Skip to main content

Hvar fer James Bond eftir at hava lagt beinini í Kalsoynni?

Spoiler alert, øll tit, sum enn ikki hava sæð “No time to die” í biografinum.

Danska filmstíðarritið, Soundvenue, spyr í nýggjastu greinini, hvar James Bond fer, eftir at hann so definitivt, og fyri fyrstu ferð í fimmogtjúgu filmum, velur deyðan sum exit í Kalsoynni, samstundis um filmurin endar við tiltiknu orðunum ”James Bond will return”.

Ikki tí, hvørki Kalsoyggin ella Føroyar verða nevndar í filminum, hóast vit síggja tær og skansan hjá tí ónda Lucifer beint fyri okkara eygum, har í norðasta enda á Kalsoynni við Trøllanesi, Borgaranum og Kallinum.

Danski netmiðilin, Soundvenue, spyr við støði í hesum fiktiva veruleika, um James Bond nú verður at sígga í nýggjum spinoff síðusøgum, ið fara at víðka um søguheildina, alt eftir hvussu framleiðararnir lesa marknaðin? 

Fer James Bond framhaldandi at vera ein lutfalsliga konventionellur hvítur maður, ella fer hann at verða ein eksplisitt homosexuellur maður, innan hann fær annan húðarlit og kanska eisini annað kyn? 

Fara vit at síggja sjálsvstøðugar partar og persónar, sum í biografinum fara at liva teirra egna lív, eins og gitingar eru um í komandi Batman filminum The Batman næsta ár? 

Hvussu er og ikki, so hevur framleiðarin, Barbara Broccoli, longu sagt, at framtíðin hjá James Bond er í biografunum og ikki aðrastaðni.

Stuttligt og hugvekjandi, at vit í Føroyum, og tað serliga kalsoyingar, hava fingið leiklutin sum heimstaður og karmur um higartil mest endaligu orrustuna millum tað góða og tað ónda, James Bond og Lucifer, um heimsfriðin og fría heimin, so sum vit í løtuni kenna hann. 

Tú atti at unt tær at sæð endan á No time to die í biografinum og gjørt tær tankar um, hvar James Bond fer í næsta filmi, tá hann ikki longur eitir Daniel Craig, og hvørji eyðkenni munnu fara at hanga upp við honum og hansara leikluti, fyri ikki at siga hennara.

Livst so spyrst - í Kalsoynni!