Starvsfelagin, Karina Toftegaard, arbeiðir við OpenAI, har hon sjálv hevur ment og sniðgivið ymsar kjattbottar, ella GPT'arar. Hon venur teir at leita í føroyskum tekstum og sum bottar at brúka eitt gott føroyskt mál, har setningsbygnaður og bendingar eru rættar tá teir verða spurdir. - Millum annað hesar kjatbottarnar - ein Alisfróða, eina Náttúrufríðu, og ein sum eitur BirkBlog, sigur Karina og vísir mær úrslitini. - BirkBlog-GPT brúkar tekstir frá Birkblog til at skriva kreativan tekst . Hann kann brúka stílin og málburðin frá Birkblog til at týða og at tillaga tekst og svara spurningum. Hetta arbeiðið fevnir um at menna, geva bottunum hóskandi data á føroyskum, og prompta teir væl, soleiðis at teir gera tað, sum eg vil hava teir at gera, sigur Karina við skíggjan. Sum upphavsmaður til útvið fýratúsund bloggar á føroyskum í meir enn seytjan ár, fegnist eg um arbeiðið hjá Karinu, eitt arbeiði, sum hevur stóran týdning fyri framtíðar skúlaskap, tá umræður at fáa føroy...