Í dag verður søkt eftir ráðgeva í fremmandamáli til fólkaskúlan, í fyrsta lagi donskum. - Ynskir tú at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og hevur gott innlit í viðkomandi lærugreina- ella læriøki, so hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi sum námsráðgevi, verður sagt í lýsingini frá Námi í dag . Í fólkaskúlanum verður byrjað við donskum í triðja flokki. Lærugreinin er kravd til og við níggjunda flokk. Í tíggjunda flokki er lærugreinin valfrí. Meðan fólkaskúlalógin ikki sigur nakað um fremmandamál yvirhøvur, uttan at nevna at “annað fremmandamál enn týskt kann veljast”, so verður vegleiðandi sagt í lesiætlanunum, sum eru komnar seinni, at fyrsta fremmandamál er danskt. Í Heimastýrislógini, verður sagt í grein 11, at “Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum. Við framløgu av appelmálum skal donsk umseting av øllum føroyskum skjølum fylgja við.” Í