Skip to main content

INGÁLVUR Ferðin inn í tað ókenda

Mikudagin 3. mars frumsýnir Filmsfelagið nýggja heimildarfilmin um listamannin Ingálv av Reyni (1920-2005), sum Hans Petur Hansen og Dánjal Højgaard hava gjørt. Sýningin er í Havnar Bio.

Í seinnu helvt av 90-unum fylgdu nakrir føroyskir fjølmiðlamenn Ingálvi av Reyni í útvið trý ár. Burturúr kom heimildarfilmurin Svartur sannleiki (1999), sum er ein persónslýsing av Ingálvi, við listamanninum sjálvum sum frásøgufólki.

20 ár seinni hava framleiðararnir verið í pappeskjunum og leitað gamlar upptøkur fram, sum máttu sáldast frá í klippingini til filmin. Virðismiklar upptøkur við og um ein av Føroya fremstu listarmonnum, sum ikki hava verið vístar alment áður.

Hesaferð møta vit Ingálvi av Reyni soleiðis, sum filmsliðið aftanfyri Svarta sannleika upplivdi hann. Á ferðini síggja vit samrøður, sum ikki hava verið vístar fyrr. Vit síggja aðrar síður av listamanninum og fáa innlit í íblástrarkeldurnar, sum ávirkaðu hann.

Heimildarfilmurin er gjørdur í sambandi við, at tað herfyri vóru hundrað ár síðan Ingálvur av Reyni var borin í heim.

Lagt til rættis og framleitt hava Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen. Filmurin, sum er í litum, varir 84 minuttir.

Frumsýningin verður í Filmsfelagnum mikudagin 3. mars kl. 19:00. Sýningin er, eins og allar sýningar í Filmsfelagnum, almenn og í Havnar Bio.