Skip to main content

Posts

Fokking feyk

Einaferð rendi eg meg í ungar dreingir og gentur, sum seinasta ár í fólkaskúlanum høvdu stóra fragd at dyrka Alex Jones og øll hansara útfarandi avrik, serliga í filmaðari talu beint úr egnari sendistovu, Infowars hjá Free Speech Systems. Sum tá NRK filmar vakthavandi morgunjournalistin, ið lesur tíðindi.  Tað er nakað fasinerandi við ikki bara at hoyra, men eisini at síggja upplesaran, antin hann er siðiliga avmáldur sum Birger Kolsrud Jåsund hjá NRK, ella ein púra ótamdur fuglur og eitt tómt kar av hemningsleysari øði, sum Alex Jones.  Visti einki um amerikanska konspiratiónsteoretikaran, men varð infatuated av, hvussu hugtikin hesi ungu við Føroya skúla innan í sær vóru uppøst av tíðindamanninum, ið hevði so stóra trongd at fáa heimin á tal. Bara á tal. Ein forsjón av at the medium is the message . Traðrirnir gingu beint heim til okkara egna samfelag til føroyskar politikarar, lærarar, prædikufólk, abortmótstandarar, antivaxarar og virkin mentafólk beint nú og eina hálva øld aftur

Playmo í Spania

Í dag er spanskur tjóðardagur, og helst er tað orsøkin til, at Dávur Poulsen í morgun varnaðist at hansara lag hevur verið spælt fyri hópin av fólki í Madrid í nátt. Dávur er av Strondum og býr í Fuglafirði. - Richie Hawtin, 52, er helst tann størsti tekno dj, sigur Dávur, sum hevur havt samband við hann síðan í juli, tá Hawtin fór at brúka løg hjá Dáva, sum í hesum høpi kallar seg Playmo.  Síðan Hawtin, sum er úr Kanada, kom fram í 1990’unum, hevur hann verið fremstur at skapa stílin minimal techno, serliga undir listanavninum Plastikman. Í tímalongum heimildarfilmi frá 2006 verður søgan søgd um Richie Hawtin. Dávur hevur fleiri ferðir verið í Grundini á G! - Eisini í 2019, tá tað gekk fínt, men sum vera man, rýmdu fólk til síðst at hoyra høvuðsnavnið á Sandinum, sum tað árið var Fat Boy Slim, sigur Dávur. Á G! skránni lýsa tey Dáva við hesum ensku stílistisku frøðiorðum: "Dávur’s style can be described as heavy and pumping, with inspiration from Detroit and Berlin."  Í apr

Bleytkókað útvarp

  Fyrsti poddur hjá Øssuri, sum er kámur skipari, og Brynhild, sum er dynamiska vitanarrøddin við jørðforbindilsi, er hvørki beinleiðis ella hvassur. Poddurin varar knapt trý korter, fimm teir fyrstu minuttirnir er ein diskleymari, og so verða vit boðin inn í stovuna hjá teimum báðum, hvar hon so er, stovan.  Leyst sofaprát og veikir konturar.  Klókir danskarar er fyrsta catchy phrase eg hoyri. Tá er fyrsta korterið farið.  Privata prátið millum tey bæði fær nú eina aðra vend, sum er nærverandi, tí hon er úr kjøti og blóði. Nú er prátið um fyrsta november. Gott.  Annað evnið er um ítróttavenjaran í Klaksvík, sum sekstan dagar framman undan gjørdi okkurt, sum ikki var meldað og eingin segði nakað um. Nú blívur tað stuttligt, tí vit fara inn í aldrandi ikkitíðindi.  Hví var hetta ein søga?  So kemur ein gestur frá Dimmalætting, Ingolf, inn at greiða frá.  Eg sakni beinleiðis dynamikkin, sum altíð er í góðum útvarpi. Hann er burtur her. Tá er vandi fyri at poddurin verður roks. Ingolf skr

Kagemusha kyndi logan

- Summi síggja ljósið í samkomuhúsinum, eg fann tað í Leikhús Bio. Á heysti 1986 var eg júst fyltur fjúrtan. Filmurin var Kagemusha eftir Akira Kurosawa, og tað var Filmsfelagið, sum vísti hann, sigur Gudmund Helmsdal, sum heilsar Filmsfelagnum á 60 ára degnum Gudmund Helmsdal Alt tað eg minnist havi eg elskað film. Men møguleikarnir at síggja film í Leynum í 1980’unum vóru ikki teir stóru. Vit høvdu onki sjónvarp. So eg mátti klára meg við at ganga í biograf í Havn av og á, ella tá eg var niðri í summarfrí at ganga úr bio í bio allan dagin á tamb. Onkuntíð vóru tað eisini sundurkliptir klassikarar á Super 8 til barnaføðingardagar. So fyri tað mesta las eg alt eg fekk hendur á um film, klipti út greinar og myndir úr bløðum, og klistraði alt í mína filmskrappbók.  Onkra hendinga ferð sá eg filmar á video heima hjá vinmonnunum í Leynum. Ein sera stór løta, var tá eg sum 10-11 ára gamal sá Conan the Barbarian við Arnold Schwarzenegger uppi hjá Andrias og Hans Petur, synirnir hjá Dagfin

Vit, sum ikki fara á fólkatingsval

Eg fari ikki á fólkatingsval. Grundgevingarnar fyri at velja fólkatingið frá eru, at tey umboð, sum verða vald úr Føroyum, taka fokus frá føroyska samfelagnum og hvussu tað verður rikið. Fólkatingslimirnir skapa órógv við at yvirbjóða hvør annan og onnur við, tá umræður at fáa stuðul til átøk í Føroyum, sum langt síðan eru yvirtikin, og eru í tryggum føroyskum hondum.  Teir báðir føroysku fólkatingssessirnir ávirka tann føroyska gerandisdegin á greitt neiligan hátt. Vit hava frítt rennandi tíðindi í Kringvarpinum beint úr danska Fólkatinginum, meðan vit ongan journalist hava í Løgtinginum. Tað er tann øvuta verð, sum her verður uppbygd eftir eini strammari skipan um public service. Taka vit av teir báðar føroysku fólkatingssessirnar, nærkast vit eini tjóðarbyggjandi semju um egið parlament og egið kjak um egin viðurskifti í egnum landi - uttan at verða yvirrulað av uttanífrákomandi boðum, uppskotum og møguleikum.  Hetta, ikki fyri at avbyrgja seg, men at byggja nakað egið upp, sum hevu

Við senukantin í Gentukamarinum

Í kvøld møtti eg Marjun Syderbø Kjelnæs við senukantin til Gentukamarið, og fór at grunda yvir týdningin av mentanarjournalistikki. Eins og vit í føroysku pressuni hava evarska lítið av rannsakandi tíðindavirksemi, hava vit enn minni av mentanarligum tíðindavirksemi.  Í dag var eitt undantak. Trygvi Danielsen skrivaði í morgun eitt ummæli fyri Dimmu á Facebook av sjónleikinum Gentukamarið, sum seinastu ferð kundi síggjast á Tjóðpallinum í kvøld. Fór beint at keypa bilett á netinum.  Fái pláss á B12, sum er ein góður vitaminsessur. So inspirerandi er tað, at lesa eitt ummæli, ið byggir á góða fakliga grund, og vendir sær beint til forvitna lesaran seinasta dag, leikurin sæst. Brúksnyttan er í topp. Hurrá fyri framúr mentanarjournalistikki úr gerandisdegnum í Havn.  Innkomin, møti eg upphavskvinnuni, Marjun, sum eg av og á havi møtt síðan hon við stuttsøguni Kópakona vann skrivikappingina, sum Listastevna Føroya skipaði fyri um aldarskiftið. Minnist, at øll lurtaðu og hildu seg hava veri

Kinesiski múrurin í Havn

Tað er ikki bara kommunan, sum í hesum døgum heldur hánt um allan estetikk, og enn minni lurtar eftir býarbørnum og skattaborgarum, tá um skemmandi byggimál ræður. Sama er galdandi fyri privata byggikompleksið hjá Havnar Klubba, sum hevur røtur aftur til 1799, og tískil er elsti óslitnaði mentanarfyriskipari í landinum. Eftir losju og ølklubbavirksemi í øldir, fór Klubbin í nýggjari tíð undir biograf og diskotek, har nógvir pengar vórðu at vinna, tí vaksandi ungdómurin í høvuðsstaðnum hevði onga aðra staðni at fara. Í dag eru fleiri Klubbaleigumál við matstovum, sum í onkrum føri vil savna barnafamiljur. Hyggur tú inn í okkurt av hølunum, sæst skilliga, at tað er langt síðan at málarapensil hevur verið á brúnkaða bróstinum, sumstaðni so langt síðan, at onkur gavstrikkur hevur gjørt sær tann sport, at skriva eitt pinkulítið árstal á veggin, og so bíðað til tað er lagt undir eitt nýtt strok av máling. Men mentanarliga stórheitstíðin er passé. Her eru ongar ferniseringar í veitsluhøllunum

Havnin fingið grátimúr

Nú er grátimúrurin í Jerúsalem fluttur inn á Vaglið, har tey í hesum leyvsælu seinsummardøgum eru farin at yvirhála fremstu prestar í heilaga landinum, við ikki bara at ganga, men at renna omaná tí, sum undir er, og so renna umaftur, tá komið er runt.  Í sannheit eitt undur í okkara tíð. Um tað er eitt skipað átak hjá eini lýsingastovu í altjóða klassanum, veit eg ikki, men tá provokerandi inntriv verða gjørd í býnum, har flestu føroyingar búgva, so hoyrist tað aftur.  Verða inntrivini fleiri og stinga seg upp um somu tíð, og flestu inntrivini harafturat kennast búfólki púra meiningsleys, so verður úrslitið eitt endurtakandi ekkó um tann ganska bý.  Í ein New-Yorkara-minutt kunnu vit í maltrakteraða miðbýnum ugga okkum við, at fólkaræðið riggar, soleiðis at skilja, at býarbørn hava dirvið at taka til orðanna og vísa á skilaleysar byggingar, sum hóast teir hava fingið loyvi, ikki á nakran hátt kunnu sampakkast við gott grannalag, og til dømis tað, sum grein 28 stykki 8 í byggisamtyktini

Útskúgving

Í fyrndini plagdi eg at fara á aðalfund í einum fakfelag. Men tá eg nakrar ferðir gloppaði tungu hurðina og sá, at nú sótu tríkvart av limunum og bundu og kastaðu uppá, mátti eg sanna, at hetta var ikki mín samkoma, sum prædikað varð til einaferð um árið. Rýmdi og slepti hesum tulkingarfelagsskapi. Havi ongantíð søkt hann aftur.  Hvørja ferð eg í grannalagnum gangi framvið útigarðinum í einum skúla, sum einaferð var landsins størsti, verði eg mintur á útskúgving. Altíð stendur eitt fátal, onkuntíð bara ein genta, tí genta er tað av onkrari orsøk altíð, og tekur seg burturfrá, tí hon týðuliga ikki er partur av nýbyrjaða felagsskapinum í nýggja skiftisritualinum, sum skúlagongd er. Í Degi og Viku í gjárkvøldið var eitt óalmindiliga langt tíðindainnslag um útskúgving. Peikað var á 23, meðan hin 24’inda var útihýst. Hetta upplýsti landstýrismaðurin við ábyrgd fyri økinum beint í kamera hjá sendingini, sum tænir almenninginum. Gandatalið 24 fór aftur at spøkja.  Fyrr var verkfall, tá næming

Tíðindafiskur á borðiskinum

Bankatoskur hevur aldri áður verið so vælumtóktur í Havn, sum farna vikuskiftið, tá matstovurnar, sum borðreiða við fiski, keyptu burturav veiðuni hjá havrannsóknarskipinum, Jákupi Sverra, Fyrst bjóðar matstovuleiðarin, John Mikkelsen, eitt glas av perlandi svalligum cremant víni frá Meyer Fonne úr Alsace, sum er vælvalt undirkast til fiska- og bankamáltíðina, ið nú skal berast inn á borðið í fimm stigum, sum var tað ein opera, har allir leikarar fáa ein lut, og hjúklað verður fyri interaktiónini við hvønn einstakan gestagóma.  Kokkar eru John Eli Kristmundsson og Jónas Lindenskov Schiller. Karin sigur mær nøvnini á øllum í køkinum hetta kvøldið. Tey eru frá vinstru: Karin, Jana, Jónas, Tóra, John Eli og John, og fremst fyri eru Trygvi og Jákup. Fyrsti rættur í Áarstovu er tartelettir við toski og hýsu og kaviari omaná. Roykt salt verður serverað aftur við breyðinum. Perfekt á smørið. Tað er smálutirnir, ið byggja heildina. Í gløsunum er nú franskt chardonnay frá slottinum hjá prinsgem

Dansur í kirkjuni

- Du er so glad, skal vi danse? spyr ein kórsangari og bjóðar mær út á gólvið í Havnar kirkju. Men nei, eg haldi ikki tað er rætta løtan, staðið ella høvið. Men tað ger birgi síðumaðurin, Jónheðin, sum eg havi dyrkað útgávur hjá Kirkelig Kulturverksted saman við síðani í áttatiárunum. Hann er limur í kirkjuráðnum á Argjum, so hann tekur ein vals í Havn. Bert fá eru møtt, mest sum eingin, til fríggjakvøldskonsertina hjá norska Solheimkoret úr Alf Prøysenlandi á Hamar og Lillehammer leiðini í Hedmark har suðuri í Noregi, eystanfyri fjøllini. Tað er gammeldansmesse og heystfagnaður úr katólskari tíð. Kórleiðari er Pernille Stramrud og føroyska Angelika Nielsen er við á fiól. Fyrr um dagin havi eg sæð kendar íslendskar filmsleikarar sum Þorsteinn Gunnarsson, Sigurður Sigurjónsson og Guðrún Gísladóttir í grannalagnum, tí saman við Kyk-Myndum hjá Jón Hammer skulu tey taka upp seinastu senu í einum íslendskum spælifilmi, Missir (Loss), sum Ari Alexander og Ergis Magnússon leikstjórna við støð