Mikudagin 29. januar kl 20:00 vísir Filmsfelagið danska filmin Krígsfotografurin. Filmshúsið hevur boðið leikstjarnum, Boris Benjamin Bertram, og fotografinum, Henrik Bohn Ipsen, til Føroya í hesum sambandi.
Eftir sýningina fara teir báðir at tosa um filmin og at svara spurningum í Havnar Bio, har Filmsfelagið vísir film hvørt mikukvøld. Tina í Dali Wagner, sum er stjóri í Filmshúsinum, fer at stýra prátinum, og Ole Wich fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum.
Í seks ár hava Boris og Henrik fylgt kenda krígsfotografinum Jan Grarup til arbeiðis í lívshættisligum krígsøkjum úti í verðini og so heima við hús í Danmark.
Dagin eftir filmsýningina fer Tina at skipa fyri masterclass í Filmshúsinum við Boris og Henrik frá klokkan 14:00 til 17:00.
- Vi vil fokusere på samarbejdet mellem fotograf og instruktør, samarbejdet med hovedpersonen Jan Grarup, og vi skal tale om hvordan man planlægger optagelser i farlige områder, om research, om æstetik og etik og om filmens narrativ. Vi viser klip fra både denne film og andre film som Boris og Henrik har arbejdet på sammen, sigur Tina.
Masterclass undirvísingin kostar einans kr 175,00 og tilmelding er á tina@filmshus.fo
Krígsfotografurin er í uppskoti at fáa Robert virðislønina sum besti heimildarfilmur. Avgerðin fellir sunnudagin hin 26. januar.
Boris Benjamin Bertram er útbúgvin leikstjóri á Danska Filmskúlanum í 2005. Henrik Bohn Ipsen er útbúgvin fotografur á Danska Filmskúlanum í 1997.
Atgongumerkjasølan til filmsýningina er byrjað við skivuna í biografinum og á netinum.
29/1 kl 20:00 Krigsfotografen (Boris Benjamin Bertram DK 2019 78 min)