Henda mynd varð ein lukka og sæla at síggja í skránni hjá Kommununi um ein grønari miðbý , har borgarin í størri mun hómast at fáa gongu- og tilverurættindi, ið sumstaðni yvirhála bilin, sum handilsvinnan ikki kann liva uttan. Henning Larsen hevur teknað katalogið, sum býráðslimurin Kári í kvøld sigur verða einmælt samtykt. Akkurát hvat tað merkir, veit eg ikki. Men teldutekningin omanfyri bendir á, at ljós kann hugsast inn í býðarmiðjuna, og at samansetta og ofta skeiklaða byggilagið í miðbýnum kann greipast og teingjast saman, bara ein heppin pennur er til staðar. Bravo! Hetta hevði eg ikki væntað, at ein av ljótastu blettum í Havn kann fáast at lýsa so mikið upp, sum á hesi teldutekning. Man fær hug at syngja sálmar í hesum steinsetta ljóstúni. Fleiri blettir av hesum slag, serliga aftanfyri Frelsunarherin og omaneftir, treingja til somu arkitektonisku yvirhaling, uttan at alt skal vindast upp í hæddirnar og skapa skýmaskot hjá teim, ið longu búgva har. Bústaðir, býarrum og rúm