- Beint nú eru tað 1500 fólk, sum hava sæð James Bond, og 2200 atgongumerki eru seld, sigur Mourits Clementsen úr Havnar Bio á nátturða leygarkvøldið.
- Vit hava spurningar inni um skúlabio fyrrapartar, allar okkara sýningar hava verði heilt útseldar, og so hava vit eykasýningin í dag, sum vit nokk vóru nakað sein úti við. Í morgin er eisini ein eykasýning, sum longu hevur selt nakað, umframt hinar báðar sýningarnar í morgin, ið eru so gott sum útseldar.
Nýggi James Bond filmurin “No Time To Die”, sum fær allar bestu ummæli í øllum heiminum, gongur m.a. fyri seg í norðara enda á Kalsoynni, har Trøllanes og Kallurin eru sjónlig frá mongum síðum og á mangan hátt.
Atlantis, sum nú eitir Norð Bio, vísur eisini nýggja James Bond filmin, sum helst fer at verða mest sæddi filmur í ár. Eftir ársskiftið gevur Posta út eitt føroyskt James Bond frímerki í hesum sambandi.