Skip to main content

Posts

At fáa svarta kúlu

  Roynir tú at sleppa inn í Klubban frá 1799, kanst tú fáa svarta kúlu, tá teir menn, sum framman undan eru innlimaðir, hava ballotatión og ikki vilja hava teg inn. Umráðandi er at fáa so nógvar hvítar kúlur, sum gjørligt, helst onga svarta, tí tá ert tú óynsktur, dilitaður sum á Facebook, og sleppur ikki uppí felagsskapin við teim hvítu kúlunum, tá talt verður upp. Soleiðis kann tilveran verða sett í system. Um tað ljóðar sum heksakunstir, so er tað tað. Blackball er heitið á nýggjasta av trimum sangum hjá Jósef Zachariassen. Sangirnir, sum eru enskir, eru við á komandi savninum Summer ,  har titulsangurin er sum ein nýføddur Anton Carlos Jobim, sum við Waters of March skolar upp á eina føroyska bossanova strond. Framúr! Baksýnið er í førinum Blackball darrandi varislig elektronika, so kemur ein prædikumaður inn í ljóðmyndina, og lesur við mjúkari rødd úr King James Bíbliuni úr seytjandu øld um at tykta sonin við koyrili. Og tað er slettis ikki hin tíðarvilsta uppistandsskemtaran,

Hvør hevur maktina í Nútíðarhavnini?

Hvørki íbúðir ella tjóðpallur. Nei, ítróttur uppi í Hoyvikshaganum, tí at nøkur klára seg væl í hondbólti fyri tíðina og ikki passa inn í høllina, sum skattaborgarar júst hava fíggjað niðri á Hálsi.  At íðka og halda seg virknan eitt langt lív er gott, men í eini samhaldsfastari samfelagsskipan, har alt verður fíggjað við andre folks penge og mínum egna skattaíkasti hvønn dag í árinum, haldi eg ikki at tað er rætt at seta so nógvar kollektivar skattakrónur í hondbóltshøllina, sum eisini kann brúkast til okkurt annað, soleiðis hissini, tá onkur hevur hug til tað, kanska seyðasýning har uppi í haganum. Politikkur er at prioritera.  Hóast sjálvur Tjóðveldisflokkurin, mín egni heiðurskrýndi hugsjónarflokkur, hevur havt akkurát sama aðalmál, 75 ár eftir fólkaatkvøðuna - at byggja eina ítróttarhøll - er hetta ikki á nakran hátt røtt politisk prioritering, sæð úr mínum sjónarhorni, um hon so verður kallað Ellintshøll.  Sjálvur vildi eg ynskt, at høvuðsstaðarkommunan tók yvir allar bygningar h

Og eg, sum helt at eg var seinasti útvarpslurtarin...

Mynd: KVF Allastaðni har eg komi, verður útvarpið sløkt. Tí eri eg so himmalsfegin um kanningarúrslitið , sum vísur at fólk ikki bara brúka Kringvarpið, men eisini hava álit á tí. Hyggasíggj og hoyr, takk og lov! Hinvegin, YouTube og Facebook, ið bara eru har, sum ein planta í góðum ella ringum lendi, eru yvirmett sum tíðindaberar hjá brúkarum. Eg haldi at tey eru tíðartjóvar. Og so er tað tað, at brúkar tú alla tína disponibla tíð á hesum báðum miðlum, so verður tín tíðindahorisontur hareftir.  At tosa um álit og upplýsing í hesum føri, er í besta føri studentikost og stuttligt, helst tí at tað er kulørtari enn stirvnir gamaldags almannagagnligir miðlar, sum vilja náa øll við øllum uppá eingang og ongan fornerma, og allíkavæl gera tað gott! Haldi tað er rættari at fokusera uppá tíðarbinding og hvussu nógva tíð fólk brúka uppá Facebook og harvið forsøma teir veruligu miðlarnar, sum eg ikki haldi at YouTube og Facebook eru, uttan at leggja nakað annað í tað enn tíðarbrúkið.  Trupulleiki

Hvar fer James Bond eftir at hava lagt beinini í Kalsoynni?

Spoiler alert, øll tit, sum enn ikki hava sæð “No time to die” í biografinum. Danska filmstíðarritið, Soundvenue , spyr í nýggjastu greinini, hvar James Bond fer, eftir at hann so definitivt, og fyri fyrstu ferð í fimmogtjúgu filmum, velur deyðan sum exit í Kalsoynni, samstundis um filmurin endar við tiltiknu orðunum ”James Bond will return”. Ikki tí, hvørki Kalsoyggin ella Føroyar verða nevndar í filminum, hóast vit síggja tær og skansan hjá tí ónda Lucifer beint fyri okkara eygum, har í norðasta enda á Kalsoynni við Trøllanesi, Borgaranum og Kallinum. Danski netmiðilin, Soundvenue, spyr við støði í hesum fiktiva veruleika, um James Bond nú verður at sígga í nýggjum spinoff síðusøgum, ið fara at víðka um søguheildina, alt eftir hvussu framleiðararnir lesa marknaðin?  Fer James Bond framhaldandi at vera ein lutfalsliga konventionellur hvítur maður, ella fer hann at verða ein eksplisitt homosexuellur maður, innan hann fær annan húðarlit og kanska eisini annað kyn?  Fara vit at síggja sj

Tikin úr tíð og borin til tín

Í kvøld var konsert í Hátúni í Musikkskúlanum úti við Landavegin í Havn, dygst við Glasir. Tvey nýggj konsert- og upplivingarrúm í útryðjuni av høvuðsstaðnum, sum eg nú havi roynt einaferð í part, fyrru ferð við studentaleikinum Cabaret á Glasi og í kvøld við Kata í Hátúni - á yrkishædd, so tað stendur eftir í. Hástøkk í Hátún! Elstu upptøkurnar av føroyskum sangi eru frá Hjalmari Thurén í 1902. Umframt at vera grundarlag fyri nýggjastu útsetingum hjá Kata á fløgu, sum Tutl gevur út, vórðu hesar søguligu upptøkur eisini flættaðar inn í konsertina. Ein spennandi og eitt sindur mystisk konsertlýsing, Kata 1902 , kanska tí eg ikki hevði verið her fyrr. Tær fimm røddirnar í Kata, Arnfríð Lützen, Birita Adela Davidsen, Eyð Steinbjørnsdóttir, Guðrið Hansdóttir og Unn Paturson, tulkaðu kvæði, skjaldur og barnarím ”um risar við hjartasorg, uppfinningarsamar ungmoyggjar, víkingastríð, syrgiligar lagnur og stuttligar søgur,” sum tær søgdu, undirfundigar. Unn Paturson, sum hevði stemmigaffilin, h

James Bond gongur sum heitt breyð

- Beint nú eru tað 1500 fólk, sum hava sæð James Bond, og 2200 atgongumerki eru seld, sigur Mourits Clementsen úr Havnar Bio á nátturða leygarkvøldið. - Vit hava spurningar inni um skúlabio fyrrapartar, allar okkara sýningar hava verði heilt útseldar, og so hava vit eykasýningin í dag, sum vit nokk vóru nakað sein úti við. Í morgin er eisini ein eykasýning, sum longu hevur selt nakað, umframt hinar báðar sýningarnar í morgin, ið eru so gott sum útseldar. Nýggi James Bond filmurin “No Time To Die”, sum fær allar bestu ummæli í øllum heiminum, gongur m.a. fyri seg í norðara enda á Kalsoynni, har Trøllanes og Kallurin eru sjónlig frá mongum síðum og á mangan hátt. Atlantis, sum nú eitir Norð Bio, vísur eisini nýggja James Bond filmin, sum helst fer at verða mest sæddi filmur í ár. Eftir ársskiftið gevur Posta út eitt føroyskt James Bond frímerki í hesum sambandi.

Wilkinson møtir Benjamin 75 ár eftir Nürnberg

Í dag eru 75 ár síðan rættarfundirnir, Die Nürnberger Prozesse , vórðu loknir í Nürnberg, har nasistar vórðu dømdir fyri krígsbrotsverk og orðið genocide fyrstu ferð varð brúkt í altjóða rættarskjølum. Rættarfundirnir vórðu hildnir frá 20. november í 1945 til henda dag í 1946, hin 1. oktober. 75 ár eftir rættarfundirnar í Nürnberg hevur bretski dokumentaristurin, David Wilkinson, møtt ungarska sakføraranum, Benjamin Ferencz , sum er 101 ára gamal, og er hin seinasti ákærin úr Nürnberg, ið enn er á lívi.  Burturúr er komin ein 175 minuttir langur heimildarfilmur, Getting Away with Murder(s) , sum Wilkinson nú ferðast við í bretskum biografum.  Umframt Benjamin Ferencz tosar hann í filminum við Mary Fulbrook, Dan Plesch, yvirlivararnar Kitty Hart-Moxon, Malka Levine og Arek Hersh, nasistajagstraran Stephen Ankier, bretska útvarpsmannin Robin Lustig, týska ákæran Jens Rommel, Holocaustlæraran Philip Rubenstein og James Smith, sum skipar fyri Holocaust minnismerkjum. David Wilkinson sigur

Hóast disputed er Føroyar heimsins nalvi

Eftir at hava sæð longsta James Bond film í søguni, hin fimta og seinasta við Daniel Craig og einasta film í verðini, sum við ósvitaligum production value er gjørdur í Føroyum, eri eg ovfarin av, at almennu Føroyar hava eydnast so væl at draga eitt filmiskt produkt aftur at sær sum No Time To Die . Men eins og eg fyrr havi sagt, so ørkymlar tað meg, at nýggi óslípaði gimsteinurin í Norðuratlantshavi, Føroyar - sum er í harðari locationkapping við Írland og Strandanoreg - verður borðreiddur og serviseraður av íslendska True North , og ikki einum framleiðslu- og locationfelag, sum í størri mun er staðbundið, og hevur eina játtan ikki bara at liva av, men støðugt at skapa ekspanderandi kreatiónir og møguleikar, sum draga framleiðslufeløg higar, og sum frá líður eisini fleiri og fleiri fólk í biograf, sum aftur er eitt skiftandi hugtak millum real life sitistovur og stroyming. Tí greitt er, ikki minst á Netflix beint nú, har røðin Start-Up peikar beint á Føroyar, skalt tú í fiktiva univer

Børnini tapa í øllum kríggi

Skyggen i mit øje er nýggjur filmur, sum Ole Bornedal hevur gjørt um hendingina fyri krígslok, tá Franski Skúlin á Frederiksberg varð bumbaður av einum mistaki. Filmurin, sum er framúr til undirvísing í hádeild og á miðnámi, hevur ein føroyskan vinkul, sum Óli Jacobsen úr Gøtu fer at greiða frá um, tá hann innleiðir sýningina í Filmsfelagnum mikudagin 13. oktober, tvær vikur undan almennu frumsýningini í Biografklub Danmark. Bumbað av misgávum Um morgunin hin 21. mars í 1945 gera nunnurnar og skúlanæmingarnir Rigmor, Eva og Henry klárt at byrja dagin í Franska Skúlanum á Frederiksberg.  Langt burturi - hinumegin Norðsjógvin - gera bretskir flogskiparar hjá Royal Air Force klárt at hjálpa donsku mótstøðurørsluni í eini avgerandi atsókn. Teir hava sett kós móti Shellhúsinum mitt í Keypmannahavn har Gestapo hevur tikið sær høvuðssæti undir krígnum.  Men á ovastu hædd hava týskarar sett 26 danskar fangar sum livandi skjøldur.  Álopið eydnast, men stutt frá hesum staðnum hendur ein vanlukk

Føroyar í amerikanskum optikki

Her er amerikanski fotografurin, Bill Schwab longst til høgru, avmyndaður á Viðareiði við Múla í baksýni, nú tey hava havt fotoskeið í Føroyum í skiftandi heystveðri við Hotel Føroyum og tveimum bussum sum støði. Tey eru frá vinstru Gwenn Rosseau, Amy Acettura, Daniel Bayer, Kerik Kouklis, David Schoenwald, Olivier Boreau, Jim Feller og ferðaleiðarin Bill Schwab. Í eitt tíðggjuáraskeið havi eg kent meistarfotografin, Bill Schwab, sum býr í Harbor Springs í Michigan. Hann hevur lisið fotografi á Central Michigan University, tók prógv í 1983 og seks ár seinni fór hann undir virksemið North Light Press. Í 2005 byrjaði hann, m.a. við fundraising, at byggja eini skeiðsdepil úti í skógini í Emmet County, har norðuri í Michigan. Húsini vórðu liðug í 2014 og eru nú karmur um North Light Workshops .  Tað er við hesum støði at Bill skipar fyri ferðandi fotoferðum víðahvar, eisini til Føroya. Í dag fara tey í Sandoynna at fotografera, fyrst og fremst við analogari útgerð so sum Hasselblad. Heimko