Í dag er Norðurlandadagur, sum er ársdagur fyri at Helsingforssáttmálin varð undirskrivaður í finska høvuðsstaðnum í 1962. Tað er grundlógin fyri almennum norðurlendskum samstarvi. Frammanundan høvdu Norrønu Feløgini verið virkin síðan 1919. Skipað norðurlendskt samstarv kann tó skrivast heilt aftur til Kalmarsamveldið í 1397. Og í ár fyllir Norðurlendska Ráðharraráðið, Nordisk Ministerråd, 50 ár. Meðan fólksliga norðurlendska samstarvið var spennandi fyrr, so er filmur úr Norðurlondum komin í staðin. Hann er ofta nokkso spennandi. Í hvussu er fyri mín part. Søgur við saft og kraft verða sagdar á norðurlendskum biograflørifti, bara tú fært atgongd til teir, norðurlendsku filmarnar, sum eru serstakliga tungir at flyta um grannalandamørk. Men onkuntíð hepnast. Bara ein árlig afturvendandi norðurlendsk filmstevna er til, og hon er uttanfyri Norðurlond, í Lübeck í Týsklandi, har nýggir norðurlendskir filmar hava verið vístir í 62 ár. Nú Norðurlandadagur er, og koronastøðan ger, at biogr