Skip to main content

Posts

Flyfrisk ella long-life?

Í vikuni hoyrdi eg frá einum vinmanni, at í Grønlandi brúka tey ofta og títt vendingina flyfrisk um mjólk, sum er nýflogin úr Danmark, og tí kostar hareftir. Annarleiðis er við hinari bíligaru long-life mjólkini, sum er viðgjørd at halda sær longri, júst so sum vanligi brúkarin á staðnum í størri mun ynskir. Nakað sum í Íslandi, har tey settu skelti í kioskvindeygað, tá nýggj donsk vikubløð vóru komin og áskriftin tí segði Ný dönsk , sum eisini bleiv navnið á einum vælumtóktum orkestri har í landinum. Ný dönsk. Herheima er í sama handilsliga innflutningshøpi vanligt at siga: Nýggj vøra heimkomin! Men tá eg hoyrdi orðingina flyfris k í grønlendskum høpi, skilti eg, at týdningurin hevur flutt seg frá handilshillunum til HR økið, tá umræður at fáa nýtt fólk í almenna geiran og fremsta oddin í privata vinnulívinum. Er ein nýggjur persónur rekruteraður úr útlondum til eitt leiðandi starv, so kann verða sagt: “Er du flyfrisk?” í týdninginum, ert tú akkurát komin úr Danmark og tosar tú bara

Hvat skulu vit við Hoydølum?

Hvat skal gerast við Hoydalar, spyrja nógv havnarfólk í hesum tíðum. Spurningurin er ikki nýggjur, hann hongur saman við flytingini út á Glasir í Marknagili, sum tó varð minimeraður longu á politiska tingborðinum, so alt skuldi tódna. Samstundis varð eingin støða tikin til tey høli, sum studentaskúlanæmingarnir, handilsskúlanæmingarnir og næmingarnir á tekniska skúla høvdu húsast í fram til hetta. Í hvussu er ikki tað eg veit. Eftir standa vit aftur við barakklíknandi bygningum, sum heldur enn at verða transformeraðir til okkurt nýtt, ella bara javnaðir við jørðina, kanska til parkeringspláss í fleiri hæddum, enn standa órørdir, tað eg veit. Hetta er jú ikki sjónlig býarplanlegging av tí góða slagnum.  Umframt at vit fáa nógvar skurvutar bygningar, sleppa onkrir teirra, serliga teir í Hoydølum, at fara í loddrætt forfall. Og tað hóast ein kapping varð útskrivað og mong úrslit komu inn, eftir øllum at døma bara til forstýrilsi, so tað almenna fekk um skrúvuna. Síðan hava bygningarnir st

Pelé er djúpt óinteressantur

Netflix ger tað aftur. Tey hava gjørt ein heimildarfilm, um fyrstu múgvandi fótbóltsstjørnu í heiminum, brasilska Pelé, sum fyri landið vinnur trý heimsmeistaraheiti og livir tað góða lívið, eisini undir harðrenda einaræðisharranum, Médici. Greitt er, at í áratíggju hava fótbóltur og filmur verið fólksliga undirhaldið ikki bara í Brasil, men í øllum Suðuramerika. Hesir fólksligu tulkingarfelagsskapir, sum ikki krevja lesiførleika ella dannilsi og tí eru griðstaðir fyri almúguna, sum tiltuska sær eitt atgongumerki, hava skapt ein áhuga og eina peningakonsentratión, ið sum einki annað hevur rímað uppá korruptión, ið hevur sent eitt ekkó um allan heim, samstundis sum fólksliga savningarmegin hevur verið eitt amboð hjá harðrendum einaræðisharrum, sum Médici, at gera seg sjónligar, at troðka seg fram og lyfta steypum, og at tryggja sær fólksliga makt og at verða valdir aftur og aftur. Alt hetta letur Pelé seg brúka til, tað er sjón fyri søgn.  Men tey, sum fyri Netflix hava gjørt filmin, fá

INGÁLVUR Ferðin inn í tað ókenda

Mikudagin 3. mars frumsýnir Filmsfelagið nýggja heimildarfilmin um listamannin Ingálv av Reyni (1920-2005), sum Hans Petur Hansen og Dánjal Højgaard hava gjørt. Sýningin er í Havnar Bio. Í seinnu helvt av 90-unum fylgdu nakrir føroyskir fjølmiðlamenn Ingálvi av Reyni í útvið trý ár. Burturúr kom heimildarfilmurin  Svartur sannleiki  (1999), sum er ein persónslýsing av Ingálvi, við listamanninum sjálvum sum frásøgufólki. 20 ár seinni hava framleiðararnir verið í pappeskjunum og leitað gamlar upptøkur fram, sum máttu sáldast frá í klippingini til filmin. Virðismiklar upptøkur við og um ein av Føroya fremstu listarmonnum, sum ikki hava verið vístar alment áður. Hesaferð møta vit Ingálvi av Reyni soleiðis, sum filmsliðið aftanfyri Svarta sannleika upplivdi hann. Á ferðini síggja vit samrøður, sum ikki hava verið vístar fyrr. Vit síggja aðrar síður av listamanninum og fáa innlit í íblástrarkeldurnar, sum ávirkaðu hann. Heimildarfilmurin er gjørdur í sambandi við, at tað herfyri vóru hundra

Myndlist blómar í skúlanum

Frá at vera Føroya helst mest undirmetta lærugrein, og tað í ólukkumát, er myndlist nú sett fremst og ovast á øllum breddum í skúlanum.  - Ikki tí, at eg vil hava fleiri tímar, tí tað veit eg, at eg ikki fái, men tí eg vil gera lærugreinina sjónliga í almenna rúminum við einum afturvendandi tiltakið, sum er mikudagin í viku ellivu hvørt ár.  Ætlanina og orðini eigur Henny Dánialsdóttir, sum er fakligur ráðgevi í Námi og undirvísir í myndlist á Listabreytini í Nám X. Her sæst hon í gongini í Námi, har Føroya Fólkaháskúli hevur framsýning í løtuni. Við loyvi frá Henny seti eg inn nakrar myndir frá Listabreytin i, har tey hava arbeitt við parafrasum, nýtulkingum, av listaverkum, føroyskum og útlendskum. ListaMeldur fer nú at verða eitt afturvendandi tiltak, ið endar við einum stórum listafagnaði mikudagin í viku 11.  - Hendan dag, sum í ár er 17. mars, fara børn og ung kring allar Føroyar at seta myndlist á breddan við eini rúgvu av myndlistaligum tiltøkum og framsýningum á skúlunum, sig

Ein strandarpromenada

Riviera Paradise við Stevie Ray Vaughan í oyrunum og einum Sea Breeze í hondini, tað verður lagið, tá tú í framtíðin skalt svala tær á ein heitan dag yviri við Strond.  Tú hevur allan tann friðsæla fjørðin fyri tær, og ikki so mikið sum skuggan av hurrandi lastbilum og treylarum av havnarlagnum, sum fáa jørðina at skelva, senda sitringar í skallan og elva til ítøkiliga ótrygd, ikki bara fyri gangandi, men eisini fyri sjafførar. Havnarútbyggingin hevur gjørt vegin yviri við Strond til eina latenta deyðsfellu. Tá einki er gjørt við vegin, ið skal svølgja allan framburin, hava býráðspolitikarar, ivaleyst við óvanliga ringari samvitsku, leitað aftur til eina gamla ætlan, ið er at gera gøtu fram við sjóvarmálanum, akkurát sum tey hava í øðrum londum og býum, har tey vilja fagna havinum og skapa upplivingar fyri tey, ið eru til gongu. Altjóða móðurmálsdagin var eg niðri á Bukkvald, ikki fyri at loysa mær buksurnar, men fyri at royna útsiktina frá hesi ætlaðu strandarpromenaduni, sum nú er í

Kann man vera haturskristin?

Tá tín argasti fíggindi skrivar um títt samlaða lívsavrik: " Humanisma Hanusar er ikki annað enn plagiat av Fjallaprædikuni, " tá kann tað ikki verða betri, haldi eg. Tað er jú vakrasti tekstur í verðini og søguni, so sum vit kenna hana, søguna og verðina.  Sjálvt Roy Andersson kann ikki skamma Fjallaprædikuna niður í horna, men dyrkar hana sum eitt upphevjað úttrykk í misantropisku filmunum, sum nú eisini hava funnið brettir á føroyskum palli.  Men haldi ikki, at greinaskrivarin fatar tað framseting, hann kroystir úr egnum krampapenni, beint fyri evstamark, tvíhaldandi um hann, pennin, meira orgastiskt hatursfullur enn nakrantíð.  Greinin hjá briljanta ensktlæraranum, sum í kjalarvørrinum á religiøsa fólkaforføraranum, Jim Jones, leiddi okkum trygt gjøgnum How they bend minds í Newsweek í 1978, fær meg at spyrja:  Kann man vera ein haturskristin?  Er nakað til, sum eitir haturskristin?  Móti mínum vilja, fær Óli meg ikki bara at halda tað, men at tað er plausibult og í fína

Floral Fireworks

Floral Fireworks er heitið á trælistaverkinum hjá Joel Cole, sum straks fangar mín áhuga í Müllers Pakkhúsi, har hann fyrireikar framsýningina Gróðursettur - Tilflytarasøgur . Trælistaverkið er eitt av seks myndaevnum á nýggjum frímerkjum, sum Frímerkjadeildin hjá Posta gevur út í dag við enska heitinum Transplanted - Immigrant Stories .  Á framsýningini eri 81 listaverk, skurðmyndir, ið eru evnaðar til í Føroyum úr viði frá fyrra heimstaðnum hjá listamanninum, Shakopee í Minnesota, og settar á føroyskt basalt.  Í dag býr listamaðurin í Saltnesi.  Framsýningin, sum er skipað í tíggju temu, letur upp leygardagin 20. februar kl 19 við talum, tónleiki og onkrum góðum til góman. Eftir hetta er opið hvønn dag kl 14-18 fram til 5. mars.  - Tað at flyta heimanífrá og at búseta seg aðrastaðni, er nakað, sum øll menniskju kenna til. Hetta er tað, sum myndahøggarin Joel Cole, ein føroyskur amerikumaður, heiðrar í hesum frímerkjaarki, sigur Frímerkjadeildin hjá Posta í tíðindaskrivi á útgávudegnu

The Shining: Sóttarhald í Helviti

  Mikudagin 17. februar innleiddi Sámal Soll klassiska filmin "The Shining" í Filmsfelagnum við hesum orðum: Eg bleiv spurdur, um eg kundi innleiða filmin í kvøld. Eg segði ja, gamaní, lætt nokk. Hetta er verðins besti filmur, hvør sena er sum ein ekspressionistiskur málningur og hvør kamerarørsla er ein symfoni. Soleiðis, tendra! Nei, talan er um The Shining, og tað er ikki hvør sum helst filmur. Flestu hava nokk longu sæð hann. Hann kom út í 1980. Leikstjóri er Stanley Kubrick, og Stephen King hevur skrivað skaldsøguna, sum filmurin er bygdur á. Triðja skaldsøgan hjá King. Jack Nicholson hevur høvuðsleiklutin. Nógv kenna danska heitið Ondskabens hotel. Skal filmurin hava eitt føroyskt heiti, so skjóti eg upp, at vit kalla hann “Sóttarhald í helviti” Jack Nicholson spælir Jack Torrance, sum er ein edrúur alkoholikari, sum - saman við konu og soni sínum - tekur við einum starvi sum umsjónarmaður í einum stórum fjarskotnum gistingarhúsi: The Overlook Hotel.   Sum er avby

Zimbardo er gud!

Klipp frá Netflixfilminum “The Stanford Prison Experiment” (2015), har illa tiltuskaði fangin gevur seg undir hin tyranniska og forfengiliga sálarfrøðingin, Doktor Philip Zimbardo (Billy Crudup), í Stanford-kjallaranum í 1971. Fangin, sum ikki sæst í myndini, eigur ovara setningin og sálarfrøðingurin hin niðara.  Í longri tíð hava starvsfelagar tosa um royndina hjá amerikanska sálarfrøðinginum, Dr. Philip Zimbardo, í kjallaranum á Stanford Universitetinum í 1971, har 24 lesandi hvítir menn skuldu velja at spæla antin fangar ella fangavørar í fjúrtan dagar, fyri fimtan dollars um dagin, meðan summarferia var og eingin helt uppsýn. Í San Francisco hevur eini starvsfelagin vitjað Zimbardo heima og etið døgurða saman við honum. Í dag er hann 87 ára gamal og hevur undirvíst á Stanford University í 50 ár, heilt frá 1968. Zimbardo er beinleiðis orsøkin til, at Nám er sloppið at arbeiða við sálarfrøðitilfari á netinum um gerandishetjur við støði í Hero Imagination Project . Tí bleiv eg serliga

Spír í fotolist

Í dag er seinasta freist at síggja tær fleiri enn tretivu fotomyndirnar, sum bólkurin Fokus hevur hongt upp. Til høgru fyri inngongdina fangaði eg Haldur Suna Johansen, sum hevur tikið myndina Spír , har vit í forgrundini síggja spírið á Kvívíkar kirkju og í baksýni kuplarnar hjá Kublai Khan á Sornfelli. Nei, eg bara roksi, men summi orð, so sum kublar, ríma so stuttliga við onnur orð, nøvn og hugtøk. Og at nakar samanhangur er millum kirkju, mentamál og radarar á hesi myndini, tað er púra tilvildarligt, og ikki á nakran hátt tilætlað, forvissar Haldur Suni meg um, meðan dyrnar inn í Smiðjuna í Lítluvík enn standa opnar. Haldur Suni eigur eisini hesa mynd, sum tekur seg merkiliga væl út á vegginum í Smiðjuni. Tað er sum at myndin, ið frammanundan er skarpt pressað og uttan óviðkomandi órudd, fær eina nýggja trístrenta rúmdarkenslu, har hon hongur upp móti hvíttaða grótvegginum. - Ein einsamallur danskari, sigur myndamaðurin um myndina, sum bara eitir Bygningur . Gudny Benjaminsdóttir e