innleiða sýningina, sum er mikudagin 15. januar í Filmsfelagnum.

Filmurin Jojo Rabbit er ein amerikansk satira um Holocaust og Nazitýskland. Vit fylgja 10 ára gamla týska dronginum Johannes Betzler, sum verður kallaður JoJo og mest av øllum stríðist við einsemi. Tað er Roman Griffin Davis, ið hevur leiklutin sum Jojo. Tá hann ein dagin uppdagar, at mamman, sum er Scarlett Johansson, krógvar eina jødiska gentu (Thomasin McKenzie) á loftinum, noyðist hann at endurskoða tilveruna. Jojo fer til loyniliga og ikki sørt uppspunna hjartavinin, sum er leikstjórin sjálvur, Taika Waititi, ið leikar Hitler, at siga honum frá um hetta skakandi loyndarmál heima við hús. Tað er í hesum sambandi og samskifti, at Jojo ásannar eina blinda tjóðskaparkenslu, sum bara hann megnar at bjóða av og - kanska - mana í jørðina.

Tí er Jojo Rabbit ikki sum filmar flest.

Sama tema og somu frásøgulutir hevur franski meistaraleikstjórin François Truffaut brúkt í filminum Le Dernier Métro í 1980.

Øll hava atgongd til filmar hjá Filmsfelagnum.