Altjóða filmstevnan í Moskva, sum byrjaði fríggjadagin í farnu viku, er nú av, og bestu filmar eru kosnir. Stevnan varð fyrstu ferð hildin í 1935 við montasjumeistaranum, Sergej Eisenstein, sum formanni. Nú er filmsnevndarformaðurin íslendski Friðrik Þór Friðriksson, gamli vinurin hjá Filmsfelagnum.
Ein vágin gerð, at standa fremstur í Moskva, halda flestu.
Í samrøðu við íslendska Síðdegisútvarpið, seinrapartsútvarpið, á rás tvey, sigur Friðrik, at hann skilir støðuna, men er forvitin, elskar film, og vil fáa innlit í, hvat filmsfólk, sum ikki eru uppií krígnum, gera, nú kríggið bleiv so drúgt. Hann sigur seg ikki gera film til ríkisstjórnir at síggja, men til áskoðarar, sum ganga í biograf og fakliga dyrka film.
- At isolera fólk frá mentalívinum er ikki rætt, serliga tá tað snýr seg um fólk, sum ikki beinleiðis eru við í krígnum. Russiskir filmar hava altíð verið frammalaga í søguni, so filmstevnan í Moskva, sum eg oftani havi vitjað við egnum filmum, hevur altíð verið hámett.
Friðrik er eisini framleiðari, ið hevur ferðast nógv, og elvt til spennandi sambond, eisini hjá føroyska Filmsfelagnum. Dømi eru um, at tá filmurin Hross I oss var frammi, bríggjaði leikstjórin seg ikki um, at vísa hann í Ísrael. Tá helt Friðrik fyri, at vit gera ikki film til stjórnina, men áskoðaran.
- I really had to be true to myself and not see the government as the public, a public that is going to look at my pictures, sigur Fridrik um filmin Hross I oss.
- Of course, I will look for films, which are made with passion, with love. With love of heroes, with history. Professional skills of their creators are also important, that is why there are so many professionals with me in the Jury, sigur Fridrik úr Moskva, har hann er saman við dómsnevndini.
Nú russiska filmstevnan lakkar móti endanum er greitt, at besti altjóða filmur í spælifilmslongd er kilenski og argentinski Tríggir Brøður (Tres Hermanos), sum argentiski Francisco Joaquín Paparella hevur leikstjórnað.
Hyggja vit at filmslistini, heldur enn aktuella krígsídnaðinum, so var Friðrik í 1991 í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina fyri Börn náttúrunnar, ið hann skrivaði saman við Einari Már Guðmundsson, sum eisini skrivaði søguna Englar alheimsins, ið Friðrik gjørdi til film í 2000. Tað sjáldsama er, at hann hevur eisini gjørt film saman við hinum virkna íslendska rithøvundanum, Einari Kárason, og allir hava teir verið í Føroyum.
Íslendski formaðurin í høvuðsnevndini á russisku filmstevnuni í Moskva, Friðrik Þór Friðriksson, fær hesi ensku orð á russisku heimasíðuni:
- He has been acclaimed for the strong visual style of his films and his gift for stunning images. His films combine a wry sense of humour and genuine solidarity with the characters.