Filmsfelagið hevur fingið fatur á tveimum teimum mest umrøddu filmunum, sum íslendskir leikstjórar hava gjørt til biografsýningar beint nú. Talan er um Berdreymi og Volaða land , sum úti í heimi hava heitini Beautiful beings og Godland. Leikstjórarnir eru Guðmundur Arnar Guðmundsson (f.1982), sum er avmyndaður omanfyri, tá hann í Lübeck vann fyrstu virðisløn fyri fyrra filmin Hjartasteinn (Heartstone), og í seinna føri Hlynur Pálmason (f.1984), sum hevur arbeitt við filmi í Føroyum, og verið innboðin dómari í Geytakappingini, tá myndin niðanfyri er tikin. Tá hesir báðir filmar hava verið sýndir, hevur Filmsfelagið víst allar teirra filmar. Umframt góð ummæli í heimlandinum, eru báðir filmarnir í uppskoti at fáa Evropeisku Filmsvirðislønina, sum verður handað í Reykjavík hin 10. desembur. Har í landinum duga tey framúr væl at gera vart við seg sum filmsframleiðaraland við locations til eitt og hvørt høvið, harundir eisini í íslendsku suðurhavsoyggjunum, sum ein íslendskur uppstandssk