Gjøgnum mítt fýra og trýss ára langa lív havi eg upp í saman hoyrt, at tá babtistar fylla fjúrtan, so hava tey eina giga stóra veitslu við fermentering og øllum. Ja, ein visti um eina heilt spesifikka, sum hevði verið á eini babtistamatstovu, har pengafólkini, sum ivaleyst vóru gardinpimparar, fóru ropandi frá borðinum - av sitrónsodavatni! Hvørja ferð eg hoyri hetta uppáhald, tað var aftur at hoyra í dag, geri eg vart við, at eg aldri havi verið í fjúrtanárafermingarveitslu hjá babsum. Hvørki ein- ella tveyboppaðum babsum. Aldri hoyrt um slíkt vesin. Er høvið til tað, so spyrji eg nærri, men enn veit eigin at siga akkurát, hvat etnografiska ritualið er, og hvussu tað er skipað, tá hin nýinnvígdi babsalimurin skal fjúrtast ella hvussu hetta eksistentielt lívsbroytandi skiftisritual á lívsleiðini skal kallast í føroyska samfelagnum, tá ein babsur ella babsa fyllir fjúrtan. Eingin veit, hvat tað kallast, tí eingin veit, hvat tað er. Í hvussu er ikki nakar eg havi spurt. Skal ikki útil