Mynd: KVF
Allastaðni har eg komi, verður útvarpið sløkt. Tí eri eg so himmalsfegin um kanningarúrslitið, sum vísur at fólk ikki bara brúka Kringvarpið, men eisini hava álit á tí. Hyggasíggj og hoyr, takk og lov!
Hinvegin, YouTube og Facebook, ið bara eru har, sum ein planta í góðum ella ringum lendi, eru yvirmett sum tíðindaberar hjá brúkarum. Eg haldi at tey eru tíðartjóvar. Og so er tað tað, at brúkar tú alla tína disponibla tíð á hesum báðum miðlum, so verður tín tíðindahorisontur hareftir.
At tosa um álit og upplýsing í hesum føri, er í besta føri studentikost og stuttligt, helst tí at tað er kulørtari enn stirvnir gamaldags almannagagnligir miðlar, sum vilja náa øll við øllum uppá eingang og ongan fornerma, og allíkavæl gera tað gott! Haldi tað er rættari at fokusera uppá tíðarbinding og hvussu nógva tíð fólk brúka uppá Facebook og harvið forsøma teir veruligu miðlarnar, sum eg ikki haldi at YouTube og Facebook eru, uttan at leggja nakað annað í tað enn tíðarbrúkið.
Trupulleikin er kanska at miðlarnir í okkara landi, sum ikki eru public service, eru so syndarliga veikir, at teir av øllum alvi royna at líkjast Facebook uppsløgum.
Men Portalurin klárar seg merkiliga væl í kanningini. Hví hann klárar seg so nógv betri enn in.fo er óvæntað.
Og so er greitt at landsins elsta avís, Dimma, er tann føroyski miðil, ið hevur besta rúm fyri betringum. At Dimma hevur so lítla undirtøku er heilt løgið. Men tølini í kanningini, skal eg taka hana fyri fult, siga tað. Og her er tað so tað, at vit eru ikki von við at fáa úrslit av fjølmiðlakanningum og -brúki her heima hjá okkum. Tað er ein ásannan, sum bara kann vaksa og blíva betri, so hvørt bygt verður oman á hana. Vitanin um miðlabrúk og hvar rákið er í løtuni, hvussu óvæntað tað enn kann tykjast okkum, sum til gerandis eru bundin av miðlum, nógvum miðlum, ja eru beinleiðis tíðindanarkomanar, er eitt grundkrav, skulu varandi miðlar fungera her í landinum.
- Vit hava brúkt sama leist sum altjóða kanningin World Value Survey. Og so hava vit tillagað onkrar spurningar til føroysk viðurskifti. Nú er ætlanin at hyggja nærri at, um Føroyar líkjast okkara grannalondum, sigur Heini í Skorini adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum, sum saman við øðrum hevur gjørt fleiri kvantitativar kanningar, seinast í mai-juni í ár, tá 700-800 fólk vórðu biðin um at svara, um tey høvdu álit á ymsum stovnum og myndugleikum, og so hesin aktuelli parturin av kanningini, sum sæst í miðlunum í dag, og snýr seg um álit á miðlar og miðlanýtslu. Greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað dáturnar.
Her eru hægstu og lægstu metingarvirði í Føroyum beint nú: danska løgreglan, sum er hægst og fremst, og føroysku politisku flokkarnir, sum eru reyvin á fimtu división. Mitt í millum er Kringvarp Føroya.