Floral Fireworks er heitið á trælistaverkinum hjá Joel Cole, sum straks fangar mín áhuga í Müllers Pakkhúsi, har hann fyrireikar framsýningina Gróðursettur - Tilflytarasøgur. Trælistaverkið er eitt av seks myndaevnum á nýggjum frímerkjum, sum Frímerkjadeildin hjá Posta gevur út í dag við enska heitinum Transplanted - Immigrant Stories.
Á framsýningini eri 81 listaverk, skurðmyndir, ið eru evnaðar til í Føroyum úr viði frá fyrra heimstaðnum hjá listamanninum, Shakopee í Minnesota, og settar á føroyskt basalt.
Í dag býr listamaðurin í Saltnesi.
Framsýningin, sum er skipað í tíggju temu, letur upp leygardagin 20. februar kl 19 við talum, tónleiki og onkrum góðum til góman. Eftir hetta er opið hvønn dag kl 14-18 fram til 5. mars.
- Tað at flyta heimanífrá og at búseta seg aðrastaðni, er nakað, sum øll menniskju kenna til. Hetta er tað, sum myndahøggarin Joel Cole, ein føroyskur amerikumaður, heiðrar í hesum frímerkjaarki, sigur Frímerkjadeildin hjá Posta í tíðindaskrivi á útgávudegnum. Umframt Floral Fireworks, eru hini poetisku heitini Casual Alien, In My Father's Footsteps, Round My Edges, Thorn og Full Circle. Frímerkini fáast sum stemplaðir fyrstadagsbjálvar, smáark og plakat. Og tá eg í mong ár havi havt til vana at leitað á netinum eftir góðum faktateksti um føroysk listafólk og føroyskar hendingar og fyribrigdi, so má eg enn einaferð sanna, at Frímerkjadeildin hjá Posta helst er besta føroyska mið yvirhøvur, tá um tekst ræður.
Í tekstinum um nýggju frímerkini verður sagt í dag, at í hesum smáarkinum við seks frímerkjum heiðrar Cole sjálva upplivingina av at flyta, bæði sum eitt alheimsligt fyribrigdi í søgu menniskjans, men eisini grundað á sína egnu persónligu søgu.
- Tá hann arbeiðir við træi, sum er felt í hansara heimstáti, Minnesota, brúkar Cole orð og vendingar, sum verða brúktar innan skógrøkt, tá hann sipar til gongdina í tilflytingini: at takast upp við rót, at umplantast, at formast, at følna, at vaksa, at trívast og at blóma. Sjálv tilgongdin, tá hann heystar upprunatilfarið, hevur týdning fyri verkini hjá Cole. Hann vaks upp ikki langt frá Missisippi-ánni í býnum Shakopee, ið hevur fingið navn eftir grein av Dakota-ættarbólkinum. Tætt við bratta áarbakkan veksur mongd av gomlum leyvtrøum, m.a. sukurahorn og valnøtutrø. Har finnur hann við, t.d. trø, sum eru brotnað ella eru í endanum av teirra livitíð. Hesi brúkar hann sum tilfar til verkini. Í hesi røðini hevur hann eisini brúkt rátt, skorið og pussað føroyskt basalt - eitt steinslag, ið er eitt av høvuðstilfarinum, sum hesar oyggjar í Atlantshavi eru gjørdar av. Hvør skurðmynd stendur á einum støði av hesum gamla tilfari.
Fyri Cole gevur hesin viðurin afturljóð í hansara egnu søgu. Hann hevur ferðast langt heimanífrá og er umskapaður av ferðini.
- Rørdur av síni egnu uppliving sum tilflytari og sínum takksemi fyri ta gávu, ið hansara ættleidda land hevur givið honum, hevur Cole skapt hesa røðina av skurðmyndum fyri at fagna umplantingini og gróðursetanini, ævintýrinum og spenninginum, sakninum, umskapanini og gleðini við at laga seg til og ættleiða eitt nýtt heimland.
Ein innbjóðandi organisk framsýning, sum fer um Atlantshav, Atlantic Crossing, fyri at brúka eitt aktuelt norsk filmsheiti, sum eg vil viðmæla fyri hugtakandi tilfarið og óvæntaðu samansetingarnar, so sum føroyskir gittarstreingir, at halda konstruktiónum saman og skapa ein ráan struktur í tí mjúkt slípaða tilfarinum, sum Joel Cole arbeiðir við í Barakk 28 í Mjørkadali saman við innsettum. Eisini fyri jól, tá hann var fyri tí óhappi at missa tveir fingrar, tá hann arbeiddi við borðsag saman við einum fanga, ið against all odds fekk hjálp til blóðdálkaða ólukkustaðin, meðan øll hini fundaðust og einki hoyrdu. Kann lættliga hugsa mær, at hesin verður kosin ársins fyrstuhjálpari.