Frá at vera Føroya helst mest undirmetta lærugrein, og tað í ólukkumát, er myndlist nú sett fremst og ovast á øllum breddum í skúlanum.
- Ikki tí, at eg vil hava fleiri tímar, tí tað veit eg, at eg ikki fái, men tí eg vil gera lærugreinina sjónliga í almenna rúminum við einum afturvendandi tiltakið, sum er mikudagin í viku ellivu hvørt ár.
Ætlanina og orðini eigur Henny Dánialsdóttir, sum er fakligur ráðgevi í Námi og undirvísir í myndlist á Listabreytini í Nám X.
Her sæst hon í gongini í Námi, har Føroya Fólkaháskúli hevur framsýning í løtuni.
Við loyvi frá Henny seti eg inn nakrar myndir frá Listabreytini, har tey hava arbeitt við parafrasum, nýtulkingum, av listaverkum, føroyskum og útlendskum.
ListaMeldur fer nú at verða eitt afturvendandi tiltak, ið endar við einum stórum listafagnaði mikudagin í viku 11.
- Hendan dag, sum í ár er 17. mars, fara børn og ung kring allar Føroyar at seta myndlist á breddan við eini rúgvu av myndlistaligum tiltøkum og framsýningum á skúlunum, sigur Henny.
- Endamálið við árliga tiltakinum, ListaMeldur, er at varpa ljós á tær handaligu og tónlistarligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum, harav serliga myndlist, sigur Henny.
Hon leggur afturat, at endamálið er eisini at lýsa, hvønn týdning hesar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivna hjá einstaka næminginum, umframt at kveikja og geva íblástur.
- Øll kunnu vera við, undirstrikar Henny og nevnir barnagarðar, skúlar, háskúlar, eftirskúlar, miðnám og Námsvísindadeildina sum dømi.
- Øll skulu kenna møguleikan at uppliva gleðina við at skapa, sum júst er eitt av berandi endamálunum við ListaMelduri, sigur hon, og leggur afturat, at øll, ið fyrireika saman við henni, gleða seg at síggja tilmeldingar frá børnum og ungum kring alt landið!
- ListaMeldur leggur upp til, at lærarar og næmingar fara út, og í felag verða sjónlig við listini í almenna rúminum. Um tit gera eina tvørfakliga verkætlan, arbeiða við litlæru, læra at tekna andlit, ella mála ein heilan húsavegg, tað er púra upp til tykkara.
- Einki er ov lítið, og einki er ov stórt. Tað ljóðar øgiliga háfloygt, men í veruleikanum varpar ListaMeldur bara ljós á tað, tit longu gera úti á ymsu skúlunum, sigur Henny Dánalsdóttir, fakligur ráðgevi í Námi, sum eisini stjórnar heimasíðuni Listameldur.