Hvørki íbúðir ella tjóðpallur. Nei, ítróttur uppi í Hoyvikshaganum, tí at nøkur klára seg væl í hondbólti fyri tíðina og ikki passa inn í høllina, sum skattaborgarar júst hava fíggjað niðri á Hálsi.
At íðka og halda seg virknan eitt langt lív er gott, men í eini samhaldsfastari samfelagsskipan, har alt verður fíggjað við andre folks penge og mínum egna skattaíkasti hvønn dag í árinum, haldi eg ikki at tað er rætt at seta so nógvar kollektivar skattakrónur í hondbóltshøllina, sum eisini kann brúkast til okkurt annað, soleiðis hissini, tá onkur hevur hug til tað, kanska seyðasýning har uppi í haganum.
Politikkur er at prioritera.
Hóast sjálvur Tjóðveldisflokkurin, mín egni heiðurskrýndi hugsjónarflokkur, hevur havt akkurát sama aðalmál, 75 ár eftir fólkaatkvøðuna - at byggja eina ítróttarhøll - er hetta ikki á nakran hátt røtt politisk prioritering, sæð úr mínum sjónarhorni, um hon so verður kallað Ellintshøll.
Sjálvur vildi eg ynskt, at høvuðsstaðarkommunan tók yvir allar bygningar hjá heimsins elsta klubba niðri í Havn og setti skil á teir, og sum tað allar fyrsta innrættaði ein marghallarbiograf við kjallaraparkering dygst við Degnshús - alt samalt fyri skattagjaldarans pening í kollektivu javnaðarkommununi.
Síðan kundi eg hugsað mær at verandi Meiarí og Sjónleikarhús vórðu sligin saman til ein felags býarpall, kanska eisini saman við Finsen og bakarínum hjá Frants at fáa elevatorsenu, og síðan kundi eg hugsað mær at sosialdemokratiska kommunan bygdi almannagagnligar íbúðir í hópatali til heimfluttu býarbørnini og tað beinanvegin.
Og tá eg hugsi eitt sindur nærri um tað - politikkur er at prioritera - so skuldi raðfylgjan kanska verið øvut: fyrst íbúðirnar, síðan lokala sjónleikapallin og so biografin á Vaglinum.
Alt fyri skattaborgarans pening.
Men tað letur ikki til at fáa undirtøku í javnaðarkommununi í Havn, har tey longu hava lagt nepotismu og onnur slektaði mutursheiti langt aftur um seg. Nú er tað rein og skær ítróttaisma, sum ræður í Havn.
Ítróttaisma.
Pengamenn, sum kunnu brúkast í politiskari ítróttaprioritering, tí annar hevur áhuga fyri svimjing og hin hevur eitt hent hotell hinumegin vegin í ítróttavilliniborgin í Gundadali við teim upplýstu steyrunum, sum eisini eru reistir sum torn á heimsins enda fyri skattaborgarans Havnarpening.
Hetta er útboðspolitikkurin og politiska prioriteringin í høvuðsstanum, har øll eru í ítróttafamilju hvør við annan. Eg øtist so mikið, at nú má hjartamedisinið á borðið.