Skip to main content

Nólsoyarmálarin í úrvali á Ovastevnu 2009




Kinna og Emil millum málningarnar eftir Steffan Danielsen í stovuni hjá Emil. Niðri undir sæst Emil Juul Thomsen festa sær í ein stubba, sum hann sjálvur hevur ballað (Myndir: Birgir Kruse)

Undir heitinum Nólsoyarmálarin verður framsýning við málningum eftir Steffan Danielsen á Ovastevnu 15. og 16. august 2009, báðar dagar kl 15:00-20:00.

Fyrra dagin kl 16:00 heldur Kinna Poulsen fyrilestur um einastandandi og sjáldsama málaran úr Nólsoy. Framsýningin, sum Kinna velur út, verður í barngarðinum Látrinum í Nólsoy, har Guðrun Sundar Hansen er leiðari. Tað er ein Ovastevnufyrireikingarbólkur, har Guðrun er við, Bjørn Thomsen og 100-ára haldið hjá Tórshavnar kommunu, ið skipa fyri framsýningini Nólsoyarmálarin.

Stuttfilmurin hjá Knud Leif Thomsen frá 1965 um Steffan Danielsen verður eisini sýndur.

Úrvaldu málningarnir eru allir úr savninum hjá Emil Juul Thomsen, sum býr í grannahúsunum.

Seinni í heyst kemur bók um Steffan Danielsen, sum Bókagarður gevur út. Kinna Poulsen skrivar tekstin, sum verður á føroyskum og enskum. Bókin telur um 300 blaðsíður við einari mynd í litum á hvørjum uppslagi. John K. Dalsgarð leggur bókina til rættis.

Emil, sum verður 94 seinni í ár, var í góðum lag, tá Kinna, John og eg sjálvur vitjaðu hann í dag.